Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var ikki hissini, sum vinn­an var á nógvum tung­ um fyri løgtingsvalið. Vinnan skuldi hava betri umstøður, hetta vóru allir flokkar og politikarar á einum máli um. Tí kom tað óvart á okkum, tá ið Útvarpið mánakvøldið kl. 18:00 bar tey tíðindi, at sam­ gongumaðurin Bill Justinus­ sen skuldi hava greitt Sosial­ inum frá, at lands­stýrið ætlar at leggja avgjald á ferðafólk, sum koma til Føroyar við ferðamannaskipum. Hetta stendur beinleiðis í andsøgn til vallyftini, og hetta fer heilt víst at hava tað við sær, at vit øll fara at standa sum taparar, tá skipini eitt fyri og annað eftir fara at leggja leiðina framvið Føroyum, - orsakað av hesum nýggja og rættiliga sjaldsama ferða­ vinnupolitikki. Í mong ár hava komm­ un­ur og privatar fyritøkur í vinnuni roynt at bygt upp hesa vinnu. Rúm tíð og hópur av peningi er nýttur til marknaðarføring. Nú ætlar tað almenna at leggja nevskatt á hesa vinnu, sum teir ikki hava sýnt minsta áhugað áður, í hesum føri fyri at endurreisa eitt ferða­ ráð, sum teir sjálvir hava nið­ur­rað­fest og til end­ ans gjørt endað á. Afturat hesum nevnir talsmaður samgongunnar í ferða­vinnu­ málum, Bill Justinussen, at eitt ferðaavgjald á ferðafólk við cruise-skipunum, skal brúkast til at minka ferða­ avgjaldið, ið verður álagt teim­um, sum koma og fara um flog­vøllin í Vágum. Hetta er so púrasta burturvið. At fara inn og áleggja gjøld á eina vinnu, fyri at lækka fyrr ásett gjøld í eini aðrari vinnu, í hesum førinum flog­ ferða­avgjaldið, sum landið sjálvt hevur ásett, kann á ongan hátt góðtakast. Og, álvaratos, hvar er rationale og logikkurin í hesum politikk­ inum? Sagt verður í greinini í Sosialinum, at tað er van­ ligt at ferðafólk umborð í ferðamannaskipum gjalda eitt serligt gjald, tá ið tey koma í land aðrastaðni. Í øðr­um londum. Hetta eru bein­leiðis ósannindi. ONG­ IN av grannum okk­ara, tíansheldur nakað skandi­ naviskt land, tekur ferðagjald ella innkasserar nevskatt frá cruiseskipunum. Flestu havnirnar taka eitt sokallað trygdargjald á 1-2 evrur pr. ferðafólk til tess at mót­viga útreiðslurnar fyri trygd­ar- krøvini, - sum skipini sjálvi krevja, at havnirnar leggja orku til í hvørjum einstøkum føri. Grønland er í eini serstøðu. Í Grønlandi taka teir kr. 550,- í ferðaavgjaldi fyri hvørt ferðafólkið, men vit mega ikki gloyma, at hetta samstundis er tað einasta gjaldið, sum verður álagt teimum yvir­ høvur. Har er onki havnar­ gjald nakrastaðni, støddin á havnunum loyvir hesum ikki, og skipini kunnu vitja so nógvar havnir tey vilja fyri hetta eina gjald­ið. Grønlendingar hava álagt ferðafólkunum hetta gjald­ið, tá ið teir stórt sæð ikki hava aðrar møguleikar, fyri at fáa pening burtur úr ferða­ fólkunum. Havn­ir­nar eru ikki eins góðar, sum í Skandinaviu, undirstøðukervi er lítið og onki og hetta hevur við sær, at inntøkurnar av útferðum eru rættiliga avmarkaðar. Seinastu tíggju árini hava í meðal eini 45 cruiseskip vitjað í Føroyum. Umframt hesi skipini eru tað hartil eini 30-35 skip, sum sigla framvið okkum. Tað verður miðvíst arbeitt við at økja um talið av skipum. Um tað almenna nú fer at leggja fleiri gjøld á hesi skip, so er tað grangivið, at alt arbeiðið, sum frammanundan er bygt upp í vinnuni, verður oyði­ lagt. Cruiseskipini leggja nógv­an pening eftir sær í havna­gjaldi, brúgvagjaldi, tænastu­veiting, bussleigu og útferðum og ikki minst leggja hesi fólk væl eftir sær av peningi á teimum støðum og í teimum krambúðum tey vitja. Størstu skipini, sum koma higar, kunnu leggja upp ímóti einari millión krónum eftir sær, teir fáu tímarnar tey liggja við bryggju ella á vágunum í Føroyum. Í fjør gjørdi Ferðavinnu­ felagið eina kanning av, hvat ferðavinnan gevur av sær. Tað verður mett, at cruise­vinnan kastar áleið 17 milliónir krónur av sær til tað føroyska samfelagið, um árið, í verandi støðu. Vit eiga at gera alt fyri at vaksa um hesa vinnuna, og fyri at fáa sum mest burturúr henni. Ein brádliga íkomin skattur, íkomin av troti aðrastaðni, kemur ikki vinnuni til góðar, hinvegin steðgar hann bara tí posi­ tivu gongd, sum vinnan við egnum átøkum hevur haft hesi seinastu árini. Tað er ógvuliga umráðandi, at myndug­leikin fær at vita, hvussu ómetaliga viðbrekin hendan vinnan er mótvegis sveiggjum í prísásetingum. Talan er ofta um heilt fáar krónur fyri hvønn ferðandi, sum endaliga gera av, um skipini velja at koma higar ella ikki. Ætla føroysku myndug­ leik­arnir at leggja avgjøld á cruiseskipini; ja, so steðga vit allari menning av vinnuni, og heilt víst verða tað fleiri teirra, kanska tey flestu, ið velja at sigla beint framvið okkum - til havnir hjá grannum okkara, ið ikki hava verið so lítið at sær komnir, at teir hava lagt órógvandi skatt á hesi skip og tey fólk, sum manna tey og ferðast við teimum. Verður hetta ferðaav­gjald­ ið til veruleika, so kunnu vit skjótt siga allari cruisevinnu farvæl í hesum landinum, ið kanska hevur størri tørv á alternativari vinnu enn flestu onnur lond. Vónandi tekur Føroya landsstýrið hetta ávarp til eftirtektar og steðgar hesi roynd at gera endað á eini vinnu, sum nógv kommunal og privat menningarorka er farin í, og sum hartil er vaksandi, undir verandi umstøðum, hetta hóast landsmyndugleikarnir á ongan hátt hava verið partur av henni, hvørki tann positiva tíansheldur tann negativa vegin. Frægast er, at politiska skipanin gev­ ur hesi vinnu sama friðin sum frammanundan, tvs., at hon als onki ger við mál­ ið yvirhøvur, og letur oman­ fyrinevndu geirar – tann kommunala og privata - fram­haldandi taka sær av málin­um, soleiðis sum lagið hevur verið higartil. Bara soleiðis fæst vinnan at gagna øllum, eisini teimum almennu Føroyum.   Vinaliga Tórshavnar Havn Klaksvíkar Havn Runavíkar Havn Tor Shipping MB – Tours Greengate Hoyvíking Tours Avgjøld á cruise-ferðavinnuna? 16. partur Seinni partur av 19. Kap. er um gølu ið stóst av, at silvursmiðirnir við Deme­ trius á odda østu fólk­ið upp, tí teir vóru rædd­ir fyri, at teir fóru at missa inntøku, nú Paulus præ­ dikaði, at tað eru ikkir Gud­ar, teir ið verða gjørdir við hondum. Býskrivarin fekk tó fólkið at sissast og at fara hvør til sítt. Tá ið hetta var av, fór Paulus avstað til Make­ donia og seinni til Grikka­ lands. Tá ið hann hevði verið har, fór hann við skipi úr Filippi til Troas, har teir vóru í sjey dagar. Har er tað, at vit lesa, at ungur maður, Eutykus, sovn­aði fast, við tað at Paulus talaði so leingi, og datt út gjøgnum vindeyga niður av triðju hædd og var tikin upp deyður. Tá fór Paulus oman kast­aði seg yvir hann, tók tvørt­ ur um hann og segði: “Haldi ongan gang! Sálin er í honum.” Haðani fór Paulus til Assus og síðani til Mitylene, og at enda kom hann til Milet. Úr Milet sendi hann boð til Efesus og kallaði teir elstu í samkomuni til sín, áminti teir og segði teim­um, at teir fingu ikki andlit hansara at síggja aftur. Eftir at hava ávarða teir, um at svárir úlvar fóru at koma inn millum teirra, sum ikki fóru at eira fylginum, men at draga lærisveinarnar eftir sær, gav hann teir upp til Gud og náðiorð hansara. Her síggja vit umsorg­ an­ina hann hevði fyri sam­komu Guds, vit síggja tað aftur í brøvunum, sum hann skrivar eisini. Hann sigur í 2. Kor. 11,28, at tað gjørdi sær ófrið hvønn dag, umsorganin fyri sam­ komunum. Hann gav teir upp til Gud og náðiorð hansara. Nú vilja summi fegin hava Gud og enntá Jesus, men ikki skriftirnar, men tað ber ikki til. Tað er júst her, at vit verða roynd um tað er ektaður kristindómur ella bara snakk. 1. Jóh. 4,6 sigur: Vit eru av Gudi. Tann, ið kennir Gud, hoyrir okkum; tann, ið ikki er av Gudi, hoyrir okkum ikki. - Av hesum kenna vit anda sannleikans og anda villunnar. Altso: Tann, sum ikki vil lurta eftir hvat skriftin sigur, er ikki av Gudi. Síðani hildu teir fram, og tá ið teir komu til Týrus, leitaðu teir upp læri­svein­ arnar og steðgaðu har sjey dagar. Hetta eiga vit at taka til eftirtektar. Eg vil nýta høvið at siga til tey ungu serliga, sum eru trúgvandi. Venji tykkum til at søkja upp Guds børn, tá ið tit ferðast og annars eru í útlandinum. Tað er gott fyri tykkum, og vil eisini geva tykkum nógv góð upplivilsir. Paulus fór víðari til Ptolemais, eisini har heilsaði hann upppá brøður. Síðani varð farið til Kesarea. Haðani fóru teir til Jerúsalem. Vit eru nú komin til kap. 21, og vit lesa í versi 17, at Paulus er komin til Jerúsalem og hittir har Jákup. Hesin Jákup verð­ ur hildin at vera bróð­ ir Harrans Jesusar eft­ir holdinum. Hann var ein av teimum fremstu í sam­ komuni í Jerúsalem smb. tað, sum Paulus sigur í Galatiabr. 2,6-10. Hesin Jákup tykist ikki at vera so frælsur frá lógini og yvir fyri teim­um trúgvandi sum Paulus. Í brævi sínum til samkomuna í Galatia skrivar Paulus nógv um hetta og roynir at fáa samkomuna har frá aftur lógini, sum teir vóru farnir undir aftur. Júst í hesum brævinum, kap 2,19 sigur hann: Tí eg eri við lógini deyður frá lógini, fyri at eg skal liva fyri Gud. Vit gera væl í at lesa alt Galatiabrævið. Meir um Jákup næstu ferð. Framhald. Hugleiðingar úr Ápostla­søguni Richard Danielsen Yvirlýsing frá Giktafelag Føroya Á limafundi hjá Giktafelag Føroya 23.11.2011 umrøddu fundarluttakararnir støð­ u­na, sum er íkomin á gikta­ økinum.  Semja var um at heita á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag. Víst verður til samgongu­ skjalið, har skrivað stendur, at ”bíðilistarnir til serviðgerð skulu minka.” Verandi giktalækni hevur megnað at stytt bíðitíðina til giktaviðgerð frá einum ári til 2 mánaðir. Hann er dugnaligur og væl lýddur, og tað er ynskiligt og rímiligt, at hann heldur fram í starvinum.  Vit krevja, at giktalæknin fær arbeiðisró og sømilig kor at virka undir bæði við­víkj­ andi sáttmála og arbeiðis­ viðurskiftum yvirhøvur.