mikudagur 30. november 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kærleikskúlan
ger Munin
Kærleikskúlan Á samkomu fyrrapartin í gjár avdúkaði Dugni, hvør hevði
gjørt Kærleikskúluna 2011 og ikki minst hvør fekk hana
Snorri Brend
Samkoman varð hildin á
Listasavni Føroya, og her
kundi Kristina T. Larsen,
stjóri í Dugni avdúka, at
Hansina Iversen hevði fingið
tann heiður at listprýða árs
ins Kærleikskúlu.
Fyrsta eintaki av Kær
leikskúluni 2011 varð handað
fyritøkuni Munin. Við hesum
heiðrinum ynskti stýrið fyri
Dugna at takka fyritøkuni
fyri, at hon vísir jaligan vilja
og ídni at rúma fólki, ið bera
brek.
– Munin er ein virðilig
fyrimynd, tí hon vísir, hvussu
ein fyritøka á ein góðan og
uppbyggjandi hátt kann fáa
fólk við arbeiðstarni at geva
sína arbeiðsmegi til føroyska
samfelagið, verður sagt.
Kærleikskúlan hevur eitt
reyðlitt silkiband, ið ber brá
av jól og kærleika. Hon er
pakkað í eina snotiliga eskju
saman við einum vøkrum
faldara.
Í faldaranum er ein frá
greiðing um kærleikskúluna
og um sniðið hjá Hansinu
Iversen umframt ein heilsan
frá Kaj Leo Johannesen, løg
manni.
Kærleikskúlan kostar 400
krónur, tá hon er til sølu í
gávubúðunum. Um kærleiks
kúlur eru eftir aftan á 23.
desember, kunnu fólk venda
sær til Dugna og keypa eina
kúlu fyri 800 krónur.
Samspæl millum
menniskju
Hansina Iversen sum hevur
listprýtt Kærleikskúluna 2011
sigur soleiðis um verk sítt:
– Á kærleikskúluni eru
í ár tvær myndir av sama
slagi settar beint yvirav hvør
aðrari. Tær ímynda saman
spælið millum tvey menn
iskju, ið ikki møtast fysiskt,
men standa beint yvirav
hvørjum øðrum og síggja tá
inn í kjarnan á hvør øðrum,
eins og tá eygu møtast
og okkurt hendir innan í
okkum.
Áskoðarin sær tær renna
saman í eina mynd. Kúlan
snarar og myndirnar snarast
úr hvørjari aðrari fyri aftur at
sameinast, og soleiðis heldur
tað áfram, so leingi kúlan
hongur í tunnum tráði.
– Reyði liturin verður
ofta tengdur at kærleiks
hugtakinum í okkara parti
av heiminum. Inni í miðjuni
logar heiti guli liturin, sum
strálar sum ein sól. Kring
gula logan er ein ringur av
bláum, sum er ímyndin av tí
kalda, tó hann er ikki kenslu
liga kaldur, men ein verndar
ringur, ið verjir reyða litin
ímóti at brennast upp av
gula loganum, sigur Hansina
Iversen um Kærleikskúluna
2011.
snorri@sosialurin.fo
VIRÐILIG FYRITØKA
– Tit hava víst, hvussu ein fyritøka á ein góðan og uppbyggjandi hátt kann fáa fólk við
arbeiðstarni at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið, varð sagt í grundgevingini
fyri at Munin í ár fekk Kærleikskúluna 2011. Johan Samuelsen, formaður í stýrinum
fyri Dugna handar her stjóranum í Munin, Búi Uni Jensen ta fyrstu kærleikskúluna
Mynd: Álvur Haraldsen
KÆRLEIKSKÚLAN 2011
Í morgun varð avdúkað, at fyritøkan Munin fekk ársins Kærleikskúlu. Vinstrumegin stjórin í Munin,
Búi Uni Jensen; Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri og Hansina Iversen, listakvinna
Mynd: Álvur Haraldsen
Kærleikskúlan verður seld í hesum gávubúðum:
Klaksvík: El-In og Gávubúðin hjá Annu
Fuglafjørður: Parfumarí Ninni
Saltangará: Berglon
Norðskáli: Stanley
Sørvágur: Ursmiðjan
Tórshavn: Kaffibarrin á Vaglinum, Inspiration í SMS
og Thomas Dam búnýti í miðbýnum
Sandur: Gávubúð & Ísinkram
Tvøroyri: El-handilin Bærentsen
Vágur: Torgið Zone
Allur søluágóðin fer til
mennandi virksemi hjá
Dugna. Endamálið hjá
Dugna er at stuðla arbeiðs
tarnaðum við mennandi
virksemi og útbúgving,
so hesi hava møguleika at
fáa vinnuførleikan aftur.
Komandi ár um somu
tíð fer Dugni at geva eina
nýggja serstaka Kærleiks
kúlu út. Hvørt ár verður
tað eitt nýtt føroyskt lista
fólk, sum sniðgevur kær
leikskúluna.
snorri@sosialurin.fo
Til mennandi
virksemi