mikudagur 30. november 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Arge
Fullsett var í stóra salinum í
Norðurlandahúsinum í gjár
kvøldið, tá fakfeløgini høvdu
boðið limum sínum og øðr
um áhugaðum á stórfund at
hoyra um avleiðingarnar av
politikkinum, sum nýggja
samgongan ætlar at seta í
verk. Í gongini undan fundi
num sást aðalstjórin í Fíggj
armálaráðnum. Fleiri hildu,
at maðurin var djarvur, tí
frættu samgongumenn, at
hann var møttur at lurta eftir
talaða orðinum á almennum
fundi, kundu teir fáa tann
illgruna, at aðalstjórin var
ímóti
politikkinum
hjá
samgonguni og hevði sam
huga
við
fakfeløgunum.
Onnur hildu tó, at tað var
heilt í lagi, at hann møtti at
ríka seg við vitan.
Lækka 17 prosent
Jan Otto S. Holm, óheftur
pensjónsráðgevi, legði fyri
við at greiða frá avleiðing
unum av at skatta pensjónir
við inngjaldi. Hann nevndi,
at tekniskt er ongin munur
á at skatta pensjónirnar
við inngjaldi og útgjaldi,
men
í
veruleikanum
er
munurin stórur. Við einum
greiðum dømi vísti hann,
at sjálv pensjónin skatt
að við inngjaldi minkar 17
prosent, og tí fara allir pen
sjónistar at missa pening.
Hetta fer at hava við sær, helt
hann, at hugurin at spara
upp minkar. Haraftrat fara
skattakrónurnar, ið áttu at
fylgt eldrabylgjuni út í fram
tíðina, at mangla í, tá eldra
bylgjan av álvara fer at gera
um seg um 20-30 ár.
Jan Otto S. Holm stað
festi, at størri tørvur er á
vælferðarsamfelagnum
seinni enn at taka skattin
av pensjónunum nú fyri at
fíggja ein skattalætta. Hann
segði seg ikki hava hoyrt
nakran halda, at tað er eitt
gott hugskot at skatta pen
sjónirnar
við
inngjaldi.
Lógvabrestirnir vóru hvøllir,
tá hann var liðugur at tosa,
men dátt kom tað við hjá
fleiri áhoyrarum at hoyra,
at pensjónin í krónum og
oyrum fer at minka 17 pro
sent, verður ætlanin hjá sam
gonguni sett í verk. Hetta
samsvarar ikki við tað, sum
samgongan hevur sagt um,
at pensjónsútgjaldið verður
óbroytt við ætlaða skatting
arháttinum.
Skattalætti fíggjast
Malan Johansen og Kári D.
Petersen, búskaparfrøðingar,
umrøddu væntaðu avleiðing
arnar av flatskattaskipanini,
hallinum
á
fíggjarlógini
og ætlaða fiskivinnupoli
tikkinum. Malan Johansen
nevndi, at flestu flokkar
eru samdir um, at marginal
skattatrýstið í Føroyum er
ov høgt, og at skatturin tí
má lækka. Á eini mánað
arinntøku á 21.000 kr. er
marginalskatturin 58 pro
sent, og tað køvir hugin at
arbeiða. Sæð úr einum bú
skaparligum
sjónarhorni
er tað tí skilagott at lækka
skattin, men ein skattalætti
skal
fíggjast,
og
einasti
møguleikin at fíggja hann er
ikki bara at taka skattin av
pensjónunum við inngjaldi,
segði hon.
Malan Johansen vísti á,
at til eina so stóra bygnað
arbroyting sum flatskatta
skipanina er neyðugt at finna
eina bygnaðarliga fígging.
Søla av fiskiveiðirættindum
ein møguleiki, segði hon. Ein
annar
møguleiki
er
at
avtaka sjómannafrádráttin,
og ein triði møguleiki er at
umhugsa
samdøgursfrá
dráttin
til
handverkarar
uttanlands. Eisini nevndi
hon,
at
fastognarksattur
kundi verið settur í gildi so
leiðis, at tey ríkastu rindaðu
mest, og at hægri avgjøld
kundu verið løgd á marg
lætisvørur. Tey, sum tjena
mest, fáa mest burtur úr
ætlaða skattalættanum, og
pengarnir mugu tí takast
innaftur onkustaðni, stað
festi Malan Johansen.
Hon vísti á, at 25.000
skattgjaldarar í Føroyum
hava eina ársinntøku upp
ímóti 250.000 kr. Hesi fáa
nærum ongan skattalætta.
12.095 skattgjaldarar hava
eina
ársinntøku
millum
250.000 kr. og 600.000 kr.
Hesi fáa meira í lætta, so
hvørt sum inntøkan hækkar.
Knøpp 1.000 fólk vinna so
yvir 600.000 kr. Tey fáa nógv
mest í krónum og oyrum. Fer
skattalættin so at seta ferð á
nýtsluna? Tað helt Malan
Johansen ikki. Meira sann
líkt er, at tey, sum fáa ein
veruligan lætta, fara at spara
upp ella gjalda niður skuld.
Skattalættin fer tí ikki at
stimbra búskapin nevnivert,
helt hon.
Stórar avbjóðingar
Kári D. Petersen var bersøgin
um skattalættan, sum eftir
ætlanini hjá samgonguni fer
at kosta 265 mió. kr. Hetta er
ikki smávegis upphædd, tá
hallið á fíggjarlógini framm
anundan er 500 mió. kr., og
málið hevur verið at fáa
hallið burtur í 2016. Bæði
hall og skattalætti skulu
fíggjast, og púra vist er, at
tíðin er ikki tann rætta at
læna seg til lættan, segði
hann. Hann nevndi, at æt
lanin sambært semju í fíggj
arnevndini í vár hevur ver
ið at skerja útreiðslurnar á
almannaøkinum og heilsu
økinum munandi. Hesar æt
lanir eru órealistiskar, helt
hann, og tí er avbjóðingin hjá
landinum sera stór - bara av
hallinum. Mest sannlíkt má
skattalættin tí takast inn
aftur longu um eitt ár.
Við hesi stóru avbjóðing
í huga er tað óskiljandi,
helt Kári D. Petersen, at
samgongan hevur gjørt av,
at ein rullandi skipan við
loyvum skal galda í fiski
vinnuni. Ein rullandi skip
an hevur við sær, at loyvini
verða latin nøkrum fáum
reiðarum í allar ævir, segði
hann. Á hendan hátt frá
siga
politikararnir
sær
møguleikan at taka gjald
fyri fólksins ogn í havinum,
tí teir heldur vilja lata
nøkrum
fáum
reiðarum
milliónavirðini
fyri
onki.
Við hesum politikki eru útlit
til, at Føroyar verða eitt fá
mannaveldi, eitt oligarki, har
nakrir fáir menn fara at eiga
mesta ríkidømið og kunnu
keypa upp alt vinnulív í
Føroyum, segði Kári D. Peter
sen.
Lægri pensjónir
og fámannaveldi
Á kunningarfundi hjá fakfeløgunum í Norðurlandahúsinum í gjár søgdu
serkøn, at pensjónin fer at lækka 17 prosent, um hon verður skattað
við inngjaldi. Skattalættin fer at kosta 265 mió. kr., men verður
helst tikin innaftur um eitt ár, tí hallið hjá landinum er 500 mió. kr.
Fiskivinnupolitikkurin fer at skapa eitt fámannaveldi, har nakrir fáir
reiðarar fara at eiga meginpartin av fiskiríkidøminum, varð eisini sagt
Jan Otto S. Holm, pensjónsráðgevi
Malan Johansen, búskaparfrøðingur