Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak ITF hevur síðan 1948 ført eina Flag Of Convenience (FOC) kampanju. Endamálið er at forða fyri, at reiðarar flyta síni skip í aðrar skipaskráir fyri at sleppa undan ávirk­ an frá fakfeløgum ella fyri at dumpa lønarlag og trygd­ arstøði. Fyri fløgg á FOC listanum liggur sam­ráð­ingar­ rætturin hjá fakfeløgum í upp­runalandinum hjá skip­ inum ella reiðarínum. Sátt­ málarnir skulu gera sam­an við fakfeløgum í heim­land­ inum hjá sjó­monn­um.   Norsk Sjømans Union, Seko úr Svøríki og CO Søfart úr Danmark høvdu heitt á ITF um at seta FAS á FOC listan tí reiðarí úr teirra lond­ um hava ella ætla at skráseta mong skip undir FAS. ITF hevði tvær grund­gev­ ingar fyri hesi avgerð. Tann fyrra er at fyri meir enn 50% av skipunum liggur veruligi ognarskapurin av skipunum ikki í Føroyum. Seinna grund­ gevingin er, at føroyska FAS lógin forðar føroysku mann­ ingarfeløgunum í at gera kollek­tivan sáttmála fyri útlendskar sjómenn við FAS skipum. Hetta er greitt brot á ILO konventiónina um rættin hjá sjómonnum til kollektivan setanarsátmála.   Talan er sostatt um, at FAS heilt greitt uppfyllir treyt­irnar hjá ITF fyri FOC fløgg. Vit skulu ikki tulka hesa avgerð, sum illvilja frá fakfeløgum í granna­lond­ unum. Heldur er talan um, at tey vilja tryggja sær sín sjálvsagda samráðingarrætt. ITF hevur brúkt nærum eitt ár um at viðgera hetta mál. FAS er ein samansett skipaskrá, sum hevur bæði føroysk og “útlendsk” skip. Í løtuni eru 40% av skipunum upprunaliga føroysk. Tað hevði eisini stóran týdning, at so stórur partur av mann­ ingum á FAS skipunum eru føroyingar.  ITF gjørdi av, at tey skip sum føroysk reiðarí eiga, og tey fremmandu skipini, sum føroyingar manna verða ikki mett sum skip undir hent­leikaflaggi. Sostatt fær hendan avgerðin ikki nevni­ verda ávirkan fyri føroysku manningarfeløgini. Føroysku manninga­r­fe­ løgini eru sjálvandi hørm um at hendan støðan er íkomin, og vit høvdu eitt annað tilmæli til ITF. Vit ráddu til at einstøk skip ella reiðarí vóru lýst sum FOC, hetta kann gerast sambart ITF reglu­ gerð­ini. Hóast vit høvdu nak­ að av undirøku fyri okk­ara uppskoti, so helt meiri­ lutin, at tað sendi ein greið­ ari politiskan boð­skap at lýsa alt FAS sum FOC flagg. Ein innahýsis arbeiðs­b­ ólkur í ITF verður settur at fylgja gongdini í FAS. Serliga skal fylgjast við støðuni viðvíðkjandi sam­ ráð­ingarættinum í FAS lóg­ ini. Eisini skal fylgast við um innflaggingin í FAS heldur áfram við somu fer. Greiða skal eisini fáast á um reiðarar fáa óvanliga góðar skattasømdir í FAS. Arbeiðs­ bólkurin, sum føroysku fe­ løg­ini eisini verða víð í, skal innan eitt ár boða frá um eventuellar broytingar, sum kunnu geva grundarlag fyri at taka FAS burtur av FOC listanum aftur. Fleiri av heimsins størstu skipaskráum eru á FOC listanum og flestu av teimum eru á hvíta listanum hjá IMO. Hetta er eitt yvirlit yvir tey lond, sum klára seg best í Port State Control av skipum. Vit skulu undirstrika at FOC listin hjá ITF bert er eitt amboð til at definera hvar samráðingarrætturin skal liggja. Sostatt kunnu lond, sum eru á hesum lista saktans hava eina dygdar sjóvinnu. Tíðindi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag: FAS lýst sum hentleika­ flagg av ITF Føroya Skipara- og Navigatørfelag Eyðstein Djurhuus, formaður Um endamálið við skatta­lætt­anum er at geva vanliga løn­tak­ar­ an­um nakrar krónur eyka at brúka uppá ger­ andisvørur, so nytt­ar tað ikki at geva lækn- anum 6 500 krónur (um mánaðin!), meðan vaski-fólkið einans fær 67 krónur. Av øllum er tað júst vaskifólkið, ið hevur mest brúk fyri at fáa eitt sindur meira fyri at fáa endarnar at røkka saman. Vaskifólkið fær einki burturúr verandi uppskotinum hjá sam­ gonguni. Samgongan vil geva ein skattalætta, sum er fíggjaður av at skatta inngjøld til pensjónir. Hvørjir pengar eru tað, sum rinda fyri okkara pensjón? Okkara egnu lønir! Samgongan tekur sostatt eina inntøku frá løntakaranum eina­ staðni og gevur hana aftur aðrastaðni sum skattalætta – tá við ójavn­ari fordeiling, har lág- og miðallønt fáa sera lítið burturúr. Flestu veljarar hava ikki valt hetta. Men sam­gongu­ flokkarnir velja at venda deyva oyrað móti fólk­ inum. Hvat er fólkaræði vert, um tey valdu ikki halda orð? Flestu okkara taka undir við at broyta skatta­skipanina, so hon verður meira rættvís – men tað má og skal spæl­ ast við opnum kortum í føroyskum politikki, um ikki veljarin skal vænta at verða bæði snýttur og knokkroyttur umaftur. Og umaftur. Og umaftur... upp í saman. Sum tað sær út, hava vit politikarar, ið taka sjálvsøkni fram um grund­sjónar-mið og trú­virði. Tá sig­ur tað seg sjálvt, at ábyrgd­ar­ kenslan dettur niður­ ímillum - løtuvinningur verður tíanverri tikin fram um ábyrgd fyri framtíðar føroyingum, og hann verður síðani býttur út á neo-liberal­ istiskan hátt, har tey múgvandi fáa mest. Hetta má tulkast sum vant­andi virðing fyri velj­aran, sum valdi sítt umboð á ting – fram um hundrað onnur upp­ stillaði! Eitt megnar álit hevur veljarin víst. Tað sæst ikki aft­ur í ætlanunum hjá sam­ gonguni, sum fara at grava gjónna millum rík og fátøk enn djúpari. Eri eg vónbrotin? Ja! Hvussu kann eg ikki kenna meg vónbrotnan, tá minnilutar uttan fólks­ligan uppbakning sleppa at stinga út í kortið, hvussu Føroyar skulu verða í framtíðini? Nýggja samgongan hev­ur enntá latið javn­ støðuna millum kynini, sum hevur verið í bata í fleiri valskeið, fara í hundarnar. Havi eg givið upp? Nei! Eg fari at fylgja væl við í, hvat fer fram á tingi, og eg fari at rópa varskógv, tá samgongan førkar vælferðarsamfelagið Føroyar nærri avgrund­ ini. Ørskapurin má halda uppat. Politikarar eiga fram um alt annað at taka fólkaræði í álvara. Politikkur snýr seg um at skrúa saman nøkt­ andi skipanir, øllum fólk­in­um til frama, í tráð við normarnar í sam­ felagnum. Politikkur er ábyrgd. Samvitsku- og ábyrgdar­ loysi Bergur A. Dalsgarð Vónandi er stjórnin posi­ tiv og fer at lurta væl eftir hugs­anum og grund­gev­ ing­um hjá Landsstýrinum fyri at prístalsviðgera Ríkis­ veit­ingina eftir leisti Lands­ stýrisins. Tað segði Edmundi Joensen, fólkatingsmaður, m.a. í røðu undir 1. viðgerð av Ríkisveitingini fyri 2012 í Fólkatinginum. Lovforslaget – L 38 – om­handler tilskuddet til Fær­øerne for 2012, og det vil jeg gerne knytte et par kommentarer til. For Færøerne er det et vigtigt lovforslag – ikke mindst i en tid med betydelige øko­nomiske udfordringer på øerne. I forbindelse med fast­ sættelsen af tilskuddet for 2012, har Færøernes Lands­ styre anmodet Regeringen om en drøftelse vedrørende en pristalsregulering for 2012. Efter min mening bør Regeringen efterkomme Lands­styrets ønske. Pristalsreguleringen blev sus­penderet i 2002 i en politisk aftale mellem Lands­ styret og Reger­ing­en. Sam­ bands­partiet var imod af­ talen, og partiet har lige siden argu­men­teret for en gen­ind­ førelse af reguleringen. Som bekendt, mister et­ hvert tilskud sin real-værdi uden en pristalsregulering, og det giver ingen mening. Der er divergerende men­ inger om det økonomiske grundlag for genindførelsen af pristalsreguleringen. På Færøerne er der blevet en politisk diskussion om spørgsmålet. Her mener jeg, at Reger­ ingen og Landsstyret i fælles­ skab bør behandle spørgs­ målet og komme til en fælles konklusion. Som sagt – jeg håber, at Regeringen vil stille sig åben over for Landsstyrets ønske om en genindførelse af pristalsreguleringen af tilskuddet til Færøerne. Det er også mit håb, at Regeringen vil gå positivt ind og lytte til Landsstyrets tanker og begrundelser. Tak. Týðandi at stjórnin lurtar Edmund Joensen