mikudagur 30. november 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðskeiðis í sjeytiárunum
varnaðust vit í Skótaliði
Sigmund Brestissonar, at
eitt
nýtt
andlit
gjørdist
partur av gerandismyndini
í skótahúsinum. Hesin til
komni maðurin, sum væl og
virðiliga kundi verið pápi
flestu okkara, var fyrikom
andi og skemtiligur og gav
sær altíð stundir til at veita
eina hjálpandi hond. Ikki
vardi tað leingi, so hugsaði
tú ikki um aldursmunin,
maðurin fall natúrliga inn í
felagslívið hjá okkum ungu.
Tryggvi dugdi eitt, sum ikki
øll tilkomin duga, nevniliga
at lurta eftir ungdóminum
og sýna honum virðing – tú
fekst kensluna av at verða
tikin fyri fult. Og vit hildu
tað vera spennandi, at hann
visti so nógv – og ikki minst
um skótalivið. Hann hevði
verið skóti í tríati og fýrati
árunum, tá ið skótalívið í
Føroyum kanska var upp á
sítt besta. Og tú merkti, at
hetta var nakað, sum Tryggvi
var errin av. Fyri SSB var tað
ein fongur, at Tryggvi tók
upp aftur skótalívið, hann
var ein savnandi persónur,
sum øll gjørdust góð við. Og
gestablíður var hann eisini,
tað var mangan, at vit ungu
sótu væl heima hjá honum
úti á Heygnum Mikla.
Nú Tryggvi var vorðin
skóti aftur, var hann við í
øllum. Umframt at vera við til
at fyrireika forðarenningar
og onnur slík tiltøk, var
hann eisini við í fleiri uttan
landsferðum. Hann var á
legu í Íslandi, í Suðurslesvíg
og ikki minst í sonevnda
Vulcan Projektinum, sum
var ein krevjandi hikeferð
yvir fleiri dagar í íslendsku
náttúruni. Í 1980 var hann
við, tá ið Gillwellroyndin
fyri fyrstu ferð varð hildin
í Føroyum. Gillwellroyndin
er hægsta skótaútbúgvingin
og at henda enn hevur nógv
at týða fyri Tryggva, fært
tú prógv um, um tú sært
hann til okkurt hátíðarhald,
sum hevur okkurt við skót
ar at gera. Tá er hann í Gill
wellturriklæðnum.
Tryggvi er tiltikin gongu
maður og hann vísti okkum
leiðir at ganga, ið vit ikki
vistu um frammanundan,
og leiðir, sum vit ikki hildu
vóru gangandi. Ferðirnar í
Líðhomrum, vestantil á Fjall
inum millum Botna, niðan
Steffansgjógv á Núgvuna,
úr Saksunardali niðan við
Heljardalsá, um Skúvaflatir
og Gásavatn niðan á Torv
skorðarhorn. Og ikki at
gloyma
mongu
ferðirnar
upp á Skælingsfjall – í øllum
veðri. Hugnaligar vóru eisini
løturnar í Dysjunum, tá
Tryggvi bjóðaði glóðheita
bláberjasuppu og sukurlátu.
Og altíð hevði hann rosinur
við, um onkur skuldi fingið
maktarloysi. Var onkustaðni
ótrygt at ganga, gekk Tryggvi
undir, um onkur skuldi farið á
glið. Gleið hann sjálvur, gjørdi
hann bara eitt frensalop og
stóð stinnur aftur, sum um,
at einki var á vási.
Seinnu árini hava vit
mangan verið frálíkar túrar
í
fjøllunum
saman
við
Tryggva. Við Kongavarðar
á Kirkjubøreyni, í Dølum í
Vestmanna, Fransatoftirnar
uppiyvir
Villingardali
og
nógv onnur støð. Tryggvi er
framvegis fullur av søgum
um støðini, sum vit vitja, um
fólkini, sum búleikaðust her
og um hendingarnar, sum
knýta alt saman. Tá ið vit
sjálvi fingu børn, komu tey
við út at ganga, og eisini tey
gjørdust hugtikin øllum tí,
sum Tryggvi hevði at siga frá
– søgur, sum gjørdu túrarnar
minnisríkar. Børnini fullu
skjótt í prát við Tryggva og
undraðust saman við honum
yvir, hvussu djúp mýridýki
eru ella hvar teir freku sjór
ænararnir komu frá.
Tryggvi hevur altíð havt
stóra virðing og alsk fyri
náttúruni. Eftir gongutúr
langafríggjadag í ár, var hann
komin at hugsa um, at vit
høvdu ikki tikið nóg væl upp
eftir okkum, tá ið vit høvdu
sitið og etið einastaðni uppi
á Kirkjubøreyni. Og her var
einki at gera, tað mátti farast
aftur í hagan at taka tað upp,
sum lá eftir.
Hjá einum manni, sum
Tryggva, eru 80 ár eingin
aldur, enn gongur hann tey
flestu væl og virðiliga av – og
vit gleða okkum til komandi
løtur í haganum saman við
honum.
Góði Tryggvi, við hesum
vilja vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við degnum!
Við skótaheilsan,
birkibeinar og rovarar
í seinnu helvt av
sjeytiárunum
Trúgvur skóti fyllir runt
1. desember fyllir Tryggvi Sondum 80 ár
Við Porkerisvatn (apr.2011)
Randi Jacobsen
18 grannar hjá Kongaminn
inum hava mótmælt, at gøtur
verða gjørdar har, men aðrir
grannar gleða seg til, at økið
verður latið upp
Sosialurin
endurgav
mánadagin úr einum mót
mælisskrivi til Tórhavnar
býráð. Mótmælisskrivið var
undirskrivað av nærmastu
grannunum hjá Kongaminn
inum, og hesir grannar ru
ímóti ætlanini hjá kommuni
um at gera gøtur á økinum
og taka seyðin og gæsnar,
sum ganga har, av.
Aðrir grannar siga, at
tað leingi hevur verið eitt
ynski hjá teimum um at fáa
økið latið upp fyri almenn
inginum.
- Vit búgva beint við
Kongaminnið og hava í mong
ár eftirlýst, at økið verður
brúkt meira skilagott. Tað
hevur verið innhegnað við
píkatráði, so nakrir seyðir
kundu ganga á økinum, sigur
Rakul Guðjónsson, sum býr í
Sornhúsgøtu.
Hon heldur tað ikki vera
skilagott, at økið er innhegnað
við píkatráði, tá ið hugsað
verður um, at nógv ferðafólk
plaga at taka myndir har.
Rakul Guðjónsson ræðist
ikki fyri, at ófriður verður á
økinum.
- Tað er at royna tað fyrst
fyri at síggja, hvussu verður, og
broytingar kunnu gerast, um
grannarnir ikki fáa svøvnfrið,
men ikki er vist, at so verður.
Ein annar granni, sum ikki
vil verða nevndur, sigur seg
vita um fleiri grannar, sum
leingjast eftir, at økið verður
latið upp. Einki spælipláss er
í grannalagnum, og har gæs
ganga, ber illa til hjá børnum
at spæla.
- Tíðin er farin frá hegnum
og píkatráði inni í býnum,
sigur hesin grannin.
Onnur vilja hava gøtur