mánadagur 28. november 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Undir hátíðarhaldinum í
barnagarðinum á Svanga
skarði á Toftum í gjár, segði
Tóra Johannesen, leiðari,
at tað var í februar 2002,
at barnagarðurin byrjaði
sum ein útibarnagarður við
plássi fyri 24 børnum. Hetta
var í gamla B68-húsinum,
sum framvegis er partur av
barnagarðinum á Svanga
skarði.
-
Stóri
tørvurin
á
plássum
gjørdi,
at
í
oktober 2003 læt ein stova
upp aftrat, og tá flutti
frítíðarskúlin, sum hevði
verið í niðaru hæddini í
gamla B68-húsinum, í onn
ur høli. Nú fóru vit frá at
vera ein útibarnagarður til
at vera ein vanligur barna
garður við 46 børnum.
Leiðarin vísti á, at spæli
stovan hjá dagrøktini, sum
saman við barnagarðinum
var í ovaru hæddini í gamla
B68-húsinum, flutti eitt
sindur seinni eisini í onnur
høli. Tá varð barnatalið í
barnagarðinum økt uppí 56
børn í trimum stovum.
Góðar umstøður
Við nýggja bygninginum,
sum nú stendur liðugur,
eru
nú
fimm
stovur,
og pláss er til 87 børn í
barnagarðsaldri.
Tóra Johannesen segði,
at í januar 2009 avgjørdi
tey, at hetta skuldi vera
ein
ítróttarbarnagarður,
har hugskotið var at seta
fokus á rørslu og góða
heilsu, og at ítróttur, spæl
og rørslur skuldu verða
ein náttúrligur partur av
degnum.
-
Vit
høvdu
kanska
ikki
so
góðar
umstøður innandura til
ítróttarbarnagarð í gamla
B68-húsinum, men uttan
dura hava vit helst bestu
umstøður í landinum. Vit
hava ítróttarøkið á Svanga
skarði - og so tann heilt
fantastiska
hagan,
sum
er beint uttan fyri barna
garðin.
Hon segði, at við nýggja
húsinum eru umstøðurnar
innandura vorðnar sera
góðar - og soleiðis eisini
umstøðurnar at røra seg
innandura.
Okkara barnagarður
- Tað hevur verið ógvuliga
spennandi at verið við í
byggingini av nýggja barna
garðinum. Vit starvsfólk
eru sloppin at siga okkara
hugsan um, hvussu barna
garðurin skal síggja út.
Lurtað hevur alla tíðina
verið eftir okkara ynskjum,
bæði av bygdaráðnum og
teimum, sum hava teknað.
Tóra Johannesen, leiðari,
segði, at bæði hon og
starvsfólkini annars føla,
at nýggi barnagarðurin á
Svangaskarði veruliga er
teirra barnagarður.
- Tað hevur verið ógvuliga spennandi at verið við í byggingini av
nýggja barnagarðinum. Vit starvsfólk eru sloppin at siga okkara
hugsan um, hvussu barnagarðurin skal síggja út. Lurtað hevur
alla tíðina verið eftir okkara ynskjum, bæði av bygdaráðnum og
teimum, sum hava teknað, segði Tóra Johannesen, leiðari
- Vit hava fingið
okkara barnagarð
Vilmund Jacobsen
Byggingin av nýggja barna
garðinum á Toftum hevur
gingið eftir ætlan, og í dag
stendur ein nýggjur og
stásiligur barnagaður liðug
ur á Svangaskarði.
Súni í Hjøllum, vara
borgarstjóri í Nes kommu
nu, sigur, at hin gamli
bygningurin, sum er gamla
B68-húsið, er 343 fermetrar
tilsamans, meðan hin nýggi
er 370 fermetrar í tveimum
hæddum.
Í fyrstu atløgu er tann
ovara hæddin innrættað,
sum hevur tríggjar stovur
við plássi fyri 18 børnum í
hvørjari. Við útbyggingini
er nú pláss fyri tilsamans 90
børnum í barnagarðinum,
leggur hann aftrat.
Tað er Teknistovan í
Gøtu, sum hevur projekter
að og hevur havt eftirlit við
byggingini.
Arbeiðstakarar
Varaborgarstjórin vísir á, at
útgrevsturin, sum Vestcon
gjørdi, byrjaði seint á heysti
2010. Síðan varð farið undir
betongarbeiðið, sum Jan
Mohr
og
fleiri
gjørdu.
Timburarbeiðið er gjørt av
KBH.
Súni í Hjøllum vísir á, at
samlaði kostnaðurin fyri
hesi arbeiði við innbúgvi og
øðrum er slakar 8,3 miljónir
krónur.
- Øll hesi arbeiði er
væl úr hondum greidd, og
til
almennu
móttøkuna
seinnapartin
leygardagin
kundi bygdaráðið saman
við starvsfólki og teimum
mongu, sum vóru til staðar,
fegnast um snotuliga bygn
ingin, sigur hann.
Súni í Hjøllum leggur
aftrat, at stórur tørvur
hevur verið á at byggja út
á
barnagarðsøkinum,
og
við hesi íløgu kemur Nes
kommuna enn eitt fet fram
á leið, tá ræður um at menna
kommununa til at nøkta
tann tørv, sum nútíðin krev
ur.
- Kommunan er annars
rættiliga væl útbygd á flest
øllum økjum. Seinastu stóru
íløgurnar í nýggjan skúla og
barnagarð eiga at gera, at
vit av røttum kunnu bjóða
fólki at seta búgv í okkara
kommunu.
25 grundøki
Varaborgarstjórin vísir á, at
kommunan hevur umleið 25
grundøki tøk, sum eru gjørd
byggibúgvin.
- So, fólk eru hjartaliga
vælkomin at seta búgv
í
Nes
kommunu,
har
barnagarðurin er bygdur
beint við eitt stórt ítróttar
øki, samstundis sum vit eru
beint við sera vakra náttúru,
sigur Súni í Hjøllum.
Barnagarðurin væl úr hondum greiddur
- Stórur tørvur hevur verið á at byggja út á barnagarðsøkinum, og við hesi íløgu
kemur Nes kommuna enn eitt fet fram á leið, tá ræður um at menna kommununa
til at nøkta tann tørv, sum nútíðin krevur, sigur Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri
Tóra Johannesen,
leiðari í barnagarðinum
og Jóhanna Jancyar
dóttir, sum er starvs
fólk í barnagarðinum
Mynd: Vilmund Jacobsen