Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Tað ger ikki mun fyri tann ein­staka, at vit fara at skatta pen­sjón­ir við inngjald. Tað førdi Jørgen Niclasen, for­mað­ur Fólkafloksins, fram á landsfundinum hjá flokki­num leygardagin. Sum skipanin er nú, verð­ ur samansparing til eftir­løn ikki skattað, fyrrenn eftir­løn­ in verður útgoldin, men tað ætlar samgongan at broyta so at samansparingin ístaðin skal skattast, tá ið hon verður gold­in í pensjónsgrunnin. Jørgen Niclasen sigur, at tey einastu, sum fara at merk­ja nakað til hetta, eru pensjóns­feløgini, sum missa pen­ing at arbeiða við. Sum støðan er tann, eigur lands­kas­sin í veruleikanum eigur 35% av øllum tí, sum stend­ur í pensjónsgrunnum og tað hevur onkur kallað al­mennur studningur til pensjóns­grunnarnar. Í løtuni standa fimm milliardir í pensjónsgrunnum, men av teim­um eigur landskassin 1,7 milliard. - Nú hava vit hall á fíggjar­lógini og skulu læna pen­ing og eisini hesir somu pensjónsgrunnar eru til reiðar at læna lands­kassa­ num pening. - Sostatt kann tað henda, at landskassin noyðist at læna sínar egnu pengar frá pensónsgrunnunum og enn­ tá rinda teimum rentu aftur­ fyri. Skatta vit inngjaldið ístað­in, fáa vit minst 225 millió­n­ir í landskassan næs­ ta ár. Men so hvørt, sum pen­ sjón­ir­nar hækka, økist skatt­ urin samstundis. Útrokningar vísa, at í 2020 fær landskassin væl yvir 300 millió­nir um so er, at pen­ sjón­ir­nar verða skattaðar við inn­gjaldi. - Gera vit onga broyting og skatta útgjaldið, fær land­ s­kassin 350 milliónir í inn­ tøku í skatti í 2050. Men skatta vit inngjaldið ístað­in, fær landskassin 220-250 milliónir í inntøku av skatti um árið frá nú at rokna- og eisini í 2050. - Sostatt verður held­ur ong­in munur fyri lands­kass­ an í 2050 um vit skatta inn­ gjald­ið ella útgjaldið. Munurin er, at verður in­ n­gjaldið skattað, fær lands­ kassin eisini inntøkur bein­ an­vegin. Fyri kommunurnar ger tað heldur ongan mun næs­ ta ár. Men spurningurin um, hvussu hetta ávirkar kom­ mu­nur­nar í 2050, veldst alt um, hvør hevur ábyrgdina av eldraøkini tá segði Jørgen Nicla­sen. Sostatt kann tað henda, at landskassin noyðist at læna sínar egnu pengar frá pensónsgrunnunum og enntá rinda teimum rentu afturfyri. - Tað er als ikki vist, at ríkis­ veit­ingin úr Danmark fer at hækka. Tað staðfesti Jørgen Nicla­sen, formaður Fólka­ flok­sins á landsfundi flok­ sins leygardagin. - Samgonguskjalið er orð­ a­ð soleiðis, at gongur sum ætl­að í føroyska sam­felag­ num, verður ríkisveitingin úr Dan­mark ikki hækkað. Samráðingar skulu vera við donsku stjórnina um at hæk­ka ríkisveitingina. - Tað stendur í sam­gongu­ skjalinum, at 15% av vanligu meir­inntøkum landskassans mót­roknaðar í økingini. - Tað merkir, at ríkis­veit­ ing­in skal prístalsviðgerast, men 15% av teirri upphædd, sum intøkurnar hjá lands­ kassa­num veksa, skulu mót­ roknast í tí, sum ríkis­veit­ ing­in skuldi hækka við eini prís­tals­við­gerð. - Tað merkir samstundis, at undir vanligum um­støð­ um verða 15% av inn­tøku­ vøkstrinum hjá lands­kassa­ num væl meiri enn tað, sum ríkis­veitingin hækkar við eini prístalsviðgerð. - Undir vanligum um­støð­ um, við vanligum inn­tøku­ vøkstri í landskassanum, fer danska ríkisveitingin ikki at veksa, staðfestir formaður Fólka­floksins. - Í veruleikanum verður úrs­lit­ið, at eisini framyvir verð­ur ríkisveitingin akkurát líka fastfryst, sum hon hevur ver­ið seinastu árini, staðfesti Jørg­en Niclsen. Men hann ásannar eisi­ni, at avgerandi fyri tí verður, hvussu væl tað eydn­ast at skapa vøkstur í sam­felag­ num hesi næstu ár­i­ni. Hinvegin legði hann eisini dent á, at hóast endin verð­ ur, at ríkisveitingin skuldi hækka, verður tað ikki brúkt til at økja um almennu útreiðsl­ur­nar. - Ein hægri ríkisveitingin fer ikki at elva til øktar al­ menn­ar útreiðslur, tí sam­ gongan hevur avtalað, at tey næstu fýra árini skal sam­felagið rekast fyri sama krónu­tal, sum í dag. - Tað er ógvuliga av­gerð­ andi, at sama, hvussu nógv inntøkurnar hækka, fer tað ikki at føra til, at al­men­nu útreiðslurnar fara á glið, staðfesti formaður Fólka­ floksins. Fólkaflokkurin hevði lands­ fund leygardagin. Men at tey hava okkurt heilt serligt at práta um í flokki­num kom til sjóndar, tá ið einir tveir tímar vóru farn­ir. Tí tá tók leiðslan í flokki­ num ta heilt óvan­liga stig­ ið at koyra fjøl­miðl­ar­nar á dyr. - Restin av fundi­num er bara fyri fólka­floks­fólk, gjør­di skrivarin í flokki­ num, Aage Arnold­son greitt, tá ið hann gav mið­ lu­num boð um at fara á dyr. Orðaskifti á fundinum var til tíðir rættiliga hvast og serliga var tað spurn­ ing­urin um for­mans­valið og avgerðin at vraka Jákup Vester­gaard sum lands­ stýris­mann í fiski­vinnu­ mál­um, sum fekk fundar­ fólk at taka harðliga til orð­anna. Men floksskrivarin legði dent á, at tað var ikki or­ søkin til, at restin av fundi­ num skuldi vera fyri aftur­ lætn­um hurðum. - Hetta er ein avgerð, sum varð tikin longu í morg­un, staðfesti hann. Aage Arnoldson segði tó onki um, hví hendan av­ gerð­in varð tikin, hóast hon er óvanlig. Í heilt nógv ár hava politisku flokkarnir bjóð­ að fjølmiðlunum við á landsfundir og á hes­um øki gekk nettupp Fólka­flokk­ urin á odda, tí hann var fyrsti flokkur, sum sendi ein landsfund beinleiðis á internetinum fyri at fáa sjón­ar­miðini enn betri út til almenningin - og tað eru longu fleiri ár síðani. Í ár fingu fjølmiðlarnar onga innbjóðing til land­s­ fund­in og hann varð heldur ikki sendur beinleiðis á inter­neti­num. - At vit nú fáa eina skipan við flatskatti, fer uttan iva at skapa vøkstur í sam­ felag­num. Tað staðfesti Jørgen Nicla­sen, formaður Fólka­ floks­ins á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin. - Flatskatturin ger, at nú fer tað at loysa seg at arbeiða yvir og tað er for­ treytin fyri vøkstri. Jørgen Niclasen vísti á, at 12% av føroyingum rinda ongan landsskatt, 55% av før­oyingum rinda 20% av lands­skattinum. - Men restin, sum er 33% av løntakarunum, og sum eru tey, sum forvinna yvir 250.000 um árið, rinda 80% av landsskattinum. - So tað er sjálvsagt, at skal skattaskipanin broyt­ ast, slepst ikki undan at tey, sum rinda 80% av skatti­ num, fara at merkja tað. Formaður fólkafloksins vísti á, at ein pedagogur, sum arbeiðir fulla tíð, fær 93 krónur í løn um tíman eftir skatt. Men ein pedadogur, sum arbeiðir ¾ tíð, hevur eina løn upp á 101 krónur um tíman til sín sjálvs, tá ið skatt­urin er goldin. - Hetta merkir, at skatta­ skipan­in ger, at tann, sum a­r­beið­ir parttíð, hevur 8% hægri tímaløn enn tann, sum arbeiðir fulla tíð, stað­ fest­ir Jørgen Niclasen. - Sostatt loysir tað seg best at arbeiða parttíð, tí vit hava eina skipan, sum løn­ar fólki, sum lata vera við at arbeiða. - Men júst flatskatturin svar­ar til, at ein pedagogur fær eina lønarhækking upp á 8%, legði Jørgen Niclasen aftur­at. Landskassin eigur 1,7 milliard í pensjóns­ kassum Koyrdi fjøl­miðl­ar­ nar á dyr Flatskatturin er ein lønar­ hækking upp á 8% Blokkurin fer neyvan at hækka