mánadagur 28. november 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
So er tað avgjørt, hvør tað verður,
sum skal spæla í miðverjuni undir
liðini á Jonas Flindt Rasmussen,
tá ið B36 næsta kappingarár fer
at stríðast fyri at endurvinna FM
heitið. Higartil hevur tað ongantíð
eydnast hjá árstalsfelagnum, sum
eisini brynjar seg til at royna seg í
europeisku meistarakappingini.
Fríggjakvøldið visti B36 heima
síðan at siga, at 28 ára gamli Sékou
Tidiane Souare er av Fílabeins
strondini, og umframt fótbólt í
heimlandinum, hevur hann eis
ini spælt við Ferencvárosi í bestu
ungversku deildini og við maltes
iska Sliema Wanderers, har hann
seinasta kappingarár spældi 16
dystir og skoraði eitt mál. Í 2007
skrivaði hann undir sáttmála við
enska Sheffield United, men trupul
leikar við arbeiðsloyvinum gjørdu,
at hann ongan tíð slapp á vøllin fyri
felagið.
Sékou er 186 cm til hæddar, og
hann verður lýstur sum ein sterkur
og skjótur miðverji við góðum bólt
førleika. Umframt at spæla í mið
verjuni, kann hann eisini spæla á
miðvøllinum.
Síðani tað var greitt, at Odmar
Færø fór av landinum í lestrar
ørindum, hava teir í B36 leitað
eftir styrki til miðverjuna. Tað er í
samstarvi við Anfinn Gaard, sum
arbeiðir hjá Danish Agency, sum
er felag, ið keypir og selur fótbólts
spælarar, at B36 er komið í samband
við fílabeinsbúgvan.
Fleiri møguleikar
Odmar Færø og Jonas Flindt
Rasmussen vóru kanska besta mið
verjugreipan av øllum í føroysku
fótbólti í fjør. Í 27 landskappingar
dystum fóru 28 mál ígjøgnum hjá
B36, og tað var ikki minst teimum
báðum fyri at takka, at tað var
tættari í B36 verjuni, enn tað var
í nakrari aðrari verju í Vodafone
deildini.
Hóast tað bara eru tveir spælarar
hjá B36, sum í útgangsstøðuni eru
miðverjar, og verður tað ikki torført
at manna miðverjuna, um tað skuldi
borið øðrum av teimum báðum –
Jonas Flindt Rasmussen og Sékou
Tidiane Souare – frá at spæla. Fleiri
aðrir B36 spælarar hava royndir
sum miðverjar. Her verður hugsað
um liðformannin Klæmint Matras,
vinstra vongverjan Símun Joensen
og miðvallararnar Atla Danielsen
og Súna Olsen.
Styrk til álopið
Í B36 halda teir seg vera væl fyri við
fólki, nú tað so smátt stundar til, at
tað á vøllinum verður farið undir
fyrireikingarnar til nýggja kapp
ingarárið.
Millum stólparnar, í verjuni og
á miðvøllinum stendur væl til við
fólki hjá meistaraliðnum. Einasti
staðið, har tað kanska verður neyð
ugt at fáa ein styrk, er til álopið.
Lukasz Cieslewicz og Jákup á
Borg skoraðu í fjør ávikavíst 17 og
12 av teimum 63 málunum, sum B36
legan fegnaðist um á leiðini ímóti
FM heitinum. Lukasz spældi við í
øllum 27 landskappinardystunum,
og Jákup á Borg var við í 25
dystum.
Nú altjóða avbjóðing stendur
fyri framman umframt landskapp
ing og steypakapping, er spurning
urin, um tað kann roknast við, at
teir báðir verða so drúgvir, sum teir
vóru síðsta kappingarár. Triði álops
spælarin hjá B36 síðsta kappingarár
var Mahmud Suleiman. 19 ára gamli
framrættaði
maðurin
kom
úr
Brøndby og til B36, har hann var við
í tíggju landskappingardystum.
Mahmud Suleiman er tjekkiskur
ríkisborgari. Eftir kappingarlok fór
hann av landinum, og tað er greitt,
at hann kemur ikki aftur til B36.
Hann hevur síðani kappingarlok í
Føroyum roynt at fáa sáttmála við
okkurt danskt felag.
Síðsta kappingarár var Rasmus
Dam Sørensen, sum nú flytir úr
dreingjadeildini og upp í unglinga
deildina, fjórði álopsspælarin hjá
meistaraliðnum. Tríggjar ferðir var
hann eina lítla løtu á vøllinum, og
evnini hjá unga manninum bera
boð um, at hann ivaleyst verður
meiri at síggja á besta B36 liðnum
næsta kappingarár.
Í B36 verður hurðin hildin á
gloppi fyri møguleikanum, at ein
nýggjur álopsspælari skal koma
til felagið. Møguleikin varð vendur
at gera avtalu við Chris Muomaife
í sunnara húsið í Gundadali, men
tann møguleikin er sleptur.
Nú fyrrverandi ÍF álopsspælarin
vísti seg at vera sera málsóknan.
Hóast hann bara var við í fimtan
dystum, so skoraði hann tólv mál
ella 0,8 í miðal fyri hvønn dystin,
sum hann spældi. Tað var bara
toppskjúttin, Finnur Justinussen,
sum rakk hægri miðaltali. Nú fyrr
verandi
Víkinga
álopsspælarin
skoraði 0,81 mál í miðal fyri hvønn
dystin, sum hann var við í.
joannes@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Teir flestu, sum í fjør vóru við
til at syrgja fyri, at KÍ endaði
á fimta plássi og harvið í 2012
eigur ein heimadyst fleiri, enn
uppflytararnir áttu í farna
kappingarári, hava fyrr í heyst
skrivað undir uppá, at teir eis
ini í 2012 fara at umboða KÍ.
Bíðað hevur verið eftir frá
boðanini um, at Hjalgrím Elttør
og KÍ hava skrivað undir upp
á
framhaldandi
samstarv.
Einki hevur verið at hoyrt um
nýggjan sáttmála, og í vikuni,
sum fór, var tað ikki frítt, at
tað kendist ávísur ótti í Klaks
vík um, at liðformaðurin og
lyklaspælarin skuldi flyta til
annað felag.
Fríggjakvøldið
komu
so
boðini um, at tað nú er greitt,
at einasti landsliðsspælarin
hjá KÍ í 2011 eisini í 2012 verður
bláur og hvítur.
– Hetta er ein sáttmáli
sum eg eri sera glaður fyri og
eg hyggi við spenningi uppá
komandi kappingarár. Vit hava
bygt upp eitt nýtt lið og við
nýggja venjaranum og nøkrum
nýggjum leikarum, vænti eg,
at vit eru á rættari kós, sigur
Hjalgrím Elttør við KÍ heima
síðuna.
Í fjør var Hjalgrím Elttør
við í øllum 27 landskappingar
dystunum, og hann skoraði
tíggju mál.
Tað skilst á ábyrgdarper
sónum í KÍ, at nú halda teir seg
vera komnar undir land við at
manna hópin, sum nýggi venj
arin, Páll Guðlaugsson, skal
venja og manna besta liðið
við.
Nenad Stankovic var sen
tralur miðvallari farna kapp
ingarár. Tað er greitt, at hann
heldur ikki fram í Klaksvík.
Monrad Holm Jacobsen, sum
eftir
summarsteðgin
var
drúgvur í verjuni, er fluttur
aftur til NSÍ.
Nýggir á KÍ liðnum eru
Andy Olsen, sum seinastu árini
hevur spælt við ÍF, og Páll A.
Klettskarð sum flytir aftur til
Klaksvíkar, eftir at hann sein
astu árini hevur spælt í Fremad
Amager og síðani í Víkingi.
Landsliðsspælari
heldur fram í KÍ
Fótbóltur Fríggjakvøldið varð
tað greitt, at KÍ liðformaðurin síðsta
kappingarár, Hjalgrím Elttør, eisini
verður í barndómsfelagnum í 2012
Afrikanari skal
verja B36
Fótbóltur 28 ára gamal miðverji av Fílabeinsstrondini
skal spæla saman við Jonas Flindt Rasmussen og harvið
lyfta arvin eftir Odmar Færø í miðverjuni hjá B36, sum
kannar møguleikan fyri at styrkja um álopið
Avloysarin fyri Odmar Færø er nú funnin. 28 ára gamli Sékou
Tidiane Souare hevur skrivað undir sáttmála við B36
Mynd: b36.fo
Mynd: Álvur Haraldsen