mikudagur 30. november 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Vit skulu hyggja frameftir
og standa saman um ein
maður.
Tað var heilsanin frá
Anniku Olsen til floksfelag
ararnar á landsfund Fólka
floksins leygardagin.
Á
landsfundinum
hjá
Fólkaflokkinum leygardagin
varð meiri tosað um persónar
enn um politikk.
Í øllum førum á tí parti
num á fundinum, sum var
opin fyri fjølmiðlunum, tí
sum vit greiddu frá mána
dagin, vórðu fjølmiðlarnir
koyrdir á dyr, tá ið tveir tím
ar vóru farnir.
Høvuðsevnið
á
lands
fundinum var tann sann
roynd, at Jørgen Niclasen
varð afturvaldur til formann
og Jákup Mikkelsen til lands
stýrismann
í
fiskivinnu
málum.
Men at tað er týðiligt, at
ósemjan í flokkinum er bæði
stór og djúp, tí teir báðar
fyrstu tímarnar snúði nógv
tað mesta prátið seg um,
hví Annika Olsen ikki varð
vald til forkvinnu og lands
stýriskvinnu í fíggjarmálum
og hví Jacob Vestergaard ikki
varð valdur til landsstýris
mann í fiskivinnumálum.
Men sjálvir lótu báðir
høvuðspersónarnir
seg
í
tann semjusøkjandi búnan
og staðfesti, at nú var tað
floksins politikkur, tað galt.
Ein maður
Í eini stuttari røðu ynskti
Annika Olsen Jørgen Nicla
sen, hjartaliga til lukku við
formansvalinum
og
eina
hepna hond framyvir.
Hon ásannaði, at tað verð
ur ein spildurnýggj avbjóðing
at verða landsstýriskvinna
í almannamálum, tí tað er
heilt øðrvísi enn at umsita
innlendismál.
- Avbjóðingarnar eru stór
ar at rationalisera og effek
tivisera, so at borgarin verð
ur raktur sum minst.
- Men onkur fer at merkja
nakað, tað er tað ongin ivi
um.
Hon helt, at tað verður ein
spennandi uppgáva at leggja
eldraøkið undir kommunur
nar í 2013 og í tí sambandi
skal ein eldralóg gerast, sum
ásetir, hvørjar rammur, kom
munurnar skulu halda seg
innanfyri í eldrapolitikki
num.
- Tað er eisini ætlanin at
gera eina nýggja forsorgar
lóg, sum skal vera til fyrimun
fyri tey, sum av álvara hava
brúk fyri hjálp, heldur enn
tey, sum kunnu klára seg við
eitt sindur minni.
Annika Olsen staðfesti
eisini, at soleiðis sum sam
tykti játtanarkarmurin sær
út, er ikki lagt upp fyri at út-
reiðslur verða til at reka ellis-
og røktarheim hesi næstu
fýra árini.
- Tað er ilt at meta um,
hvat er hent, tá ið karmarnir
vórðu lagdir í vár, men tað
er altso ikki lagt upp fyri
rakstrarútreiðslum til ellis-
og røktarheim, so tað verður
helst ein bardagi fyri at út
vega játtan til tað, legði hon
afturat.
Men hon heldur, at tað er
ein spurningur um tað ikki er
rætt at leggja á heilt annan
bógv og føra ein politikk, sum
hevur til endamáls at venja
og endurvenja tey eldru so at
tey eldru, sinnisveiku og tey
við skerdum førleika, klára
seg heima longri enn tey gera
í dag.
Ætlanin er eisini at seta
eitt barnahús á stovn at taka
sær av børnum, sum hava
verið fyri siðamisbrotið, tí
tað er ein stórur trupulleiki.
- Tað er heldur ikki virði
ligt, at vit senda børn av
landinum, tí vit ikki megna
at taka okkum av teimum,
legði Annika Olsen afturat.
Ongin fram um flokkin
Eisini
Jacob
Vestergaard
hevði eina semjusøkjandi
røðu á landsfundinum.
- Flokkurin hevur verið
settur í torførar støður eftir
valið og nógv halda, at vit
kundu havt valt øðrvísi.
- Eg kann halda, at okkurt
val kundi verið til mín fyri
mun, legði hann afturat.
Men hann heldur, at hann
royndi at gera sín part til at
flokkurin skuldi fáa eitt gott
val.
- Eg bleiv ikki landsstýris
maður í fiskivinnumálum og
tað má eg liva við og arbeiða
á tí palli, eg eri á, til frama
fyri fólkaflokspolitikk.
- Eg fái ikki sett meg fram
um flokkin, tí eg má vera á tí
liðnum, sum myndar floksins
politikk framyvir, tí ongin
kann ella má seta seg sjálvan
fram um flokkin.
- Mín møguleiki kemur
kanska eina aðru ferð og so
skal eg nokk taka av honum
tá.
Hann helt ikki, at tað var
nøkur einstøk orsøk til, at
Fólkaflokkurin fekk so gott
væl.
- Orsøkin til valúrslitið var
ein samanrenning av góðum
valevnum, góðum politikki
og góðum samstarvi.
Hann sigur, at hann offr
aði blokkin fyri at fáa tryggar
karmar um fiskivinnuna og
at fáa flatskattin, tí tað vigar
serstakliga tungt hjá flokki
num.
aki@sosialurin.fo
Jacob og Annika hyggja frameftir
FÓLKAFLOKKURIN Bæði Annika Olsen og Jacob Vestergaard eru sinnað
at líta frameftir ístaðin fyri at dvølja við tað, sum farið er
Samanhald
Á landsfundi Fólkafloksins leygardagin gjørdi Annika Olsen onki burtur úr ósemjuni um formansvalið og
landsstýrissessirnar. Hon ynskti Jørgen Niclasen hjartaliga til lukku og mælti til samanhald