Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Vit eru sera væl nøgd við arbeiði Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, segði við móttøkuna á Svangaskarði leygardagin, at bygdaráðið er sera væl nøgt við arbeiði, nú nýggi barnagarðurin stendur liðugur. - Samstarvið millum ymisku arbeiðstakararnar hevur eisini verið fyrimyndarligt, segði borgarstjórin Vilmund Jacobsen Seinnapartin leygadagin varð skipað fyri al­men­n­ari mót­tøku í nýggja barna­ garði­num á Svangaskaði á Toft­um. Eini 200-300 fólk vóru til hátíðarhaldið teir báðar tímar­nar millum klokkan 13 og 15, sum móttøkan vardi.

 Tað var Julianna á Geila­ garði, varaleiðari, sum beyð væl­kom­in, og síðan segði leiðar­in, Tóra Johannesen, nøk­ur orð.

 Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johanne­ sen, segði eisini nøkur orð, og vit fara at venda aftur til tað á hesi opnu, sum tey bæði søgdu. Undir hátíðarhaldinum sungu børn í barna­garði­ num eisini nakrar fittar sangir og settu soleiðis sín dám á løtuna.

 Færri í dagrøkt Símin Johannesen, borgar­ stjóri, tosaði bæði sum borgar­stjóri og vegna byggi­ nevnd­ina, tá hann hevði orðið og bjóðaði fólki at síggja nýggja barnagarðin, nú útbyggingin er liðug. - Tað er nú rúm tíð síðan, at arbeiðbólkur varð settur at koma við tilmæli um, hvussu ansingarøkið skal skipast í framtíðini – hvar í bygdini ansingin skal verða, um vit framhaldandi skulu hava dagrøkt, ella um kommunan møguliga skuldi byggja vøggustovu. Undir hátíðarhaldinum segði borgarstjórin, at kommun­an hevur eina væl­ virk­andi dagrøkt, sum kem­ ur at halda fram – í øllum før­um í nøkur ár aftrat. - Úrslitið gjørdist, at støða varð tikin til at byggja uppí verandi barnagarð, so barna­garðurin kann hýsa øllum børnum yvir trý ára aldur, samstundis sum dag­ røktin kemur at minka til­ svar­andi. Borgarstjórin greiddi eisini frá gongdini í byggi­ máli­num annars, har fyrsti fund­ur við Teknistovuna í Gøtu var hin 26. august í 2010. Hann segði, at aftrat ver­ andi barnagarði í gamla B68- húsinum skuldi nú nýggjur bygn­ingur byggjast við trim­um stovum og plássi til 54 børn, eins og gamli bygningurin framyvir skal hýsa 36 børnum í tveimum stov­um. - Soleiðis rúmar nú Barna­garðurin á Svanga­ skarði tilsamans 90 børnum. Hann legði aftrat, at 4-5 starvs­fólk arbeiða í hvørjari stovu, soleiðis at samlaða talið av arbeiðsfólki er 25 starvs­fólk. Dupult so stórur Símin Johannesen tók saman um og segði, at nú hevur kommunan ein bygn­ ing, ið er tvífalt so stórur, sum upprunaliga ætlað. - Støða er ikki tikin til, hvat tann niðara hæddin skal brúkast til í framtíðini, men ein partur av okkara barna­ansing er framvegis í leigaðum hølum. Tí er ein møguleiki nú at fáa alt savn­að á einum staði. Samlaði kostnaðurin av Barnagarðinum á Svanga­ skarði er 8,26 miljónir krón­ ur, nú arbeiðið er liðugt. Bygdaráðið í Nes kommu­nu er sera væl nøgd við arbeiði, og sum skilst, er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað, pro­jekter­að og havt eftirlit við bygg­ ing­ini, eisini væl nøgd við arbeiðs­gongdina, nú verk­ æt­lan­in er liðug. - Samstarvið millum ymisku arbeiðstakararnar hev­ur eisini verið fyri­ myndar­ligt. Símin Johannesen segði, at fólk hjá kommununi eisini hava verið við í fleiri fas­um, sum hann tók til, eitt nú í samband við kloakk, vatn og ymiskt uttan um ar­beiði. - Bygt hevur verið í ringas­tu ársins tíð, og tí hevur arbeiðið eftir um­ støðu­num gingið serstakliga væl, legði borgarstjórin aftr­ at. Símin takkaði - Sum formaður í byggi­ nevnd­ini og vegna Nes kommunu fari eg fyrst og fremst at takka Tekni­stovu­ ni í Gøtu fyri projektering og efti­r­lit. Øllum tykkum, sum hava verið við í byggingini, takki eg fyri sera gott sam­ starv og væl úr hondum greitt arbeiði. Símin Johannesen bar eisini eina stóra tøkk til starvsfólkið í Barna­garði­ num á Svanga­skarði og til leiðaran, Tóru Johannesen, fyri hennara stóra leiklut og góða samstarv í byggitíðini. - Eg vil ynskja leiðara, starvs­fólki og ikki minst børnunum, øllum for­eldr­ um, ommum, abbum og øll­ um tillukku við hesum fína húsi. Vónandi koma tit øll at trívast her og føla, at her er gott at vera, segði borgar­ stjórin. vilmund@sosialurin.fo Umboð fyri Teknistovuna í Gøtu, sum hava teknað, projekterað og havt eftirlitið við byggingini - og umboð fyri byggifyritøkuna KBH á Toftum, sum hava gjørt timbur-og snikkaraarbeiði í nýggja Barnagarðinum á Svangaskarði Mynd: Vilmund Jacobsen