Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað er tíðliga at staðfesta, at Neistin verður annað av liðunum, sum skal spæla finalurnar um føroya­ meistara­heitið. Men fyrstu umførini hava givið greiðar ábendingar um, at verandi føroyameistarin fær møgu­leikan at endurvinna gull­ merk­ini, tá kappingarárið fer at halla av álvara. Neistin er greitt oddalið. Fyrstu sjey dystirnir hava givið fult stiga­ tal, 14 stig, og tað er fýra stig meira enn VB, sum er nummar tvey. Stjørnan spældi í ítróttarhøllini á Hálsi í gjár. Neistin vann uppiborið við fýra málum, 29-25, og hevur beina kós í finalurnar. Sleptu í seinna hálvleiki Neistin buldraði avstað beinanvegin í gjár. Heimaliðið var eina løtu á odda við heili níggju málum, men klaksvíkskvinnur, sum hevði til uppgávu at avmarka tapið sum frægast, góvu ikki skarvin yvir. Oddaliðið var á sigurskós alla­ tíðina, og hóast neistakvinnur tókt­ist taka sær av løttum eina løtu eftir steðgin, so hevði Neistin tamar­hald á støðuni, og sigurin var held­ur ongantíð í vanda. uni@sosialurin.fo Neistin - Stjørnan 29-25 (17-11) Føroya­meistar­ arnir buldra víðari HONDBÓLTUR Verandi føroyameistarin Neistin vann uppiborið á einum av argastu kappingarneytunum í gjár. Blálittu kvinnurnar úr Havn eru farnar frá hinum á stigatalvuni, og tað tykist bara vera spenningur um, hvør mótstøðan verður í finalunum Neistin er stórspælandi og hevur fult stigatal eftir sjey dystir. Spurningurin tykist bara vera, hvør mótstøðan verður í finalunum um føroyameistaraheitið, tí neistakvinnur sita fast á oddasessinum Myndir: Álvur Haraldsen Uni Holm Hohannesen 17 mál vóru á muni, tá VB vann greitt á VÍF í Vági í gjár. Úrslitið var 33-16. Eftir fyrra hálvleik var annars einki sum bendi á, at sigurin skuldi verða so greiður. Kvinnurnar úr Vestmanna runnu aftaná, men tað skrædn­ aði ongantíð millum lið­ini. Fimm mál skiltu liðini í hálv­ leiki, úrslitið var 16-11, men tá VB fekk heili 10 mál upp í slag, uttan at gestirnir svaraðu aftur, var leyst og liðugt. Serliga stóð málverjin hjá VB, Jurga, seg væl. VB rennur aftaná Vágskvinnur, sum kappast við Stjørn­una og Kyndil um finalu­pláss, hava staðið seg væl higartil í hes­um kapp­ ingar­ár­inum, og tær eru nærm­asti kappingarneyti hjá odda­liðnum Neistanum, sum støðan er nú. VB - VÍF 33-16 (15-11) VÍF steðgaði upp HONDBÓLTUR VÍF rann aftaná vágskvinnum í fyrra hálvleiki, men kvinnurnar úr Vestmanna steðgaðu fullkomiliga upp eftir hvíldina, og so vann VB ein trivaligan stórsigur Uni Holm Johannesen Ingi Olsen verður ikki drúgv­ur í barndómsfelagnum á hes­um sinni. Garvaði vest­menn­ing­ urin kom aftur til Vestmannar í summar, har hansara upp­gáva hevur verið at hjálpt venj­ar­ anum Dia Midjord, umframt at hann hevur spælt við sjálvur. Hann fer nú av landinum at arbeiða, og Harald Bjørgvin tekur við sum hjálparvenjari. Harald Bjørgvin er uppvaksin í Vestmanna, og hann spældi nógv ár við besta mansliðnum hjá VÍF. Hann sigur við heimasíðuna hjá vestmenningum, at spæl­ ara­hópurin er ungur og góður, og tað eru spælarar, sum hava eina bjarta framtíð. Hann frøist tí um møguleikan at menna hesar spælararnar. Áki Olsen, formaður í felag­ num, sigur, at tað verður ein missur, at Ingi Olsen gevst í felagnum, men hann leggur afturat, at tað er ein fongur at hava fingið samstarv í lag við Harald Bjørgvin. uni@sosialurin.fo Ingi Olsen gevst í VÍF Hondbóltur Ingi Olsen fer av landinum at arbeiða eftir jól, og hann gevst samstundis sum spælandi hjálparvenjari hjá vestmenningum Savnsmynd