Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tónleikarar eru Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnaken­ burg á flygul. Frá­søgu­ maður verður Jógvan Elias Joensen. Gerandisdagurin kann vera gráur, men hann kann eisini lýsa bjart. Summar løtur kunnu standa sum sól­ glátt­ar í minninum. Leir­víkar Bátasavn hjá Ossmundi Justinussen er eitt stað sum vekur nógv góð, ógloymandi minnir. Árliga jólakonsertina í snotuliga Bátasavninum er mest sum blivin ein traditión í Leirvík. Í ár verður hon hildin sum kvøldseta við tónleiki og frásøgn. Byrjað verður klokkan 19.30 og eru tað Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul, sum fara at framføra tón­leik. Sumt, sum tey fara at spæla, er úr teirra egnu CD, »Klassiskar tón­leikar­perlur«, sum tær fyri tveimum árum síð­ani góvu út. Umframt verða spæld løg av millum annað Brahms, Potstock, Gade og Henrigues. Jógvan Elias Joensen fer ar greiða frá um »Jólahald undir krígnum« – ein tíð, sum hevur sett síni spor hjá føroy­ingum í teirra ættar­liði. Øll vælkomin til ein drekkamunn við sveis­ iskum heimabakstri. Eis­ini er høvið at keypa sær CD’ina hjá Moniku og Birgitte »Klassiskar tón­leika­perlur« fyri ser­ prís á kr. 100, um so er, at nakrar jólagávur skuldu mangla. Atgongamerkir á kr. 80 fást við dyrnar, børn og næmingar hava ókeypis atgongd, siga fyri­reik­ararnir. leo@sosialurin.fo Kvøldseta á Leirvíkar Bátasavni Leygarkvøldið 3. desember klokkan 19.30 verður skipað fyri kvøldsetu upp undir jól á Leirvíkar Bátasavni Tað eru tær báðar, Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg, sum fara at framføra tónleikin Leo Poulsen Arbeiðsloysisprosentið var 6,1. Tað er 0,3 prosentstig meiri enn í september mánað. Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broyt­ingum, so vísir árs­ tíðar­javnaða arbeiðsloysis­ pro­sentið 6,5 í oktober, og tað er 0,2 prosent meiri enn í sep­tember. Býtt á kyn vóru 856 full­ tíðararbeiðsleys konufólk og 813 mannfólk í oktober. Hjá kvinnum vaks talið við 21 og hjá monnum við 69, saman­ borið við september. Arbeiðsloysið í  oktober var størri enn fyri einum ári síðan. Tað vóru 157 fleiri full­ tíðararbeiðsleys í oktober í ár, enn tað vóru í november í fjør. Hinvegin er arbeiðsloysið nú munandi minni enn tað var í februar  í ár (sí striku­ mynd). Stóri vøksturin, ið var í arbeiðsloysinum frá november mánað í fjør, hvørs størsta orsøk helst var húsagangurin hjá Fiska­ virking, var í hæddini í  februar. Arbeiðsloysið mink­ aði soleiðis við 588 fulltíðar­ arbeiðsleysum frá mars til september. Men nú tykist vend at vera komin í og arbeiðsloysið veksur aftur. Arbeiðsloysið veksur aftur Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.669 í oktober, ið er 90 fleiri enn í september mánaða, upplýsir Hagstovan Ongan blokk við afturvirkandi kraft Vit hava ongantíð sagt, at vit vilja hava blokkstuðul við aftur­ virkandi kraft. Vit ynskja bara, at blokkurin verður prístals­ viðgjørdur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður Leo Poulsen Tað hevur skapt nakað av iva um blokkin og prístals­við­ gerð­ina, ið nógv hava skilt skuldi hava afturvikrkandi kraft. Men løgmaður slær púra fast, at tað ongantíð hevur verið upp á tal. – Tað ber ikki til at fara at samráðast um blokkin fyri undanfarin ár, tí tær av­talur­ nar eru klokkuklárar. Tað, sum vit ynskja, er at vit fáa tann blokkstuðul fyri 2012, sum vit høvdu fingið, um blokkurin hevði verið prís­ tals­viðgjørdur á hvørjum ári síðani 2002, sigur Kaj Leo Johannesen. Hetta er eisini í tráð við tað, sum Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sam­ bands­flokkin, førdi fram á Fólkatingi í gjár, tá viðgerðin um blokkstuðul til Føroyar var fyri. – Vit ynskja ikki prístals­ viðgerð við afturvirkandi kraft, men har afturímóti ein prístalsviðgjørdan blokk fyri 2012, segði Edmund Joensen. Tað hava verið ymiskar útmeldingar frá donskum politikarum um hetta málið, men tá ivin í Føroyum um prís­talsviðgerðina av blokk­ inum kann vera so stór­ ur, er heldur ikki vist, at danskir politikarar hava skilt føroysku umbønina til fulnar. – Vit kunnu ikki tingast um framman undan gjørd­ ar avtalur, so tá vit fara til samráðingar við donsku stjórn­ina um ein prístals­við­ gjørdan blokk, so verður tað við blonkum pappíri, sigur Kaj Leo Johannesen. Broytingaruppskot Løgmaður sigur, at tá ynski er um at prístalsviðgera blokk­in, so er ikki talan um at fáa pen­ing við afturvirkandi kraft. Hann undirstrikar, at talan er um blokkin fyri 2012. – Tað, sum vit ynskja, er at fáa blokkin prístals­ við­gjørdan, eins og allar aðrar útreiðslur á donsku fíggjar­lógini verða prístals­ við­gjørdar, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sigur, at blokkurin fyri 2012 eigur at koma upp á tað støði, sum hann hevði verið, um hann varð prís­tals­ viðgjørdur øll árini, heldur enn at verða fastfrystur í 2002. – Tað er harfrá, at tær umrøddu 130 til 150 millión­ irnar koma, og ikki frá prís­ talsviðgjørdari stuðuls­veit­ ing árini frá 2002 til 2011, sig­ur Kaj Leo Johannesen. Flestu framsøgufólk á Fólka­tingi í gjár gjørdu greitt, at tað kemur ikki upp á tal at veita blokkstuðul við aftur­virkandi kraft, men tá tað so vísir seg, at tað er ikki tað, ið lands­stýrið biður um, er støðan helst ein onnur. Í hvussu er boðaði danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, frá, at tað kemur eitt broytingaruppskot áðr­ enn triðju vikðgerð at blokk­ stuðlinum til Føroya. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vísir aftur, at lands­stýrið vil hava blokk­stuðul við afturvirkandi kraft Savnsmynd