fríggjadagur 25. november 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tú veitst ongantíð hvaðani ella nær,
næsta lønin kemur, og harafturat fert tú
til upptøkuroynd aftan á upptøkuroynd
oftast uttan úrslit. Lívið sum sjónleikari
er ikki altíð eins glæsiligt og tað, vit
síggja um kendu sjónleikararnar á
Broadway, í Hollywood ella í West
End í London. Men fyri 23 ára gomlu
havnardamuna, Sóley Danielsen, hevur
sjónleikur alt at siga, og tískil hevur
hon valt at útbúgva seg sum sjónleikara
og leikstjóra á The Academy of the
Science of Acting and Directing, sum
er í London.
Byrjaði í Sjónleikarhúsinum
Sóley hevur altíð verið sera áhugað í
sjónleiki, og sum átta ára gomul tók
hon fyrsta fetið á leiðini at gerast sjón
leikari:
– Eg havi viljað verið sjónleikari, so
leingi eg kann minnast. Tá eg var átta
ára gomul, slapp eg á sjónleikaraskúla
í Sjónleikarhúsinum í Havn, og tá bleiv
eg enn meira bitin av leiklistini, sigur
Sóley, sum var fjúrtan ára gomul, tá
hon saman við eini vinkonu skrivaði
ein leik. Hetta helt hon vera so mik
ið spennandi, at hon síðani tá hevur
skrivað fleiri leikir afturat. Júst hesin
parturin av leiklistini er ein av orsøk
unum til, at hon ikki einans er í ferð við
at útbúgva seg sjónleikara men eisini
leikstjóra:
– Tað, at kunna fortelja eina søgu
á palli og brúka hugflogið til at gera
tað veruligt, er heilt fantastiskt. At geva
áskoðarunum eina stóra uppliving við
leiklistini er ein góð kensla, fortelur
Sóley.
Hon hevur fleiri royndir bæði sum
sjónleikari og leikstjóri innan føroyskan
sjónleik. Eitt nú hevur hon verið við til
at fyriskipa sangleikin Grease, og so hon
var ein av teimum, ið settu leikbólkin
Huðrar á stovn. Hesar royndirnar er
hon serstakliga glað fyri, tí tær hava
víst henni, hvussu hon skal handfara
ymsu støðurnar, hon sum sjónleikari
kann koma út fyri:
– Um tú hevur royndir, óansæð um
tær er væleydnaðar ella miseydnaðar,
so veitst tú betur, hvussu og hvat tú
skalt gera næstu ferð, tú skalt framføra
ella leikstjórna. Og hvar er betri at bæði
eydnast og gera mistøk enn á einum
skúla, heldur Sóley fyri.
Spælir sjónleik
og leikstjórnar
Útbúgvingin, sum Sóley er farin undir,
er skipað í tær tvær linjurnar sjónleik og
leikstjórn. Tú velur, um tú bert vil hava
sjónleik ella eisini taka leikstjórn, sum
so byrjar á øðrum ári. Hetta merkir, at
velur tú leikstjórn, er útbúgvingin fýra
ár til longdar: Trý ár við sjónleiki og
leikstjórn. Fjórða árið arbeiða næm
ingarnir sjálvstøðugt, har tey seta leikir
upp saman við floksfeløgunum. Sjálv
heldur Sóley, at tað er fjórða árið, ið er
tað, sum er mest spennandi:
– Fjórða árið virkar ótruliga læruríkt
og áhugavert, og longu nú eru vit byrj
að at fyrireika okkum til at skula ar
beiða sjálvstøðugt komandi skúlaár,
fortelur Sóley, sum í løtuni gongur á
triðja ári.
Á skúlanum eru næmingar úr yms
um londum, men størsti parturin er úr
Íslandi og Svøríki. í løtuni eru tað bert
Sóley og ein onnur genta, ið eru før
oyingarnir á skúlanum. Sambært Sóley
hevur hetta samband við vánaligu
møguleikarnar at fáa fíggjarligan stuðul,
ímeðan mann gongur á skúlanum:
– Allir sjónleikaraskúlar eru
ymiskir, og tíverri hevur tað víst seg
at vera sera trupult at fáa góðkent SU til
henda skúlan, og tað er ivaleyst ein av
orsøkunum til, at tað ikki ganga fleiri
føroyskir næmingar á skúlanum í løt
uni, heldur Sóley.
Hevur langan skúladag
Á skúlanum hevur Sóley nógvar ymsar
lærugreinar innan leiklist. Læru
greinarnar eru býttar upp í tvey sløg:
Kropsligar og ástøðiligar lærugreinar. Í
teimum kropsligu lærugreinunum lærir
Longu sum smágenta ynskti hon at gerast sjónleikari. – Men
heldur enn bara droyma, so havi lagt mær ítøkiligar ætlanir,
soleiðis at dreymurin kann blíva til veruleika, sigur Sóley
Danielsen, sum lærir til sjónleikara og leikstjóra í London
Sóley ger
dreymin til
veruleika