mánadagur 28. november 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Til og við leygardagin skuldu øll
liðini í Eik-liguni hjá kvinnum
havt spælt sjey dystir í part ella
28 dystir tilsamans, sum svarar til
fyrsta triðingin av landskappingini
í vetur. Samstundis skuldi støðan
fortalt, hvat av liðunum var á odda
og tí slapp í steypafinaluna.
Reglurnar eru tær, at oddaliðið
eftir fyrsta triðingin fær annað
plássið ís steypafinaluni, og sum
støðan sær út, er tað Mjølnir, ið er
oddalið. Har er bara tann trupul
leiki, at ein av teimum 28 dystunum
er ikki spældur, og tað er dysturin
Mjølnir-Dráttur, sum leygardagin
mátti avlýsast, tí spælandi er ikki
í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum
fekk stormskaða í síðstu viku.
Tað skal tó vera sera, sera, sera
løgið, um Dráttur kann gera nak
að sum helst við Mjølnir, sum er
oddalið. Her er Mjølnir fleirfaldur
favorittur og eigur at vinna, so
við øllum fyrivarni gera vit júst ta
niðurstøðuna, at Mjølnir vinnur
útsetta dystin og steypafinalu
plássið.
Millum triðingar
Hesa ferð fall kappingin hjá kvinn
unum soleiðis, at síðsta umfarið í
fyrsta triðinginum av kappingini
var leygardagin, og longu í gjár
skuldu so spælast fýra dystir í
fyrsta umfari í øðrum triðingi. Men
eisini her var ein dystur útsettur,
og tí blivu heldur ikki meira enn
tríggir dystir spældir í hesum um
farinum.
Tað serliga við øðrum kappingar
triðingini er, at her ræður sjálvandi
eisini um at fáa so nógv stig sum
gjørligt, tí tá tveir triðingar eru
spældir, verður stigaúrtøkan hjá
øllum liðunum hjá kvinnunum
koyrt niður í helvt. Hetta er 22.
januar, so tá fyrstu dystirnir í síðsta
triðinginum fara í gongd tann 28.
januar, eru stigini færri – og tí eisini
munurin á liðunum tilsvarandi
minni.
Fimm sett skuldu til
Í teimum trimum dystunum í gjár
vóru tað favorittarnir, ið vunnu.
Dysturin í Sørvági, har SÍ tók
ímóti Mjølni, var toppdystur, men
Mjølnir vardi borg og vann henda
fimmsettaran, hóast nógv stóð á
ta einu løtuna. Mjølnir vann fyrsta
sett, men síðani vann SÍ tvey næstu,
áðrenn klaksvíkskvinnur mannaðu
seg uppaftur og tóku fyrst fjórða
sett og síðani eisini fimta – og
vunnu 3-2.
Fleyr var á Kambsdali og vitjaði
ÍF, og har vann Fleyr 3-0, sum sam
stundis gav oddasessin, nú Fleyr
og Mjølnir hava sama stigatal, men
Fleyr betur settmun, hóast Mjølnir
framvegis hevur spælt ein dyst
færri. Og í triðja dystinum, sum var
botnuppgerð millum KÍF og Drátt,
vann Dráttur 3-1 og er nú á fimta
plássi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Menninir hjá ÍF byrjaðu kappingar
árið við at vinna ein fimmsettara á
útivølli í Sørvági tann 2. oktober.
Men líka til í gjár, hevði ÍF síðani
tann dystin bara verið á vøllinum
eina ferð, sum var á útivølli í Klaks
vík, har einki fekst burturúr.
Fríggjakvøldið skuldu ÍF-menn
inir spælt heimadyst ímóti TB, men
hann varð avlýstur, so ikki fyrr enn
í gjár var so endiliga aftur ein lands
kappingardystur á skránni hjá ÍF.
So skal eisini sigast, at fuglfirðingar
vístu styrki, tí við einum 3-0 sigri
fingu teir sett eitt av avbjóðandi
liðunum upp á pláss.
ÍF tók á Kambsdali ímóti Mjølni,
og hesa ferð gekk betur enn fyri
góðum mánaði síðani, tá ÍF tapti
3-1 í Klaksvík. Fyrsta settið gjørdist
størsta styrkiroyndin í dystinum,
men hóast farast mátti upp um
25 at fáa settið avgjørt, hevði ÍF
munin. Munurin var ikki stórur,
men ÍF tók eisini tey bæði seinnu
settini og vann 3-0.
Í Sørvági hevði oddaliðið SÍ
vitjan av TB, og her var tað bara í
fyrsta setti, at gestirnir spruttaðu
eitt sindur, tí í øðrum og triðja
setti fekk unga TB-manningin av
smurning frá SÍ, sum framvegis er
greitt á odda. Tó hava sørvingar
spælt dupult so nógvar dystir sum
fuglfirðingar, sum nú – eitt sindur
seinkaðir – skulu royna at vinna
seg inn í kappingina.
Sum nevnt, varð heimadysturin
hjá ÍF ímóti TB avlýstur fríggja
kvøldið, og harumframt hevur ÍF
eisini fyrr fingið ein heimadyst
ímóti Fleyr avlýstan, so bara har
eru tveir dystir, ið hanga eftir. Hós
kvøldið klokkan 20 skal ÍF á útivøll
at spæla ímóti Fleyr, sum heldur
ikki hevur spælt meira enn tríggjar
dystir enn.
hilmarjan@sosialurin.fo
So fór ÍF í gongd
Mansflogbóltur Um vikuskiftið spældi ÍF umsíður aftur ein dyst, og eydnaðist tað at
vinna á einum av argastu kappingarneytunum. SÍ heldur enn væl fast um oddasessin
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Fleyr
8
7
1
23
4
19
14
2 Mjølnir
7
7
0
21
4
17
14
3 SÍ
8
5
3
18
9
9
10
4 Ternan
7
4
3
12
10
2
8
5 Dráttur
7
3
4
10
15
-5
6
6 ÍF
8
3
5
10
17
-7
6
7 TB
7
1
6
6
18
-12
2
8 KÍF
8
0
8
1
24
-23
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
6
5
1
17
4
13
10
2 Mjølnir
6
3
3
10
11
-1
6
3 ÍF
3
2
1
7
5
2
4
4 Fleyr
3
1
2
4
7
-3
2
5 TB
4
0
4
1
12
-11
0
25/11
ÍF - TB (útsettur)
26/11
SÍ - TB 3-0 (25-21, 25-12, 25-15)
27/11
ÍF - Mjølnir 3-0 (27-25, 25-22, 25-21)
26/11
SÍ - TB 3-0 (25-10, 25-13, 25-13)
26/11
ÍF - Ternan 1-3 (25-20, 10-25, 12-25, 18-25)
26/11
Fleyr - KÍF 3-0 (25-16, 25-14, 25-12)
26/11
Mjølnir - Dráttur (útsettur)
27/11
Ternan - TB (útsettur)
27/11
SÍ - Mjølnir 2-3 (22-25, 25-19, 25-12, 11-25, 8-15)
27/11
ÍF - Fleyr 0-3 (13-25, 14-25, 16-25)
27/11
KÍF - Dráttur 1-3 (15-25, 18-25, 25-21, 25-27)
Mjølnir í finaluni
Kvinnuflogbóltur Hóast kvinnurnar hjá Mjølni eiga á at spæla ein dyst
ímóti Drátti, man vera minst 99 prosents vissa fyri, at Mjølnir fer at vinna fyrsta
triðingin av kvinnukappingini og tí fær annað pláss í steypafinaluni