Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Vit mugu bara vóna, at fólk gloyma skjótt, tí annars er Fólka­flokkurin liðugur. Ein av gomlu vetera­ nunum í Fólkaflokkinum, Óli Breck­mann, sum hevur sitið á Løgtingi og Fólkatingi fyri flokk­in í yvir 30 ár, stúrir fyri fram­tíðini hjá flokkinum. Hann er sannførdur um, at kemur ikki broyting í, býð­ ur flokkinum ikki bøtur. Hann hugsar um av­ gerð­ina hjá flokkinum um at vraka Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiski­ vinnu­málum. - Jacob Vestergaard hevði eitt frálíkt úrslit tí han stóð stinnur sum lands­stýris­ mað­ur í fiski­vinnu­mál­um og førdi ein fiskivinnupolitikk, sum eisini dróg nógvar at­ kvøður frá Tjóðveldi og Sam­ bands­flokkinum. Men Óli Breckmann hugs­ ar kanska serliga um av­gerð­ ina um at vraka Anniku Olsen sum forkvinnu og lands­stýris­kvinnu í fíggjar­ mál­um. Fólkaflokkurin fekk átta tinglimir, men Óli Breck­ mann ivast ikki í, at hevði flokkurin stuðlað Anniku Olsen betri, hevði flokkurin kanska havt níggju tinglimir á tingi í dag. - Hevði flokkurin ført Anniku Olsen fram í val­stríð­ num, bæði sum for­mans­evni floksins og sum løg­mans­ valevni floksins, høvdu vit kanska fingið ein tinglim afturat. Heitur um skallan Óli Breckmann staðfesti, at hann hitnaði um skallan, tá ið úrslitið av fólkatingsvalinum í Suðurstreymoy varð greitt. Flokkurin hevði so stóra aftur­gongd, at hann minnist ikki størri vanlukku. Hann sigur, at tað átti at eggja til broytingar og sjálv­ ur hevði hann skotið upp at ført Anniku Olsen fram, men tað hevði ongin tikið upp á tungu­na. Samstundis ásannaði hann, at tað var Annika Olsen, sum átti munin í Suður­streymoy, tí verða henn­ara atkvøður taldar frá, hev­ur Fólkaflokkurin ikki nógv eftir í Suðurstreymoy. Annika Olsen varð ein av fremstu valevnunum hjá Fólkaflokkinum og hon vann ein knúsandi valsigur og hann vónaði, at veljarin fóru at merkja, at flokkurin mein­ti nakað við tað. Men nú valið er av, verður veljar­in ikki tikin í álvara. - Skal flokkurin bjargast í Suðurstreymoy, mugu vit vísa, at vit meina tað vit siga, ann­ars fjarðar flokk­ urin burt­ur í Suður­streym­oy stað­fes­ti gamli stavn­am­að­ur Fólka­flok­sins. - Annars eri eg vísur í, at tað verður ikki væl vorðið á næsta vali. - Fingu vit eina veljara­ kann­ing í morgin, hevði ikki verið lukkuligt, legði hann afturat. Gløggasti telvarin Tá ið Óli Breckmann annars hevði fegnast um tað góða val­úrslitið hjá Fólka­flokki­ num, hevði hann eisini nógv rós­andi orð at bera Jørgen Nicla­sen - Hann man vera besti og gløgg­asti politiski telvarin í tinginum yvirhøvur. Hann hevur áræði, hann dug­ur at improvisera, hann er óenda­ liga treystur og bjart­skygd­ur. - Men nú er hann afturvaldur til liðskipari á ein ógvuliga ivingarsaman hátt, tí tað hevur verið eitt eljustríð innanfloks líka síðani Løgtingsvalið og ivi hev­ur verið um, hvussu lógin skal tulkast. - Hetta er veruleikin, hó­ ast flokkurin fyri einum ári síðani samtykti at gera flokk­ in og formansvalið meiri demokratiskt. Tað skal ikki bara vera ein klika, ella ein lítil elita, sum situr handan stongd­ar dyr og sjussar seg fram til, hvussu álitisstørvini í flokki­num skulu býtast. - Tað skapar ikki ein góð­an samanhang í einum flokki, sigur Óli Breckmann Málskjúttarnir aftur í verjuna Fólkaflokkurin hevur nú til­ samans 11 umboð í løgtingi og landsstýri. Tað samanbar hann við eitt fótbóltslið. - Men ein og hvør lið­ skipari setir hvønn einstaka leik­ara, har á vøllin, hann er best­ur. - Málskjúttarnir hjá Fólka­ flokki­num eru Annika Olsen og Jacob Vestergaard, men tey verða ikki sett í fremstu røð. Men ongin liðskipari hevði sett Messi, Ronaldo og Van Persie aftur í verjuna at spælt, filosoferaði gamli ting­maðurin. Hann sigur, at vit vita, at tað góða valúrslitið hjá Anniku Olsen og Jacob Vester­gaard er eini greið boð frá veljarunum um, at hann vil hava hesi bæði at mynda flokk­in. Tí mælir hann beinleiðis til, at Fólkaflokkurin ger nakr­ar útskiftingar, bæði í for­mans­sessinum og í lands­ stýri­num. Og hann heldur, at tað skal gerast sum skjótast og helst áðrenn valskeiðið er hálv­runnið. - Tað er synd av hava so góð­ar málskorar, sum Anniku Olsen og Jacob Vestergaard afturi í verjuni, tí teir áttu at spælt har frammi á vøllinum, legði hann afturat. Hegni og hepni Óli Breckmann sigur, at skal Fólkaflokkurin koma livandi burt­ur úr hesum, fer tað at krevja eitt øgiligt arbeiði og eitt øgiligt hegni. - Men tað fer eisini at krevja eitt øgiligt hepni sum at vit finna olju, ella okkurt so­vorð­ið. Fólkaflokkurin hevur aldrin verið í slíkum ódnar­ veðri, sum hann er í nú. - Vit skulu finna 500 milliónir í stríði við alla fak­ felags­rørsluna og og stríð við alla øvund í landinum. Óli Breckmann vísti á, at øll fakfeløgini eru farin í hernað og hann minnist ongan­tíð, at tey eru farin so harð­liga og miðvíst til verka, sum tey eru nú. - Er tað nakar, ið billar sær inn, at tit kunnu taka fak­felagsrørsluna við horn­ unum við Mið­flokki­num sum áliti, mugu tit trúgva um aftur, tí tað klára vit ikki. Og hann heldur eisini, at Sam­bandsflokkurin hevur gjørt tað til eina dygd at snúgva sær undan, tí tað er tað, hann livir av. Óli Breckmann ávarar Fólkaflokkin HEITUR UM SKALLAN Óli Breckmann er heitur um skallan av valúrslitinum hjá Fólkaflokkinum og hann mælir nú til, at flokkurin skiftir bæði landsstýrisfólk og formann so skjótt, sum til ber, tí annars verður ikki lukkuligt Ongin liðskipari hevði sett Messi, Ronaldo og Van Persie aftur í verjuna at spælt Hann hitnaði um skallan, tá ið úrslitið av fólkatingsvalinum í Suðurstreymoy varð greitt. Ódnarveður Fólkaflokkurin hevur aldrin verið í slíkum ódnarveðri, sum hann er í nú, men málskorararnir hjáflokkinum eru settir aftur í verjuna at spæla og við hettal lag er flokkurin liðugur, heldur veteranurin í flokkinum, Óli Breckmann, sum hevur verið løgtingsmaður í yvir 30 ár