fríggjadagur 25. november 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
5
VIKUSKIFTI
myndir: Matt Cooper
Sóley millum annað ballet, pardans,
sirkus, jazz og akrobatik, tí tað er týdn
ingarmikið, at tú sum sjónleikari er væl
fyri kropsliga:
– Hvør dagur byrjar klokkan
hálvgum nýggju, har vit gera joga
og ræddarvenjingar. Á henda hátt
er kroppur og rødd altíð í topformi.
Harafturat læra vit um øll møgulig
ástøði og ymsar teknikkir, greiðir Sóley
frá. Endamálið við hesum slagnum
av frálæru er at læra næmingarnar á
skúlanum at kunna arbeiða saman við
ymsum leikstjórum og sjálvi at kunna
leikstjóra øðrum. Sum leikstjóri er tað
av alstórum týdningi at duga at laga
sína leikstjórn alt eftir, hvørjar royndir
leikararnir hava, og hvussu tey arbeiða.
Hvør dagur á skúlanum endar umleið
klokkan hálvgum seks um kvøldið:
– Nakað aftan á klokkan fimm
plaga vit altíð at meditera í einar tjúgu
minuttir. Orsøkin til at vit gera hetta er,
at vit so at siga skulu lata alt tað, vit
hava lært tann dagin, sodna, fortelur
Sóley og leggur afturat:
– Tað er eingin loyna, at hetta er
strævið. Tá vit hava nógv at gera á
skúlanum, tá er lætt at líkasum missa
seg sjálva og gloyma, hví mann nú
hevur valt hetta. Tað er veruliga hart
og strævið tær løturnar, tá eg gloymi at
njóta arbeiði. Tá royni eg so at minna
meg sjálva á, at hetta faktisk er mín
dreymaútbúgving, sum eg eri farin í
holt við, sigur Sóley.
Upptøkuroyndir
eru avbjóðandi
Hóast Sóley ikki er liðug við útbúgv
ingina, so hevur hon longu roynt at
verið til sokallaðar auditions. Tað er eitt
slag av upptøkuroyndum, ið ein skal
klára fyri at vera við í einum sjónleiki
ella filmi. Í London koma nógvir
royndir og minni royndir sjónleikarar,
so tað eru nógv um boðið, tá leikstjórar
og sjónleikarahús leita eftir leikarum til
ávísar verkætlanir. Hetta er nakað, sum
Sóley fyri stuttum mátti ásanna, tá hon
var til upptøkuroynd til ein vampyr
film. Gentan, tey sóknaðust til leiklutin,
skuldi hava langt, svart hár og brún
eygu, og hóast Sóley hevur ljóst hár og
blá eygu, so vildi leikstjórin hava hana
til upptøkuroyndina. Her skuldi Sóley
latast, sum hon drakk blóð úr einum
heimleysum manni. Hetta var ein sonn
avbjóðing, tí hon var púra einsamøll á
pallinum og hevði heldur ikki nakrar
rekvisittur:
– Eg leikti hesa senuna tvær ferðir,
og serliga aðru ferð helt eg, at tað gekk
ordiliga væl, tí tey fimm fólkini, sum
sótu í salinum og skuldu avgera, um eg
fekk leiklutin ella ikki, lótu stak væl at,
greiðir Sóley frá. Nakrar dagar seinni
fekk hon teldupost, har tað stóð, at
valið stóð millum hana og nakrar fáar
aðrar gentur, so ho gjørdist eitt vet vón
brotin, tá hon eina viku seinni fekk at
vita, at tey ikki hildu hana vera rætta
persón til leiklutin:
– Tá hugsaði eg bara »aja, soleiðis
er tað bara«. Eg havi lært, at tað er tað
einasta, eg kann siga við meg sjálva,
tá slíkt kemur fyri. Eg kann bara gera
mítt besta og skal ikki takad tað persón
ligt. Eg má so bert vóna, at eg og mín
útsjónd ein dag verður júst tað, sum
tey leita eftir, sigur Sóley. Sambært
henni hevur hon ongantíð enn fingið
boð um at gera stórvegis broytingar við
útsjóndini fyri at kunna passa til ein
ávísan leiklut:
– Eingi krøv verða sum so sett til
mína útsjónd. Onkuntíð skal eg lita og
klippa hárið, men tað bilar ikki so nógv.
Eg geri nógv fyri leiklistina, men eg
hevði ongantíð gjørt nakað, sum kundi
ávirkað mína heilsu og kanska endað
við hjartasteðgi ella undirvekt, sigur
ein avgjørd Sóley.
Droymir um føroyska leiklist
Um eitt ár er Sóley útlærd sjónleikari
og leikstjóri, og hon hevur longu nú
gjørt sær stórar ætlanir:
– Eg kundi hugsað mær at sett ein
skandinaviskan leikbólk á stovn saman
við nøkrum vinfólkum á skúlanum, og
so hevði tað eisini verið áhugvert at
undirvíst í drama, fortelur Sóley, sum
sigur seg eisini vilja vera við til at
menna føroyska leiklist. Eitt nú ynskir
hon at kunna stovna eitt akademi í
Føroyum:
– Ein altjóða leiklistaskúli í Føroy
um hevði birt undir eitt heilt nýtt lív
og umhvørvi á føroyska mentanar
pallinum, greiðir Sóley frá og rósar
føroyskari leiklist:
– Føroyskur sjónleikur er uttan
iva hægsta støðið av leiklist, sum eg
nakrantíð havi upplivað, og eg fái
íblástur hvørja ferð, eg síggi sjónleik
í Føroyum, sigur Sóley. Hóast korini
hjá nógvum sjónleikarum ikki eru av
teimum bestu, so stúrir Sóley ikki fyri
framtíðini:
– Tá eg verði gomul, fari eg ikki at
líta aftureftir og hugsa um, hvusu keð
iligt tað var ikki at eiga nógvar pengar
og ongantíð vita nær ella hvar næsta
lønin kom. Tá alt kemur til alt hevur
tað einki at siga, heldur Sóley. Hóast
hon nú ger tað, hon sum barn droymdi
um, dámar henni ikki at kalla leiklistina
fyri ein dreym:
– Hetta her við at hava dreymar og
droyma um eitthvørt seti eg í samband
við eitt mál, tú ongantíð røkkur. Heldur
enn bara droyma, so havi lagt mær
ítøkiligar ætlanir, soleiðis at dreymurin
kann blíva til veruleika, sigur Sóley at
enda.
– Eingi krøv verða sum so sett til mína útsjónd. Onkuntíð skal eg lita og klippa hárið, men tað bilar ikki so nógv