mánadagur 28. november 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eitt orðatak sigur: “Vilt tú
hoyra sannleikan, spyr eitt
barn ella ein fullan mann.”
Tá eg hevði fortalt átta
ára gamla soninum um flat
skattin hjá BADH, og greitt
honum frá hvat fyri ávirkan
hann fer hava, gevur hann
mær eina mandarin og sigur:
”Mamma, fært tú skalið av í
einum og tað eru seks puntar
í mandarinini, so skal eitt
ynski ganga út. Eg haldi, tú
skalt ynskja tær, at hasir
menninir í Havn ikki sleppa
at gera hatta ímóti teimum,
ið ikki eiga so nógvar pengar.
Um tað ikki riggar haldi eg, at
tú skal ringja 1-1-2!”
Tað er sanniliga ikki bara
sonurin hjá mær sum held
ur, at politiska støðan er
alarmerandi og hættislig!
Fólk eru óð, ørkymlaði og
kenna seg lumpað. Við mynd
um, slagorðum, greinum og
bloggum spyrja fólk: ”Var
hetta tað vit valdu?” Nei, tað
var tað ikki! Veljarin visti
møguliga hvat hvør flokkur
stóð fyri, men at kortini
blivu soleiðis blandað og at
samgonguflokkarnir seldu
seg fyri so lágan prís, hevði
eingin trúð. Komu kortini á
borðið áðrenn valið, eri eg
ikki í iva um, at úrslitið hevði
sæð øðrvísi út.
Veljarin hevur ikki sagt
JA til flatskatt, at skatta
pensjónir við inngjaldi, ei
heldur at fara til Danmarkar
at biðja pengar til at fíggja
ein
skattalætta
til
tey
háløntu. Hetta eru so stór og
týðandi mál, at Føroya fólk
má hoyrast í slíkum málum
og ikki bara ein minniluti í
Føroya løgtingið.
Fólkaflokkurin, ið er faðir
at flatskattauppskotinum og
hugskotinum um at skatta
pensjónir við inngjaldi, var
einasti flokkur, ið talaði fyri
hesum. Sambandsflokkurin
tann einasti, ið talaði fyri,
at tiðna blokkin. Ein greiður
minniluti hevur atkvøtt fyri
hvørjum uppskotið sær. Fyri
at fáa hetta ígjøgnum verður
høvdi bitið av skommini.
A gongur við til at tiðna
blokkin fyri at fáa flatskattin,
og B gongur við til flatskattin
fyri at tiðna blokkin. Hetta
verður smekkað saman og
síðani smoygt útyvir okk
um. At hinir flokkarnir í sam
gonguni nú eru so grammir
at sleppa framat valdinum
at teir nú kunnu standa inn
fyri, at gjógvin millum rík og
fátæk veksur, hóast teir bert
eru ífylla, skilji eg ikki.
Beint eftir, at samgongu
skjalið
var
undirskrivað,
søgdu ein politikari fyri og
annar eftir, at hetta og hatta
í samgonguskjalinum var ein
stórur kamelur at svølgja.
Miðflokkurin og Bill settu
hart ímóti hørðum og vildu
sleppa í samgongu, kosta hvat
tað vildi. Hvat er hetta fyri
nakað? Álvaratos tit, hava
tit slett ikki givið tykkum far
um, at at tit hava svølgt alt ov
nógvar kamelar, selt tykkum
alt og bíliga og ikki minst, at
tað eru Føroya fólk, ið koma
at gjalda prísin fyri tykkara
ovát og ábyrgdarloysi.
Eg fari at brúka mín demo
kratiska rætt, eg mótmæli
harðliga
ætlanunum
hjá
BADH. Eg sigi nei til flat
skatt, tí lættin rakar ikki
rætt. Nei, til at skatta pen
sjónir við inngjaldi, tí tað
er beinleiðis skeivt og løtu
vinningur at brúka pen
ingin, ið eldra ættarliðið
skal nýta til ein virðiliga og
tryggan aldurdóm. Nei, til
at tiðna blokkin, tí tað er
ábyrgdarleyst at biðja pen
ing, ið vit frammanundan
hava sagt nei til. Tað er
ósolidariskt at biðja pening
frá einum landi, ið er verri
fyri fíggjarliga enn vit, og ikki
minst ússaligt, tá peningurin
skal nýtast til at fíggja ein
skattalætta til tey háløntu.
Nei, til stættarmun, nei til at
seta vælferðarsamfelagið og
harvið tryggleikan í váða.
Ert tú í neyð, so ring 1-1-2!
Mamma; ring 1-1-2
Sunneva Mohr
Dimmalætting skrivar
soleiðis greinini " Stríðið
móti forkvinnuni " í
Dimmalætting (24. nov
2011):
“Eisini hjá teimum
ungu fólkafloksfólkun
um er broyting komin
í. Tað hevur ljóðað, at
Huxa stuðlaði Anniku
Olsen, men tann stuð
ulin er neyvan heil
hjartaður
longur.
Tí
annað
umboðið
hjá
Huxa í floksleiðsluni er
dóttur Jørgen Niclasen.”
Vit
í
HUXA
vilja
taka frástøðu frá hesari
útsøgn. HUXA er eitt
politiskt
ungmanna
felag, ið altíð vil stuðla
avgerðum í Fólkaflokk
inum, verið tað alt frá
landsstýrispolitikki til
formansval.
Vit
taka
støði í viðtøkum felag
sins, sum siga, at “Enda
mál felagsins er at skipa
ungdóm í felagsskapi,
ið skal arbeiða til frama
fyri
Fólkaflokkin
og
ungdóminum í samfe
lagnum.”
Í hesum sambandi
er talan nevniliga um
formansvalið í Fólka
flokkinum. Tað er nógv
ur álvari í hesum og sera
óheppið, at tað verður
tulkað soleiðis, at vit
stuðla einum persóni,
meiri enn einum øðrum.
Vit vilja tí viðmerkja, at
HUXA enn ikki hevur
tikið endaliga støðu til,
hvør skal verða formaður
í Fólkaflokkinum. Vit
vilja tó siga, at vit fara at
stuðla okkara formanni
til
fulnar,
verið
tað
Annika Olsen, Jørgen
Niclasen
ella
kanska
onkur heilt annar.
Skoytast kann uppí,
at Linda Vest Niclasen,
dóttur Jørgen Niclasen,
hevur
verið
partur
av HUXA í longri tíð.
Hanus Samró fór úr
HUXA í løgtingið at sita
- og tí skuldi eitt nýtt
umboð veljast í hansara
stað til floksleiðsluna,
og har valdi nevndin
at peika á Lindu. Hon
eigur
tí
at
umboða
HUXA í floksleiðsluni,
men í hesum føri hevur
HUXA tikið avgerð um
at eitt annað umboð
kemur í hennara stað í
hesum sambandi, vegna
tess at mett er, at hon
er ógegni. Hetta hevði
Dimmalætting
fingið
at vitað, um tey bert
høvdu ringt til onkran
í nevndini, ístaðin fyri
at nýta sínar ónevndu
keldur til sínar greinar.
HUXA fer altíð at
stuðla flokkinum heil
hjartað, tí Fólkaflokkurin
er grundarlagið undir
HUXA.
Dimma kundi
bara ringt
og spurt
Vit, ið HUXA!
Rættur og órættur sambandsins
Vit hava sum kunnugt sam
band við Danmark. Eitt og
hvørt samband hevur við
sær rættindi og skyldur.
Okkara sambandssáttmáli
ásetur nágreinliga hvørjar
skyldur partarnir hava. Teir
hava skyldu til at hava sama
kong og felags uttanríkis
politikk, men partarnir hava
rætt at vera javnlíkar. Annar
parturin kann tí ikki siga, at
tann kongur hann velur sær
eisini skal vera kongur hjá
hinum partinum. Eins illa
ber til hjá øðrum partinum
at fara í kríggj uttan at hin
parturin fer við. Men verður
annar parturin álopin, so
hevur hin parturin skyldu til
at koma honum til hjálpar.
Annars hevur hvør partur
ikki bert rætt, men eisini
skyldu at stýra sínum egnu
viðurskiftum.
Halda tey sum búgva í
øðrum partinum, at tað er
neyðugt hjá tí almenna at
hava fleiri útreiðslur enn
frammanundan, so mugu tey
sjálvi útvega tí almenna tær
neyðugu inntøkurnar.
Hetta vil siga, at tað er
okkum fullkomuliga óvið
komandi, hvat danir hava av
almennum útreiðslum. Hesar
skulu teir sjálvir gjalda.
Somuleiðis er tað dønum
óviðkomandi, hvat ið vit hava
av almennum útreiðslum.
Hvussu hesar verða fíggjaðar
gera vit og bert vit av.
Tað er tí løgið at hoyra tað
orðaskiftið, sum nú er um
blokkstuðul. Tann flokkur,
sum hevur sett samband í
sítt navn, krevur av dønum,
at teir skulu fíggja almennar
útreiðslur í Føroyum.
Teir vita yvirhøvur ikki
hvat tað er teir tosa um.
Teir siga nevnliga, at vit
hava rætt til gjald frá Dan
mark.
Hetta
er
fullkomuliga
burturvið, tí sambandssátt-
málin gevur okkum ikki so
mikið sum skugga av rætti
til nakað gjald úr Danmark.
Tað eru vit, sum hava skyldu
til at gjalda allar almennar
útreiðslur í Føroyum, eisini
lønir hjá ríkisumboðsmanni,
fúta og sorinskrivara.
Tann rættur vit hava á
jøvnum føti við Danmark,
er rætturin til at áseta hvør
stjórn ið skal stýra okkum
og gera av um vit skulu
fara í kríggj við onnur lond.
Men henda rætt skoytir
Sambandsflokkurin ikki um,
og vil heldur halda upp á sín
órætt til blokk.
Zakarias Wang
Vit í HUXA vilja taka
frástøðu frá hesari
útsøgn. HUXA er eitt
politiskt ungmanna
felag, ið altíð vil
stuðla avgerðum í
Fólkaflokkinum