Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge - Anfield Altjóða fótbóltssamgongan hev­ur sett sær fyri at rudda upp í fíggjar­ liga óskilium í altjóða lið-fótbólti. Hóast fótbóltur ongantíð hevur umsett fyri so nógvar pengar sum í dag, so veksur samlaða skuldin hjá fótbóltsfeløgunum í Evropa á hvørjum árið. Feløg brúka fleiri pengar enn tey fáa inn fyri at verða kapp­ingarfør og tað kann gerast mønu­stingurin hjá fleiri. Tvey dømi eru ensku Leeds og Portsmouth. Nýggja reglugerðin, ið hevur fingið heitið; Financial Fair Play (FFP), skal tryggja at øll feløg skulu fylgja nøkrum fíggjarligum reglu­ gerð­um, ið skulu tryggja at feløg verða rikin á skilagóðan fíggjar­liga hátt. FFP inniber millum annað, at feløg ikki kunnu brúka fleiri pengar enn try fáa í inntøkum frá at­gongumerkjasølu, stuðlum og sjónvarps­rættindum. Møguleiki verður ikki í framtíðin hjá rík­ monnum at tveita pengar eftir bestu leikarunum og bara strika árliga undirskotið við eini bankaflyting úr egnari bankakonto. Hetta kemur at gera tilverðuna hjá feløgum sum Chelsea og Man­ chester City torførari, meðan feløg við góðum inntøku møguleikum fáa fyrimun. FFP í stuttum Reglugerðin kom í gildi til hetta kappingarárið og gevur feløgunum trý ár at fáa javnvág í millum inn­ tøkur og útreiðslur. Inntøkurnar fyri atgongumerki, stuðlusavtalur og sjón­varpsrættindini skulu verða líkar høgar sum útreiðslurnar fyri spælarakeyp, lønir og onnur ting í hava við fyrsta liðið at gera. Útreiðslur fyri leikvøll og ung­ dómsarbeiði telja ikki við. Við hes­um vónar UEFA, at feløg fara at leggja meiri fyri fyri at skapa bestu karmarnar og gera íløgur í yngru liðini, heldur enn at brúka pengarnar upp á dýrar leikarar og lønir. Feløgini kunnu frá 2011 til 2014 hava eitt samlað undirskot upp á áleið 350 milliónir krónur, men tá er krav at eigarin ella eigarnir av felag­ num gjalda undirskotið. Er tað ikki møguligt, so kann felagið í mesta lagið hava áleið 40 milliónir krón­ ur í undirskot fyri tey komandi trý kappingarárini. Tey næstu trý árini, frá 2014 til 2017, kann undirskotið í mesta lagi verða 250 milliónir krónur. Soleiðis ynskir UEFA at feløgini fáa seks ár at innrætta seg til nýggju reglugerðina. Megna feløgini ikki at fáa javn­ vág í, men gongin vísur greitt, at felagið er á rættari leið og arbeiður fyri tí, so kann UEFA geva eitt undan­taksloyvi. UEFA kann eisini geva eitt fyribils undantaksloyvi, um orsøk­in til undirskotið eru dýrir sátt­málar, ið eru gjørdir áðrenn nú­ verandi kappingarár. UEFA lovar at revsa Ein av stóru spurninginum rundan um FFP er hvørja revsing UEFA fer at geva feløgum, ið ikki fylgja reglu­gerðini, og hvussu fer UEFA at halda skil á fíggjarstøðuni hjá 660 fót­bóltsfeløgum í 53 londum kring Evropa? UEFA hevur tí skipað ein bólk við átta serfrøðingum við heit­ inum; Club Financial Control Panel (CFCP). Hesir skulu tryggja at øll feløgini fylgja reglugerðini. Gera feløgini ikki tað, so verða tey revs­ aði. Feløgini kunnu fáa eina ávar­ ing, eina bót, missa stig í heimligu kappingini, fáa forboð fyri at keypa leikarar og í ringasta falli verða úti­ hýst úr evropskum fótbólti. UEFA kann á fyrsta sinni revsa feløg í kapp­ingarárinum 2014/15. Spurningurin er so um UEFA eru sinnaðir at tveita nakað av stóru feløgunum úr eitt nú Champions League, sum er ein av høvðus­inn­ tøkunum hjá UEFA. Manchester City, Chelsea og undirskot Tvey feløg sum í løtuni hava undir­skot eru Manchester City og Chelsea. Manchester City almanna­ kunn­gjørdi fyri kortum ein árs­ rokni­skap við einum met undir­ skotið upp á næstan tvær milliardir krónur. Tað er óhoyrt í fótbólti. Felagið hjá Gunnari Nielsen brúkti tvær milliardir meiri enn tað hevði í inntøku. Orsøkin til at Manchetser City kann hava slíkt forbrúk er, at felagið í Sheik Mansour hevur ein rík­an eigara, sum sjálvur kann strika undirskotið úr egnum lumma. Chelsea er í somu støðu og hevði í ár ein ársrokniskap í vísti áleið 400 milliónir krónur í undirskotið. Tá russiski ríkmaðurin, Roman Abramovich, í 2003 keypti Chelsea, legði hann fram eina ætlan, ið skuldi tryggja at Chelsea ikki var tengt at hansara pengum í 2008. Tað hevur felagið ikki megnað, men gongdin er tann rætta. Leikvøllurin hjá Chelsea, Stamford Bridge, tekur áleið 42.000 áskoðarar og kann ikki útbyggjast. Felagið kannar í løtuni møguleikar at flyta og byggja ein nýggjan leikvøllin í nær­ umhvørvinum. Hetta fyri at økja um inntøku møguleikarnar. Ivasamar stuðulsavtalur Manchester City hevur eisini í hug­ anum at økja um inntøku møgu­ leikarnar. Ein av teimum trim­um inntøku møguleikunum er stuðuls­ avtalur. Manchester City gjørdi í summar eina stuðulsavtalu við Etihad, sum hevur eitt virðið á áleið 3,5 milliardir fyri tey komandi tíggju árini. Etihad er saman við trimum øðrum fyritøkum úr Miðeystri stuðlar hjá Manchester City og hetta hevur fingið fólk at seta spurnar­tekin við stuðulsavtalurnar Reglugerð skal rudda upp í penga fótbólti Fótbóltur Manchester City og Liverpool deildu í gjár stigini á Anfield, men Manchester City hevur munin á stigatalvuni. Nýggj reglugerð kann tó gera, at Liverpool fær munin í framtíðini, tí Manchester City sleppur ikki longur bara at keypa heimsstjørnur Premier league Super Subs Apostolos Vellios (Everton) og Grant Holt (Norwich) hava báðir skorað trý mál sum innskiftarar í ár. Tað er meiri enn nakar annar. (Twitter: OptaJoe) Wigan og brotsspørk Wigan er tað liðið í Premier League, sum hevur fingið flest brotsspørk í ár. Í dystinum móti Sunderland fingu teir brotsspark á fjórða sinni. (Twitter: OptaJoe) Tá russiski ríkmaðurin, Roman Abramovich, í 2003 keypti Chelsea, legði hann fram eina ætlan, ið skuldi tryggja at Chelsea ikki var tengt at hansara pengum í 2008. Tað hevur felagið ikki megnað, men gongdin er tann rætta