Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tveir sigrar, sum hava givið fýra stig, var tað, sum skuldi til. Tað vísir seg nú. Neistin, sum hevur havt stór sveiggj í sínum avrikum í hesum kappingarárinum, tykist nú vera komin aftur á beint. Prátið um kreppu, og at tað eru trupulleikar í spælarahópinum, er kveistrað burtur fyribils. Greipuvinnararnir, sum hava verið fullkomiliga einaráðandi í før­oyskum hondbólti seinastu árini, hava mist nógv stig fyrstu umførini. Tað er eingin vanlukka, men støðan er broytt. Tá Morten Hust Pedersen var uppsagdur sum ábyrgdarmaðurin eftir bara fýra dystir, varð staðfest, at tað vóru knútar, sum skuldu loysast. Nú tykist liðið vera komið aftur á beint. Vunnu uppiborið Tað var eftir steðgin, at Neistin gjørdi bart, tá H71 vitjaði í ítróttarhøllini á Hálsi í gjár. Heimaliðið var á odda við einum máli í hálvleikinum, 13- 12, og beinanvegin eftir steðgin setti heimaliðið ferðina upp. Josef Abrahamsen, Neistin, var væl upplagdur, og hann var ein støðug hóttan. Neistin økti um munin so líðandi, og tá avtornaði vann heima­ liðið 29-24. Umráðandi dystir Tað eru tríggir sera umráðandi uppgávur, sum bíða Neistanum næstu vikurnar. Tað verður granna­uppgerð í Havn tann 4. desember, tá Neistin og Kyndil bresta saman. Eftir tað skulu ver­ andi greipuvinnararnir spæla móti bæði VÍF og KÍF, sum eru á ovastu plássunum á stigatalvuni, sum geva atgongd til finalurnar um føroya­meistaraheitið. Tá skulu neista­menn royna at syrgja fyri, at gloppið millum teir og ovastu liðini ikki verður ov stórt. Uni Holm Johannesen Klaksvíkingar kannaðu sær bitan, áðrenn hann var svølgdur. Og tað var ein beiskur biti at fáa niðurum tá avtornaði. Team Klaksvík søplaði burtur eitt stig, sum meira ella minni var í skjáttuni, tá StÍF vitjaði í Klaksvík leygardagin. Dysturin var spældur í KÍ-høllini, tí Badmintonhøllin fekk skaða í ódnini hóskvøldið. Klaksvíkingar vóru á odda 32- 20, tá 20 sekund vóru eftir at spæla. Tá fóru gestirnir í álop og minkaðu um munin. Heimaliðið gav bóltin uppaftur við fáum sekundum eftir at spæla. Bólturin var onkursvegna søplaðu burtur, gestirnir settu ferð á og skoraðu til 32-32. Eftir stóðu venjarin Claus Rasmussen og hansara spælarar við einum stigi. Lið um lið Talan var annars um ein javnan dyst í KÍ-høllini. Tað varð togað um leiðsluna allatíð, og tað var ongantíð, at tað skrædnaði av álvara millum lið­ini. Leikgongdin var serliga merkt av vánaligum verjuspæli, tí lið­ini høvdu lætt við at spæla seg til upp­lagdar møguleikar. Tó so, eitt skifti í seinna um­ farinum var StÍF á odda 25-20, men tað var skjótt, at heimaliðið stríddi seg inn aftur í dystin. Enn ikki tapt heima Team Klaksvík, sum bara vann sær tvey stig síðsta vetur, hevur fingið góð úrslit í Atlantic Airways deildini higartil í hesum kappingarárinum. Úrtøkan er sjey stig fyri sjey dystir. Klaksvíkingar hava enn ikki tapt á heimavøllinum í Klaksvík. Uni Holm Johannesen Kyndil hevur lagt sera trivl­andi frá landi í hesum kapp­ingar­ árinum. Liðið er botn­propp­ur í bestu mansdeildini við bara tveimum stigum. Um viku­skiftið vóru grønlittu havnar­menninir fyri stórtapið í Kolla­firði. KÍF vann við 12 mál­um, 36-24. Julian Jónsson Johansen hevur verið ein av stuðuls­ leikarunum. Hann er sann­førdur um, at Kyndil fer at skava fleiri stig saman næstu vikurnar, tí liðið hevur verið tætt við. – Verjan stendur seg væl, og vit fáa ikki fleiri enn 20 til 25 mál ímóti okkum. Tað skuldi verið nógmikið at vunnið dystir­nar, men vit skjóta ov fá mál, staðfestir Julian Jónsson Johansen. Kunnu enda sum botnlið Hini liðini hava longu runnið undan Kyndli á stigatalvuni. H71 er á sætta plássi við seks stigum, fýra stig fleiri enn botn­liðið. Keðiliga gongdin hjá høvuðsstaðarliðnum gevur ábendingar um, at kyndlamenn fara at stríðast um at sleppa undan botnplássinum í hesum kapp­ingarárinum. Tað ásannar Julian Jónsson Johansen. – Tað kann sjálvandi hugs­ ast, at vit verða botnlið tá av­ torn­ar, tá vit hava lagt so illa frá landi. Vit ætla at gera alt, vit eru mentir, fyri at sleppa upp í miðbólkin á stigatalvuni. Tað er ein rímiligur málsetningur fyri kappingarárið, sigur hann. Spælarahópurin hevur ver­ið fyri stórum broytingum sein­ astu árini. Nakrir teirra verða við í desember, og tað fer vón­andi at merkjast, sigur Julian. – Fýra sera umráðandi dystir bíða okkum fyri jólafrítíðina, og vit skulu vinna nøkur stig tá. Vit fáa síðani nakrar spælarar heima, sum skulu spælast inn á liðið, millum annað Torvald Abrahamsen, sigur Julian Jónsson Johansen. NEISTIN - H71 29-24 (13-12) Neistin aftur á beint – Stigatalvan lýgur ikki HONDBÓLTUR – Eg dugi ikki at siga, um hini liðini eru nógv betri, men stigatalvan lýgur ikki. Vit hava mist umráðandi leikarar seinastu tvey árini, og tað eru nú ungir spælarar, sum skulu spælast inn á liðið, sigur Julian Jónsson Johansen, sum er partur av verandi botnliðnum. Kyndil tapti stórt fyri KÍF hesaferð HONDBÓLTUR Greipuvinnararnir hava nú vunnið tvær ferðir upp í slag, og prátið um kreppu og trupul­ leikar í spælarahópinum eru burtur fyribils Neistin hevur nú vunnið tveir dystir upp í slag og er komið fyri seg eftir laku byrjanina upp á kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Team Klaksvík - StÍF 32-32 (16-15) Kannaðu sær bitan ov tíðliga HONDBÓLTUR Team Klaksvík var á odda við tveimum málum, tá 20 sekund restaðu í. StÍF fekk kortini eitt stig við sær úr Klaksvík Mynd: Álvur Haraldsen