mánadagur 28. november 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Undirritaði var millum tey
mongu, sum atkvøddi fyri
Anniku Olsen á løgtingsval
inum 29. oktober. Vit sum
atkvøddu fyri Anniku Olsen
(1.344 fólk) vóru næstan fýra
ferðir so mong, sum tey,
sum atkvøddu fyri Jørgeni
Niclasen (382 fólk). Kortini
hevur Jørgen Niclasen fingið
fýra ferðir so nógv burturúr
í samgongutelvingini, sum
hevur verið aftan á løgtings
valið. Umframt, at Jørgen
Niclasen hevur fingið tann
tyngsta
landsstýrissessin
(fíggjarmál), so er eisini
líkt til, at Jørgen Niclasen
eisini framhaldandi varð
veitir formanssessin í Fólka
flokkinum, uttan nakað mót
valevni?
Jørgen Niclasen fór annars
frá, sum landsstýrismaður
í uttanríkismálum, sum er
ein minni krevjandi lands
stýrissessur, enn fíggjarmál.
Grundgevingin tá var, at
Jørgen Niclasen segði, at
hann metti ikki, at hann
hevði tíð til at verða bæði
formaður Fólkafloksins og
landsstýrismaður í uttan
ríkismálum?
Gongur roknistykkið
upp?
Nú ber knappliga til hjá
Jørgeni Niclasen at hava
tann mest orkukrevjandi
landsstýrissessin, nevnliga
at útvega landinum fíggj
arligar inntøkur, og sam
stundis at verða formaður
Fólkafloksins. Hvussu for
klárar ein fíggjarmálaráð
harri eitt slíkt roknistykkið?
Tá vit høvdu sjey valdømi
var mangan sagt, at ein at
kvøða á Sandoynni taldi líka
nógv, sum tríggjar atkvøður
í Suðurstreymoy. Hetta var
ein av høvuðsorsøkunum til,
at vit skuldu hava eitt val
dømi.
Nú
er
Fólkaflokkurin
gott og væl farin aftur til
teir gomlu dagarnar, tí tær
382 atkvøðurnar hjá Jørgeni
Niclasen telja nógv meira,
enn tær 1.344 atkvøðurnar
hjá Anniku Olsen. Hvussu
forklárar ein fíggjarmálaráð
harri eitt slíkt rokni-stykki?
Jørgen Niclasen er gamal
ítróttarmaður,
og
hann
veit, at tvey fjórða pláss
geva
einki
heiðursmerki.
Annika Olsen, sum eisini er
gomul ítróttarkvinna hevur
vunnið gull (also fyrsta
plássið) á tveimum valum
innan seks vikur í hesum
árinum, og kortini er tað
maðurin við báðum fjórða
plássunum
á
fólkatings-
og á løgtingsvalinum, sum
gongur sigursgongu runt
vøllin nú. Hvussu forklárar
fíggjarmálaráðharrin
eitt
slíkt roknistykkið?
Og er tað ikki so harra
fíggjarmálaráðharri, at 1.344
minus 382 er ein munur
uppá 962? Og hví sæst hesin
demokratiski munurin upp á
heili 962 atkvøður ikki aftur
í tí demokratiska roknistykk
inum?
Vónandi virðir landsfund
urin hjá Fòlkaflokkinum tað
demokratiska valúrslitið hjá
Fólkaflokkinum á løgtings
valinum 29. oktober.
Fólkaflokkurin er væl ein
demokratiskur flokkur, og
ikki eitt handilsvirki, ella?
Er Fólkaflokkurin vorðin
eitt handilsvirki?
Eirikur P. Jacobsen
Tórshavn
Tórshavnar býráð, hevur í
kvøld við 2. viðgerð samtykt
fíggjarætlanina fyri 2012. Har
eru nógvar og góðar íløgur
til frama fyri okkum øll í
Tórshavnar kommunu.
Tað er nú eisini greitt, at
ítróttarhøllin í Kollafirði skal
útbyggjast fyri tilsamans
3 millónir kr. Talan er um,
at innrættað loftið í ítrótt
arhøllini
í
Kollafirði
til
ítróttarvirksemi, ungdóms
virksemi og til býgdarfólkið.
Kollfirðingar hava bíðað
nóg leingi og ynskja nú at
síggja úrslit, og tað er tí at
fegnast um, at nú verður
farið undir hesa innrættan
og bygging fyrst í komandi
ári.
– Loftið í ítróttarhøllini
er tilsamans uml. 300 fer
metrar.
Ætlanin er at byrja upp
á arbeiðið beinavegin fyrst í
komandi ári. Hetta eri eg sera
fegin um, tí eitt er vist, og
tað er Kollafjørður má síggja
politisk úrslit, sum serliga er
til gavn fyri trivnaðin hjá
bygdini.
Eitt annað sera átrokandi
mál, er ein nýggjur dag
stovnur í Kollafirði og tað
er mín vón, at hann verður
raðfestur í 2013. Somuleiðis
verður ferðslutrygdin við
Kollafjarðar
skúla
gjørd
tryggari. Kommunan hevur
sett 500.000 kr av til enda
málið í 2012.
Kollafjørður vil hava
úrslit innan trivnaðin hjá
børnum og ungum!
Levi Mørk
býráðslimur
Borgarliga samgongan
hevur nú verið veruleiki
í tríggjar vikur, og hon
hevur
millum
annað
sett sær sum mál, at seta
í verk eina flatskatta
skipan.
Til at fíggja hesa
skattaskipanina,
sum
økir ójavnan her á landi,
ætlar samgongan sær
m.a. at skatta pensjóns
inngjøldini.
Samgongupolitik
ararnir hava biðið um
útrokningar
og
við
merkingar frá fíggjar
málaráðnum
og
pensjónsnýskipanarar
beiðsbólkinum. Teir vilja
hoyra teirra sjónarmið í
hesum sambandi.
Fíggjarmálaráðið og
pensjónsnýskipanar
bólkurin mæla staðiliga
frá, at uppskotið um
at skatta pensjónsinn
gjøldini verður framt.
Frámælið er m.a. grundað
á, at fólk helst fara at
hava minni hug at spara
saman, og at fíggjarligu
framtíðaravleiðingarnar
kunnu gerast álvarsam
ar.
Arrogansan
frá
samgonguni
er
full
komin!
Frámælið
frá
fíggjarmálaráð-num og
pensjónsnýskipanar
bólkinum verður ikki
tikið til eftirtektar. Nei,
samgongan
heldur
fram at arbeiða við upp
skotinum, og í vikuni
segði Jørgin enn eina
ferð, at miðað verður
ímóti at seta í verk flat
skattaskipanina á nýggj
árinum.
Limir í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum
hava í skjótt fjøruti ár
rindað inn til sína egnu
pensjón. Soleiðis eru vit
við til at fíggja okkara
egna aldurdóm við tí
inntøku,
vit
partvíst
skulu liva av. Sjálvandi
skulu vit rinda skatt av
útgjaldinum,
soleiðis
at vit við skattinum í
framtíðini framhaldandi
kunnu fíggja part av
almennu tænastunum.
Gera vit ikki tað,
koma enn fleiri pengar
at mangla í almanna-
og heilsuverkinum um
20 – 30 ár. Tá fara vit at
noyðast antin at rinda
skatt
einferð
afturat
av okkara pensjónum,
ella at gjalda fyri allar
almanna- og heilsutæn
astur. Kanska noyðast
vit at gera bæði..?
Føroya fólk eigur at
vita og taka til eftirtekt
ar, at um politikararnir
fremja ætlanina, ið er
stungin út í kortið, er
mest sannlíkt, at vit sum
gomul fara at hava nógv
færri pengar um hendi.
Allar framrokningar
vísa, at vit gerast eldri
orskað av betri liviu
mstøðum og tøkniliga
framkomnum
heilsu
verki. Samstundis fáa
vit eisini færri børn.
Tá ið tað um 30 ár vera
færri arbeiðsfør fólk til
hvønn pensjónistin, ja so
má penjónisturin í 2030
enn einaferð gjalda fyri
tað, ið hann sum ungur
helt seg hava goldið til.
Fullkomin
arrogansa...
Majbritt Mohr
forkvinna
Almanna- og
heilsurøktarafelagið
Mest sannlíkt, at
vit sum gomul fara
at hava nógv færri
pengar um hendi
Kollfirðingar hava bíðað nóg leingi
og ynskja nú at síggja úrslit, og tað
er tí at fegnast um, at nú verður farið
undir hesa innrættan og bygging fyrst
í komandi ári