Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Um hesa tíðina í fjør varð nógv skriving um, at skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum, Tjaldr­ið og Brimil, lógu bund­ in á Skála ein stóran part av tíðini, tí peningur var ikki til olju – uttan til tær mest neyð­tur­viligu uppgávurnar. Elmar Højgaard, leiðari á Fiski­veiðieftirlitinum, sigur, at í fjør hevði stovnurin vón­ að at fingið eina eyka­játtan, so­leiðis at skipini kundi sigla meiri. - Vit høvdu eisini onkrar skað­ar í fjør, sum máttu ger­ ast, og sum saman við dýru olju­ni tyngdu um raksturin av skipunum. Men higartil í ár hava vit verið meiri hepp­ in, og ætlanin hevur hildið. Elmar Højgaard sigur, at tað hevur soleiðis hevur eydnast at hava virksemi koyr­andi, og hann vónar, at eingin óhapp verða við skipu­num tað, ið eftir er av árinum. Veðrið tarnar Nú veðrið hevur verið so óstøðugt, og ódnarveður hev­ur herjað um land og hav­ leið­ir, hevur lítið virksemi ver­ið úti á fiskifeltunum. Uppisjóvarskipini eru liðug við sína kvotu und­ir Føroyum, men ísfiska­skip­ ini fara at royna fram til seinasta søludag hjá Fiska­ mark­naði Føroya – og so leingi, sum virkini hava stund­ir at arbeiða fiskin und­an fyri jólahøgtíðina. Millum jól og nýggjár er van­liga lítil fiskiveiða undir Før­oy­um, men tó so plaga onk­ur ísfiskaskip at loysa. Í fjør loystu hval­bi­ar­trol­ ar­arnir, Hamranes og Breiða­ nes, og gjørdu ein stuttan og góðan upsatúr undir Før­ oyum. Teir løgdu veiðina upp til TG Seafood í Hvalba, har besti upsin fór fyri einar 12 krón­ur fyri kilo. 0vilmund@sosialurin.fo Hevur gingið eftir ætlan hjá Fiskiveiðieftirlitinum - Vit hava tí­ bet­ur ikki havt nakr­ar serligar eyka­út­reiðslur í ár av skipunum, og tí hevur eisini heystið ging­ið eftir teirri æt­ lan, sum vit hava lagt, sigur El­mar Højgaard, leið­ ari á Fiski­veiði­ eftir­litinum vit høvdu onkrar skaðar í fjør, sum máttu gerast, og sum saman við dýru oljuni tyngdu um raksturin av skipunum ELMAR HØJGAARD Vilmund Jacobsen Løgtingsmaðurin, Helgi Abra­ham­sen, skrivaði á sín­um profili á Facebook fyrst í vikuni, at aðalstjórin í Almannaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, var í Vágs­bot­ ni leygardagin til mót­mælis­ til­tak­ið í sambandi við, at lands­stýrið biðir danir um at hæk­ka ríkisstuðulin. Hetta hevði løgtingsmaðurin sæð í eini myndarøð, sum Dimma­ lætt­ing hevði frá tiltakinum. Viðmerkingin hjá Helga Abra­hamsen var: ”O.k., so vita vit, hvar vit kunnu spara. Almannamál eru helvt­in av fíggjarlógini, og um aðalstjórin heldur, at pengar ikki mangla, hví skulu vit onnur so?«

 Á profilinum finnast fleiri fólk at tingmanninum fyri hesa útsøgn, sum hann kort­ ini verjir. Mótmæla ikki Stjórin í Al­manna­mála­ráð­ num, Eyðun Mohr Hansen, er limur í Tænastu­manna­ felag­num, har Meinhard Gaardlykke er formaður. Meinhard Gaardlykke segði við Rás2 í gjár, at nevnd­ in í felagnum hevur gjørt av ikki at luttaka í slík­um mótmælistiltøkum, tí felagið metir, at tey sum tæna­stu­ fólk samstundis eru eru í star­vi hjá landsstýrinum. - Hinvegin haldi eg ikki, at tað er rætt av løg­tings­manni at gera eitt slíkt detek­tiv­ar­ beiði og heingja ein av okkara lim­ur út, tí hesin hevur ver­ ið við til mótmælistiltak. Okkara limum stendur frítt at luttaka í slíkum tiltøkum, tí hetta er ein borgarligur rætt­ur, tó at vit halda, at tað hevði verið betri, um teir ikki gjørdu tað, sigur Meinhard Gaard­lykke, formaður í Tænastu­mannafelagnum. Í heyst hevur verið friður og Brimil og Tjaldrið, sum í fjør vóru nógv frammi í fjølmiðlunum, tí Fiskiveiðieftirlitið ikki hevði ráð til olju. - Í ár hevur ætlanin, sum vit løgdu, hildið, sigur Elmar Højgaard á Fiskiveiðieftirlitinum Mynd: Jens Kristian Vang Hamranes og Breiðanes loystu beint eftir jól í fjør og gjørdu ein góðan túr – og seldu fyri metprís í Hvalba Ikki rætt at gera detektivarbeiði - Eg haldi ikki, tað er rætt av løgtingsmanni at gera eitt slíkt detektivarbeiði og heingja ein av okkara limum út, sigur Meinhard Gaardlykke, formaður í Tænastumannafelagnum Nevndin í Tænastumannafelagnum hevur gjørt av ikki at luttaka í mótmælistiltøkum móti landsstýrinum. Meinhard Gaardlykke er formaður í felagnum