Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Annika Olsen er tann ein­ asti politikarin, ið torir at føra landspolitikk. Gamli fólkafloksmaðurin, Hjarnar Djurhuus er ikki ein, sum tekur orðið ofta, held­ur ikki á landsfundum í Fólka­ flokkinum. Men á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin, reistist hann úr stólinum og lyfti fremstafingur ímóti floks­leiðsluni.. Tað, sum hann serliga átal­aði, var, at Annika Olsen ikki hevði fingið betri sømdir í flokkinum og varð vald til forkvinnu fyri flokkin. Hann hevði fyri kortum verið í eini samkomu, har hann tosaði við ein ungan mann, sum greiddu frá, at teir vóru seks vinmenn, sum allir vóru fólkafloksmenn. Men nú var bara hann eftir, tí allir hinir fimm vóru farn­ir í aðrar flokkar. – Eg helt, at tað var rætti­ liga áhugavert, sum hesin ungi maðurin fortaldi. Hjarnar Djurhuus helt eisini, at tað góða valúrslitið hjá Anniku Olsen var sera áhuga­vert. Annika torir Hann vísti á, at Annika Olsen fekk næstan líka nógvar at­ kvøður, sum allar fýra ting­ kvinnurnar hjá Tjóðveldi fingu tilsamans. – Tann, sum ikki steðgar á og hyggur nærri at hesum her, hevur ikki serliga gott skil fyri politikki, segði hann. Sjálvur heldur hann, at for­kláringin upp á, hví Annika Olsen fekk so gott val­úrslit, er sera einfalt. – Eftir míni meting er hon er tann einasti politikkarin ið førir landspolitikk. Teir flestu av hinum politikarunum føra bara ein víðkaðan komm­unu­ politikk. – Og Annika Olsen er tann einasti politikkarin, ið torir at taka eina støðu. Hjarnar Djurhuus helt, at tað gav at bíta í kommunu­ málinum, har Annika Olsen tordi at taka ta støðu at leggja kommunurnar saman. – Hinir politikararnir tora ikki leggja kommurnar sam­ an, fyrrenn teir hava spurt kommunurnar, tí teir eru bangnir fyri at missa nakrar atkvøður. Men Hjarnar Djurhuus staðfestir, at politikarar eru valdir at taka avgerðir. Hava teir ikki rygg til at taka eina støðu kunnu vit siga við teir, sum sagt varð við ein fakfelagsformann fyri nøkr­ um árum síðani. – Tú ert valdur at taka støðu og torir tú ikki tað, mugu vit hava ein ann­an for­ mann, sum torir, vórðu boðini til fakfelags­formann­in. – Tað er ongin ivi um, at hetta valið vísir, at Fólka­ flokkurin hevur ein ungan politikara, sum torir at taka støðu og sum torir at taka ábyrgd og tí hevur hon fingið so góða undirtøku sum ongin annar hevur tikið, segði Hjarn­ar Djurhuus. – Tað er so einfalt sum tað, at tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Fólkaflokkurin fekk so gott val, legði hann afturat. Ikki hugtikin av Jørgen Hjarnar Djurhuus fanst eis­ ini at formanninum í Fólka­ flokkinum. – Eg eri ikki so ræðuliga hugtikin av Jørgen Niclasen, segði hann. – Tá ið samgonga varð skip­að eftir valið í 2008, telv­ aði Jørgen Niclasen seg fram til ein landsstýrissess í uttan­ ríkismálum. – Tað má so merkja, at hetta var tað, sum Jørgen Nicla­sen helt, var tað besta úrslitið fyri Fólkaflokkin. – Men tá ið valskeiðið nærk­aðist endanum, rýmir hann mitt í øllum úr hesum týð­andi sessi, hann hevur telvað seg fram til. – Forkláringin um, at tað var fyri at spara pening og fyri at hann skuldi fáa betri stundir til flokkin, trúði ong­ in upp á, yvirhøvur ikki, stað­ festi Hjarnar Djurhuus. Hann fýltist eisini á manna­gongdina, táið aðal­ stjóri varð settur í Uttan­ríkis­ ráð­num. – Jørgen Niclasen vrak­ aði bæði tann, sum varð við­ mæltur sum nummar eitt og sum nummar tvey og setti tann triðja í røðini. Fyri Hjarnar Djurhuus var ongin ivi um, at endamálið hjá Jørgen Niclasen við hes­ um var eina og aleina at styrkja seg persónliga. Tí metti hann, at Fólka­ flokk­urin hevði brúk fyri yngri fólki, sum tordi at taka støðu og her sipaði hann til Anniku Olsen. Skammiligt Hjarnar Djurhuus er ikki einsa­mallur fólkafloksmaður, sum er stak ónøgdir við støð­ una. – Tað sum er hent seinastu tíðina, er fullkomiliga skammi­ligur atburður í okk­ a­ra flokki, staðfesti Ingi á Smið. – Vit hava aldrin riðið so niðarliga og hevði val verið í dag, hevði Fólkaflokkurin mist minst tríggjar tinglimir, legði hann afturat. – Tað var greið tala frá veljarunum, at Jacob Vester­ gaard skuldi verða lands­stýr- ismaður í fiskivinnu­mál­um. – Tað er eisini greið tala frá veljarunum, at hann vil hava Anniku Olsen at standa á odda fyri flokkinum. – Men alt tað skúgvar flokk­urin til viks, segði Ingi á Smið. Hann helt, at tað hevur stóran týdning at seta hol á hetta orðaskifti í flokkinum, tí tað nyttar ikki at sita ár eftir ár á landsfundi og látast sum um at alt er so sára gott, tí tað er tað yvirhøvur ikki. – Tað er ein velduga stór ósemja, tí floksleiðslan hevur ikki telvað flokkin til tað, sum veljarin vildi hava. Tummas Justinussen sta­ð­festi turrisliga, at Fólka­ flokk­urin lesur valúrslitið sum ”fanin lesir bíbliuna”. Hann ferðast nógv kring landið og allastaðni, hvussu stór ónøgdin er. Hann heldur, at talan er um russiskar til­ standir í flokkinum og hann vónar, at veljarans dómur verður tikin til eftirtektar. – Jacob Vestergaard sigur, at hann mátti læra seg at liva við teirri avgerð, sum er tikin. – Eg stúri fyri, at flokkurin má læra seg at doyggja við hesi avgerðini, segði Tummas Justinussen. Fólkaflokkurin má læra av úrslitinum hjá Anniku Olsen FÓLKAFLOKKURIN Tann, sum ikki lærir av valúrslitinum hjá Anniku Olsen, hevur ikki serliga gott skil fyri politikki, er avgjørdi boðskapurin hjá gamla fólkafloksmanninum, Hjarnari Djurhuus Eg eri ikki so ræðu­ liga hugtikin av Jørgen Niclasen Tað sum er hent sein­astu tíð­ina, er full­ komi­liga skammi­ligur atburður Annika torir – Annika Olsen er einasti politikkarin ið førir landspolitikk og sum torir at taka støðu. Teir flestu av hinum politikarunum føra ein víðkaðan kommunupolitikk og tora ikki a taka støðu, sigur ein hvassorðaður Hjarnar Djurhuus, sum er gamal í garði í Fólkaflokkinum Eg stúri fyri, at flokkurin má læra seg at doyggja við hesi avgerðini