Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 k r e a Arbeiðssetningur Fyriskipan og samskipan av verkætlanini at leggja stovnarnar Almannastovuna og Nærverkið saman. Starvið er skipað við beinleiðis tilvísing til stjóran á samanlagda stovninum. Endamálið við starvinum er, at samskiparin arbeiðir saman við stjóra og leiðslutoymi at gera projektbólkar, ið arbeiða eftir givnum yvirskipaðum leisti, soleiðis at verkætlanin um samanleggingina kann fremjast í verki. Arbeiðsuppgávur Høvuðsuppgávan er í tøttum samstarvi við stjóran at fyriskipa samanleggingina av Almannastovuni og Nærverkinum í verki. Starvið umfatar eisini: Samskifti við stovnar undir samanlagda stovninum, aðrar almennar stovnar, feløg og áhugabólkar. Kunning innanhýsis á stovninum eins og uttanhýsis. Serstakar analysur í samband við samanleggingina. Kunning til intranet og heimasíðu. Førleikakrøv Talan er um eitt starv við sera fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum, har vit ynskja: • at tú virkar sum samskipari av yvirskipaðum ætlanum at fáa samanleggingina at eydnast • at tú samskipar tilfar til støðutakan hjá leiðslutoyminum • at tú ert við til at fáa projekt- bygnaðin at virka • at tú ert førur/før fyri at síggja heildina burturúr brotum • at tú hevur politiskt tev • at tú ert virkin og nýhugsandi • at tú ert førur/før fyri at nágreina uppskot um broytingar í verandi bygnaði • at tú samskipar uppskot frá leiðslu- toyminum um samanleggingina • at tú ert førur/før fyri at arbeiða sjálvstøðugt • at tú hevur góð samstarvsevnir • at tú kanst loysa uppgávur í samsvari við endamálið, sum leiðslutoymið setir • at tú ert førur/før fyri at halda teg til tiknar avgerðir av yvirskipaðum slagi Starvið er tíðaravmarkað til 3 ár. Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur útbúgving frá hægri lærustovni. Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanartreytir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á telefon 35 35 10 ella 29 70 00. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. des. 2011, kl. 08:00. Umsóknirnar skulu sendast til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, FO-100 Tórshavn almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo naerverk@naerverk.fo www.naerverk.fo Projektsamskipara til samanlagda stovnin Søkt verður eftir Eitt starv við sera fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum