mánadagur 28. november 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Søguliga sæð hava kvinnur
verið stýrdar av monnum við
legitimatión m.a. úr religiøs
um skriftum upprunaliga
skrivaðar
av
monnum
til menn. Tey patriarkalsku
samfeløgini hava røtur sín
ar úr nevndu skrivtum og
hava av somu orsøk verið
kvinnukúgandi líka til okk
ara dagar, sjálvt um matri
arkalsk
samfeløg
eisini
hava eksisterað, men tað er
ein onnur - sera áhugaverd
- søga, sum ikki skal verða
tikin til umrøðu her.
Frá skapanarsøgum okk
ara hava vit m.a. frá prestum
og predikantum bert fingið
tað einu útgávuna, nevni
liga hana um Adam og Evu,
har Adam (ið annars merk
ir menniskja og Eva (sum
merkir móðir) vórðu skapt.
Adam fyrst og síðani Eva.
Trykk verður lagt á rað
fylgjuna. Men har er ein
onnur útgáva av skapanar
søgu í fyrstu Mósebók fyrsta
kap., har bæði verða skapt
samstundis (v.27) og har týðu
liga framgongur at maður
merkir menniskja, sum kall-
og kvennmann skapti hann
tey. Annars kunnu vit síggja,
at í aðrari skapanarsøguni
er vatnið vinur og í hinari
fíggindi. Vøo. er onnur vorðin
til í Sumer millum Eufrat og
Tigris, meðan hin er vorðin
til í umhvørvi við oyði
markar lendi. Og tað er heilt
í tráð við religiónssøguna.
Spurningurin er, hví menn
hava valt, soleiðis sum teir
hava valt, og hvørjar avleið
ingar hetta valið hevur havt
og hevur fyri kvinnuna eisini
í dag.
Menn hava við vilja valt
ikki at siga søguna um, at
bæði vórðu skapt í senn og í
somu Guðs mynd, tí teir við
Adam og Evu soleiðis - eis
ini á tí andaliga planinum
- kundu legitimera munin á
kynunum, og rættin til yvir
orðnaða faðirrolluna sum
verandi ta røttu í øllum lív
sins viðurskiftum, og hetta
hevur í flestu førum - til allar
tíðir - og enn tann dagin í dag
- ført við sær, at menn - sjálvt
funktionellir analfabetar -
hava kunnað hevdað seg uppá
kvinnurnars
bekostning,
til stóran skaða fyri bæði
kynini og samfelagið sum
heild, tí nógvar potentiellar
ressoursir sostatt eru køvdar
ella - sum í okkara førum eru
flýggjaðar frá fávitskuni og tí
fjaldu og almennu kúganini
við andaligum legitimiteti og
mannschauvenismu í revers
inum.
Og hóast Meistarin ong
antíð og ongastaðni er tikin
í, at umboða kvinnukúgan -
hvørki í orði, talu ella verki,
so ganga hansara sokallaðu
umboðsmenn bæði í orði,
talu og í verki inn fyri og
framheva kynsmunin við
mismuni til kvinnurnar, ið
ikki kunnu javnstilla seg við
menn. Nakrar hava í mínari
tíð eisini skula gingið í hatti
og hildið seg frá at prædika
um Meistaran, ið eisini var
kvinnurnar trúfasti vinur,
tað stuttu tíð, hann vitjaði á
foldum, og er tað enn. Mann
hann ikki gráta yvir at verða
misbrúktur og tað av sínum
egni??
Í miðøldini brendi kirkjan
uml. 5 mill. kvinnur. Mundi
prestarnir hava lisið t.d.
Paulus? Hitler helt seg hvíla
á kristnari grund, tá hann út
ruddaði jødar eftir uppskrift
frá Luther, sum annars er ein
av hornasteinunum undir
Luthersk-evangelisku fólka
kirkjuni, og tá hann plaseraði
kvinnurolluna við kendu orð
unum: "Kinder, kúchen und
kirche". Stóri kúgarin visti
hvat hann gjørdi, og mong
góvu honumum rætt, og tí
verri eru framvegis mong, ið
framvegis geva honum rætt.
Tað er lætt bæði at síggja og
hoyra.
Kvinnan skuldi kenna sítt
pláss - eisini her hjá okkum -
og eisini í okkara tíð. Eg havi
áður víst til ágangin móti
barnagarði her á staðnum
fyri uml. 30 árum síðani, har
menn skipaðu mótmæli og
hildu røður ímóti barnagarðs
ætlanunum og samstundis
háaðu tey, ið løgdu rygg til,
tí pláss kvinnurnar var og
skuldi framhaldandi vera
sum á døgum Hitlers. Nakrir
av hesum monnum eru enn
virknir í høgum størvum , so
ein neyðug broyting verður
uttan iva aktivt mótarbeidd
við sama lag..
Tá nú um dagarnar verður
víst á, at prosentvíst flestar
kvinnur við niðursettari tíð
í Norðurlondum finnast í
Føroyum, so hevur tað einki
við skattin at gera (annars
kann eisini viðmerkjast, at
flat-tax ikki er nakar fyri
munur, sum lagt verður upp
til, sum skal viðføra fleiri í
arbeiði og meiri arbeiði hjá
tí einstaka - heldur tvørt
urímóti), men við tað djúpt
konservativu kúganina við:
kinder, kúchen und kirche,
ið gevur kvinnum dupult
arbeiði og ofta kroniska
ringa samvitsku, tí alt ikki
verður nátt og gjørt so væl,
sum ynskiligt er ella kundi
verið.
Hartil kemur, at kanningar
vísa at nógv kvinnuarbeiði,
sum hevur við fólk at gera,
er sera stressandi og sjúku
elvandi, so fyri ikki at gerast
sjúk, velja tær kvinnur, ið
kunnu, at fara í niðursetta
tíð. Og tá so spart verður
á økjunum, veksur byrðan
og møguleikin fyri stress
relateraðum sjúkum økist til
svarandi. Og enn fleiri fara í
niðursetta tíð, um tey so hava
ráð til tað ella ikki.
Annars er alt kvinnu
arbeiði uttan fyri heimi dup
ultarbeiði, so niðursett tíð er
tað mest logiska, um møgu
leiki er til tess.
Tað er sostatt eingin skatta
skipan, sum hevur avger
andi týdningin í niðursetta
kvinnuarbeiðinum.
Størsti
meinbogin er heilt klárt
tann reaktioneri andaligi
og politiski dominansurin,
ið enn er ráðandi á hesum
klettum, ið vit búðleiðkast á.
Fara vit til hini norðanlondini,
har teir sosialu og liberalu
vindarnir blæsa fríska luft
inn í støvfullu reaktionæru
andshallarnir og politisku
skipaninar so sæst ein menn
iskjans frígering sum viðførir
javnstøðis metan av okkum
sum menniskju, og sum
loysir upp fyri mongum, ið
áður var bundið. Menniskja
verður sett í frælsi.
Argumentini um høgan
skatt, ið heldur fólkini frá at
arbeiða, heldur ongastaðni.
Tey verða einans brúkt fyri,
at fólk skulu góðtaka flat-
tax, ið er ein høgraradikal
fíggjarlig kollvelting við ein
vegis fyrimunum fyri tey
vælbjargaðu.
Um vit lurta eftir tíðindum
úr USA ella Danmark ella
øðrum
londum,
so
vilja
politikararnir allastaðni hava
tey ríku til at gjalda meira í
skatti, tí peningur manglar.
Hjá okkum skulu tey ríku
hava nógv meira til sín sjálvs
via flat-tax, meðan hini - tá
alt er gjørt upp - skulu hava
minni. Hetta verður aldar
innar høgraradikala kupp,
ið skjótt fær nógv fleiri til at
rýma. Og hesir hava tosa um,
at fáa fólk heimaftur, men tað
verður av ongum. Sum tíðin
líður verða teir noyddur at
innflyta eystureuropæarar,
kinesarar og onnur fólka
sløg úr teimum lágløntu
londunum til at gera vanliga
arbeiði til óvanliga lítla løn.
Kvinnurnar hava annars
gjøgnum tíðirnar gjørt eitt
megnararbeiði bæði úti og
heima, eitt arbeiði, ið átti at
verið skrivað niður í bókum
fyri seg og møguliga eisini
sum ein doktararitgerð, tí
nógv og gott er at granska í.
Tað hevði verið ein óvurderi
ligur skattur, sum kundi
fingið allar kvinnur í hesum
landi at rætta ryggin í stolt
leika yvir teirra móðurliga og
kvinnuliga upphav.
Annars undrar tað meg
almikið, at serliga menn, men
eisini kvinnur við mannligum
identiteti,
næstan
ganga
bersherskaragongd, tá kvinn
ur alment gera vart við, at
tær ynskja einhvørja broyt
ing javnstøðuni at frama.
Munnu tey gerast bangin?
Innan
útbúgvingarum
ráðið eru kvinnurnar við
stórum fetum á veg fram í
fremstur røð og hava fyri tíð
síðani yvirhála menninar,
sum nú eru í minniluta á
flestu útbúgvingarstøðum.
Menninir eru í tí ivasomu
støðu. at stóra fleirtali eru
menn, tá talan eru um tey
ófaklærdu. Hetta hevur keði
ligar fylgir við sær, tí vit vita,
at tað eru teir, ið fyrstir gerast
arbeiðsleysir,
og
annars
hava lítlan tjans at stovna
familju, tí konufólk velja teir
frá. Hetta vísa kanningar.
Samfelagið hevur sostatt
eyka skyldu til at geva flest
møguligum eina útbúgving
sum kvalifiserar til eina
fakliga útbúgving.
Og síðani kemur spurning
urin um, hví vit mangla 2000
kvinnur
í
burðardyggum
aldri í Føroyum, og hvussu
vit fáa okkara ungu - og har
er tað serliga kvinnurnar - í
staðin at leita heim aftur
eftir lidnan lesnað.
Eg eri stórliga bangin
fyri, at vit við flat-tax fara
at missa nógv fleiri, enn vit
higartil hava gjørt. Tey 2000
kunnu skjótt blíva bæði til
4000 og 6000, heldur enn at
minka, tí vit eiga - um vit
veruliga vilja hava tey aftur -
í staðin at bjóða okkara ungu
- bæði úti og heima - eitt tole
rant og millum kynini javnt
stilla samfelag við góðum
barnagørðum og skúlum og
við allarbestu frítíðarfasili
tetum. Lønin má vera javnt
góð og hartil mugu vit øll -
og ikki nøkur fá útvald - eiga
Føroyar.
Sambandið til útlondini
má vera gott, og vit mugu
taka okkum av hvørjum øðr
um, heldur enn at útnytta
hvønn annan.
Og politiski myndugleikin
- bæði lands- og kommunalt
- má vera samansettur so
leiðis, at hann á jøvnum
føti umboðar bæði kynini.
Gera vit tað, so er vón fyri
stavn. Lata vit standa til,
so kunnu vit pakka saman
sum tjóð og lata lágløntar
útlendingar
yvirtaka
tað
fysiska arbeiði hjá heimligu
tilfeingismilliarderunum og
teirra strámonnum innan
fiski- og oljuvinnu.
Og tað er nú, at vit skulu
velja síðu. Vilja vit føroy
ingum - kvinnum og monn
um, børnum okkara og eftir
komarum teirra væl - so
mugu vit krevja javnstøðu á
øllum økjum. Alternativið er
ræðandi.
Kvinnur niðursetta tíð ella dupult arbeiði?
Hvat er orsøkin, og hvør er loysnin?
Dagfinnur Danbjørg
Og hóast Meistarin ongan
tíð og ongastaðni er tikin
í, at umboða kvinnukúgan
- hvørki í orði, talu ella
verki, so ganga hansara
sokallaðu umboðsmenn
bæði í orði, talu og í verki
inn fyri og framheva kyns
munin við mismuni til
kvinnurnar, ið ikki kunnu
javnstilla seg við menn