Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Enn verður leitað við fullari megi eftir líkinum av Pidda Hansen. Berglei Brimvík, leiðari av kriminaldeildini hjá politinum, sigur, at vánaliga veðrið um vikuskiftið hevur darvað leitingini. - Tó so. Tað hevur verið leitað um vikuskiftið, men í morg­un er so leitingin tikin upp aftur við fullari styrki, sigur Bergleif Brimvík. Ætlanin var at kavarar skuldu leita í Toftavatni, men av tí at vatnið var so grumsut, lat hetta seg ikki gera fríggjadagin. - So tað er nakað, sum stendur á skránni í dag, sigur Berg­leif Brimvík. Hann sigur, at talan eisini hevur verið at leita í Eiðisvatni, og tað er so eitt annað, sum stendur á skrán­ ni hjá leitiliðunum. - Tað hava verið ógvuliga nógv sjálvboðin, sum hava hjálpt Sløkkiliðnum á Skál­a­ fjørði­num við leitingini eftir Pidda Hansen, og tað eru vit ógvu­liga fegnir um. Eg vil takka teimum mongu, sum sjálv­boðin hava brúkt tíð og orku at hjálpa til við at leita eft­ir Pidda Hansen, sigur Bergleif Brimvík. Upptiknir við øðrum Eftir arbeiðstíð fríggjadagin fekk kriminalpolitiið eitt annað mál at taka sær av. Stutt fyri klokkan 18 fekk løg­reglan boð um, at ein mað­ur lá lívleysur á Ting­hús­ vølli­num við stand­mynd­ina av Rasmus Effer­søe. Kanningar hjá løgregluni vístu beinanvegin, at mað­ urin hevði ein knív standandi í bringuni. Boð vórðu send til Dan­ markar, sum sendi kriminal­ teknikarar til Før­oya at kanna líkið. Hesar kann­ing­ a­r vístu, at tað einki ill­gruna­ vert lá aftan fyri, og at 49 ára gamli maðurin – sum er før­oyingur – hevði tikið lívið av sær. Sambært upplýsingum frá politinum hevði maðurin hótt við at taka lívið av sær, eisini beint framman undan aat hann fór heiman ífrá fríggja­dagin. Hendan hendingin hev­ ur kravt nógva orku hjá kriminal­løgregluni, og tí hava avhoyringar í dráps­ máli­num í Saltangará ver­ið skúgv­að­ar undan um viku­ skift­ið. - Men vit hava fleiri avhoyr­ingar at gera enn, og tær verða upp aftur tiknar nú, sigur Bergleif Brimvík, kriminal­ovasti. Kann ikki úttala seg Nú eru góðir tveir dagar, til varð­haldsfongslaði mað­ ur­in aftur skal stillast fyri ein dómara. Og Bergleif Brim­vík hevur áður sagt, at hann onga løtu ivast í, at kriminalpolitiið hev­ur nóg mikið av tungt­vig­andi prógv­ um at fáa mann­in fram­hald­ andi varð­halds­fongsl­að­an. Spurdur, um politiið leypandi avhoyrir varð­ halds­fongslaða mannin sig­ ur Bergleif Brimvík, at tað fær hann ikki sagt nakað um. Hann fær heldur ikki sagt nakað um, hvat skuldsetti mað­ur­in møguliga hevur upp­lýst undir avhoyring. - Men tað sigur seg sjálvt, at hevði hann givið nakrar ábend­ingar um, hvar hann hev­ur beint Pidda Hansen burt­ur, høvdu vit sjálvandi havt leita har, sigur Bergleif Brim­vík. Vilja vita meira um bilin Kriminalpolitiið er púra sann­ført um, at ein silvur­grá­ ur Skoda Fabia Hatchback ár­gang 2004 er brúktur til at beina líkið av Pidda Hansen burtur við. - Vit hava fingið fleiri upp­ lýs­ingar frá fólki um bilin, men vit vilja framvegis fegin frætta meira frá fólki, sum halda seg hava sæð bilin í tíðar­skeiðinum 3. november og nakrar dagar fram, sigur Berg­leif Brimvík. Hann sigur, at hvussu lítið og einkisigandi tað kann tykj­ast, vil politiið kortini feg­ið frætta frá fólki. - Vit eru ógvuliga takk­ sam­ir fyri tær upplýsingar, sum fólk eru komin við, men vit vilja líka fegin frætta meira frá fólki, sum halda seg hava sæð bilin í nevnda tíðar­skeiði, sigur Bergleif Brim­vík. Sum nevnt eru bæði av­ hoyr­ing­ar og leiting tikin upp aftur í morgun. Leitingin tikin upp aftur Eftir at veðrið um vikuskiftið hevur verið heldur svikaligt, varð leitingin eftir Pidda Hansen tikin upp aftur í morgun. Tað er Sunleiv Højgaard, leiðari fyri Sløkkiliðið á Skálafjørðinum, sum leiðir arbeiðið Leitingin eftir Pidda Hansen og avhoyringar av møguligum vitnum er uppaftur tikin í morgun