Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fiskamarknaður Føroya sel­di mánadagin góð 26 tons av fiski fyri slakar 307.000 krónur. Miðalprísurin fyri øll fiska­sløgini samanlagt var 11,74 krónur fyri kilo.

 Størstu einstøku nøgd­ ir­nar vóru kongafiskur, um­leið 7 tons tilsamans. Besti miðalprísur fyri konga­fisk var 10,86.

 Næst størstu einstøku nøgd­ir­nar vóru longa, sløk 6 tons tilsamans, Besti miðalprísur á longu var 13,80 krónur fyri kilo.

 Umleið 3,5 tons av toski vórðu eisini seld á marknaðinum í gjár. Fræg­astu nøgdirnar vóru av toski 3, 1,8 tons til­sam­ ans, sum fingu miðal­ prísin 14,57.

 Eitt sløð var eisini av blá­longu, umleið 2,2 tons til­samans, og her var miðal­prísurin 7,80 kónur fyri kilo. Tá eingi dýr fiska­ sløg eru á mark­naði­num, sum eitt nú havtaska ella reyð­sprøka, ligg­ur miðal­ prís­urin á Fiska­mark­naði Før­oya sum oftast øðru megin 12 krónur fyri kilo. Vilmund Jacobsen Skipini, Tróndur og Orion, sum í ódnini seinastu fríggja­ nátt slitu við bryggju á Skála og róku á land hinu megin fjørð­in, standa framvegis í fjøru­ni á Skipanesi. Sambært Degi & Viku í gjárkvøldið, hevur nógv fund­ar­virk­semi verið millum ymisk­ar lands­myndug­leik­ar um støðuna, nú fólk í øki­ num eru farin at ótolnast og ótt­ast fyri eini oljudálking, um skip­ini ikki verða fingin av­aft­ur. Eigari fingið freist Eigari av Tróndi og Orion er Sp/f Faroe-Group Ltd. við Sjúrði Gorm Petersen. Felag­ ið hevur nú fingið freist til klokkan trý í dag at koma við eini haldgóðari ætlan um, hvussu Tróndur og Orion trygt kunnu fáast leysir aftur – uttan, at oljudálking spyrst burtur úr hesum. Sum skilst, eru 40.000 litr­ar av gassolju umborð á Orion og umleið 15.000 litrar um­borð á Tróndi. Bæði fólk í økinum og lands­myndugleikar halda, at nú er nóg long tíð gingin, uttan at nakað er hent. Havnarmeistarin hjá Runa­víkar havn, Torbjørn Jacob­sen, segði eisini við Dag & Viku í gjárkvøldið, at tað hev­ur skund at fáa skipini leys aftur, helst í dag ella í morg­i­n. - Beint nú eru streym­ við­ur­skiftini soleiðis hátt­ að, at tað er óvanliga høg­ur vatnstandur á Skála­fjørði­ num. Verður tað ikki nú, at skip­ini verða fingin av aftur, kann hetta gerast ein torfør upp­gáva, segði Torbjørn Jacob­sen. Tíðarfreist er nú sett á, og í skrivi til eigaran sigur Inn­lendismálaráðið, at ger reið­arin ikki eftir boðunum, taka myndugleikarnir ræðið á skipunum, og síðan kemur eigar­in at gjalda fyri tað, sum tað kostar at flyta skipini og fyri­byrgja oljudálking. Uppí málið Leiðarin á Fiski­veiði­eftir­liti­ num, Elmar Højgaard, vísir til tað, sum Innlendismálaráðið sigur, men leggur aftrat, at megnar eigarin ikki at loysa upp­gávuna, er væntandi, at tað verða skipini hjá Fiski­ veiði­eftirlitinum, sum koma at taka sær av hesum. Sambært Elmari Højgaard og teirri kunning, sum hevur verið frammi um Trónd og Orion, er ikki nakar serligur sjógv­ur í skipunum, og lekar eru neyvan nøkur forðing fyri at taka skipini av aftur. - Men verða skipini liggj­ andi, og vit fáa ein uppgang við lágætt og nógvari aldu, veit man jú ongantíð, hvat kann henda, sigur Elmar Høj­ gaard í samrøðu við Sosialin í morgun. vilmund@sosialurin.fo 11,74 krónur fyri kilo Ein vanligan søludag á Fiska­ marknaði Føroya, tá eingi dýr fiskasløg eru á mark­naði­ num, sum eitt nú havtaska ella reyðsprøka, liggur miðal­ prís­urin sum oftast øðru meg­in 12 krónur fyri kilo Umleið 12 krónur fyri kilo. Tað er vanligur miðalprísur ein søludag á Fiskamarknaði Føroya, tá lítið er av dýrum fiskasløgum Mynd: Vilmund Jacobsen Tróndur og Orion framvegis í fjøruni Eigarin av Tróndi og Orion, Sp/f Faroe-Group Ltd. við Sjúrði Gorm Petersen, hevur fingið freist til klokkan 15 í dag at koma við eini haldgóðari ætlan um, hvussu skipini trygt kunnu loysast úr fjøruni á Skipanesi. Hendir einki, tekur tað almenna um endan, og felagið fær rokning fyri tað, sum hetta kostar Orion liggur beint undir lága bakkanum Mynd: Vilmund Jacobsen Lutfalsliga stutt er millum skipini, har tey liggja inni í fjøruni á Skipanesi Myndir: Vilmund Jacobsen