Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í sendingini verður vitjað á hoyriklinikkini Hoyrnini, har samrøða er við stjóran Juttu Helgadóttir, eisini er samrøða við Nichlas Jonassen frá reingerðarfyritøkuni Reint. Ein Nissan Qashqai verður royndarkoyrdur saman við Páll Danielsen frá Auto Service. Sendingin verður endursend leygardagin kl 13 og sunnukvøldið kl 22. Hósdagin kl. 16.10 Vinnu- & bilradio á Jutta Helgadóttir Nichlas Jonassen Sølan av elbilinum Nissan Leaf byrjar nú í Danmark. Nissan Leaf er kosin World Car Of the Year 2011 og fekk fimm stjørnur og hægsta karakt er í evropeisku krasj test unum EuroNCAP. Nissan Leaf er ein 5-persóna hatchback við 80 kW elmotori og snún- ings moment upp á 280 Nm. Bil urin koyrir upp til 175 km upp á eina løðing. Toppferðin er 145 km/t. Í Danmark kost- ar Nissan Leaf undir 300.000 krónur. Nissan Leaf í Danmark Maserati fara nú í beinleiðis kapping við teir dýru luksus SUV sum t.d. Porsche Cayenne, BMW X5 og Range Rover. Talan er um Maserati Kubang, sum verður bygdur yvir amerikanska Jeep Grand Cherokee plattformin. Annars verður alt annað gjørt í Italia sum t.d. V8 motorurin, ið verður gjørdur hjá Ferrari í Modena. Bilurin er eisini designaður í Italia við eyðkendum Maserati identiteti. Maserati er ein gomul italiensk bilverksmiðja, sum varð stovnað í 1914 í Bologna. Síðan 1993 hevur Maserati hoyrt til Fiat konsernina. Maserati eru best kendir fyri sínar sportligu lukssusbilar sum t.d. Granturismo og Quattroporte. Eftir ætlan kemur Masearati Kubang á marknaðin í 2013. LUKSUS SUV FRÁ MASEARATI