mikudagur 30. november 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Yvirhøvur eru tað trongar tíðir hjá
fótbóltsfeløgum.
Fíggjarkreppan
kring heimin ber við sær, at tað er
væl strævnari at fáa inntøkur til
vega, enn tað hevur verið, og harvið
er tað torførari hjá fótbóltsfeløgum
at rinda lønirnar, sum tey eru sátt
málabundin at gera.
Soleiðis er tað í føroysku fel
øgunum, og soleiðis er tað uttan
lands, eitt nú í Íslandi, har tríggir
føroyingar í fjør vóru í høvuðs
staðarfelagnum Vali.
– Tað er neyðugt at lækka um
rakstrarútreiðslurnar, um tingini
skulu hanga saman. Raksturin
verður ikki lægri fyri tað, um ein
spælari verður seldur til annað
felag. Um tað skal eydnast at minka
um útreiðslurnar, so er neyðugt at
allar rakstrarútreiðslurnar lækka,
og tað vil fyrst og fremst siga lønar
parturin, tí tað er hann, sum fyllir
mest.
Hetta eru boðini, sum Valur í
Reykjavík hevur varpað út í ís
lendsku pressuna, og tað er ivaleyst
í hesum ljósinum, at tað skal síggj
ast, at tveir av teimum trimum før
oysku landsliðsspælarunum, sum
hetta kappingarárið vóru í Vali, nú
eru farnir úr felagnum ella eru á
veg úr felagnum.
Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus
Justinussen
og
Christian
R.
Mouritsen vóru í Vali síðsta kapp
ingarár. Nú er tað greitt, at Christian
ikki verður í Íslandi næsta ár. Sum
tað varð fráboðað í síðstu viku,
so hevur Christian R. Mouritsen
skrivað undir sáttmála við HB, sum
hann er uppvaksin í.
Enn hevur einki verið at hoyra
um, at Jónas ikki verður í Vali
næsta ár. Um vongverjin í høgru,
sum var ein tann stinnasti av øllum
spælarunum hjá Vali síðsta kapp
ingarár, verður í íslendska felag
num, so verður hann eftir øllum at
døma einasti føroyingurin.
Í Aalborg
Pól Jóhannus Justinussen var í
síðstu viku í AaB og royndarvandi.
Hann var við í venjingardysti,
sum næstbesta liðið spældi ímóti
grannafelagnum í Norðurjyllandi,
FC Hjørring, sum er á níggjunda
plássi, nú næstbesta danska deildin
er farin í vetrardvala.
AaB vann 2-0, og heimasíðan hjá
felagnum vildi vera við, at føroyski
landsliðsspælarin stóð seg væl.
Á heimasíðuni hjá Tipsblaðnum
vita teir at siga, at Pól Jóhannus
Justinussen er miðverji og vinstri
vongverji, og at hann eisini kann
brúkast longri frammi í vinstra
borði. Tað kann ikki sigast annað,
enn at teir hava gjørt lektiur!
Tað vóru annars mest sum før
oysk líkindi, tá ið AaB í superliguni í
gjárkvøldið hevði vitjan av AGF. Teir
í Århus vunnu jyska klassikaran 2-0
í rættuliga nógvum vindi.
Enn er einki avgjørt, um tað
verður í Aalborg ella aðra staðni
uttanlands,
at
Pól
Jóhannus
Justinussen fer at spæla bólt. Í
Aalborg vita teir, hvussu tað er at
hava føroyskar spælarar á lønar
listanum. Bæði Jón Rói Jacobsen
og Súni Olsen hava áður umboðað
AaB.
Fleiri møguleikar
Tað hevur ljóðað, at samband var
millum Pól Jóhannus og B36, sum
hevur leitað eftir avloysara fyri
Odmar Færø, men nú er tað greitt,
at tað ikki verður Pól Jóhannus.
B36 var áhugað í at knýta vinstra
beinta málsókna mannin aftrat sær,
men Justinussen maðurin hevur
hug at royna eydnuna uttanlands,
og tað er framvegis møguleiki
fyri tí.
Umframt í Danmark hevur
áhugi verið fyri 22 ára gamla lands
liðsspælaranum í Noregi og eisini í
onkrum felag í Onglandi.
joannes@sosialurin.fo
Síðani 2009 hevur Stig-Roar Søbstad
verið fastur fúsur í føroysku fót
bóltskappingini. Tað verður hann
ikki næsta kappingarár. Heima
síðan hjá AB veit at siga, at norski
álopsspælarin nú hevur takkað fyri
seg í Føroyum.
– Tað hevur verið eitt stórt upp
livilsi hjá mær at vera í Føroyum og
spæla fótbólt. Nú havi eg upplivað
tað, sum eg ætlaði, og nú er tíðin
komin at fara til hús aftur til
heimlandið, sum er Noreg. Í løtuni
havi eg ikki hug at spæla eitt ár
aftrat í Føroyum. Tað verður gott
at koma til hús, men mær hevur
dámað ógvuliga væl í Føroyum,
sigur Stig-Roar Søbstad við ab.fo.
Norski álopsspælarin kom til
Føroya
og
Argir í 2009,
og hesi trý ár
ini hevur hann
spælt við AB,
B36, B68 og
aftur á Argj
um.
Faroesoccer
veit at siga, at
hann í 2009
spældi 12 dystir í AB, og at hann
skoraði fimm mál. Í 2010 spældi
hann 17 dystir við AB, har hann
skoraði seks mál, áðrenn hann
seinnapartin hetta sama árið flutti
til B36. Har spældi hann sjey dystir,
uttan at tað eydnaðist honum at
finna vegin til meskarnar.
Fyrra partin av farna kapping
arári var Stig-Roar Søbstad, sum
á grækarismessu verður 30 ár, á
Svangaskarði. Hann er skrásettur
fyri seytjan dystir í B68 búnanum,
og hann skoraði trý mál. Punktum
fyri Føroya ferðini varð sett á
Argjum, har úrtøkan var fimm mál
í tólv dystum.
AB heimasíðan veit at siga, at
Stig-Roar Søbstad er ættaður úr
Eide, sum er stutt úr bæði Molde
og Kristiansund, og at hann hevur
havt samband við norska felagið
AK, Averøykammeratene, sum hann
fer at venja við, nú hann flytir aftur
til Noregs.
joannes@sosialurin.fo
Fyri stuttum bórust tíðindini
um, at Kári Reynheim næsta
kappingarár skal standa á odda
fyri Vodafoneliðnum hjá NSÍ.
Kári hevur verið ungdóms
venjari á Argjum, og nú er
tað greitt, hvør skal lyfta ta
uppgávuna. AB heimasíðan
veit at siga, at John Norðbúð
Thomsen næsta ár skal taka
sær av unglingunum og 2.
deildarliðnum hjá AB.
John hevur spælt fótbólt í
B36, har hann eisini var ung
dómsvenjari í fleiri ár. Hann
hevur eisini vant kvinnuliðið
hjá B36.
Við AB heimasíðuna sigur
John Norðbúð Thomsen, at
hann er spentur upp á nýggju
avbjóðingina:
– Argjamenn hava stóran
og góðan unglingahóp, og har
eru góðir møguleikar at menna
unglingar til vaksnamanna
fótbólt. Fleiri 3. árs unglingar
eru, sum skjótt eiga at fara at
vera búnir at spæla á besta lið
num. Eg ætli mær at brúka ung
lingarnar á 2. deildarliðnum,
og í unglingadeildini rokni eg
við møguleikanum at røkka
heiðursmerkjaplássi,
sigur
nýggi ungdómsvenjarin í AB.
joannes@sosialurin.fo
Tað verður ein fyrrverandi
GÍ spælari, sum næsta kapp
ingarár fer at hava ábyrgdina
av
næstbesta
liðnum
hjá
Víkingi.
Víkingur sigur á heimasíðu
síni, at Kim Petersen skal venja
liðið í 1. deild í 2012. Lagt verður
aftrat, at Kim Petersen hevur
verið sera virkin í Víkingi,
síðani felagið sá dagsins ljós.
Hann hevur verið ungdóms
venjari, samstundis sum hann
hevur verið í holtur við venj
araútbúgvingarnar, sum FSF
skipar fyri.
Síðsta kappingarár vandi
Kim Petersen smádreingirnar
hjá Víkingi, og nú skal hann
altso taka sær av næstbesta
liðnum.
Í Víkingi undirstrika teir
aftur og aftur, at tað ræður um
í yngru deildunum at gera nógv
við at menna spælarar soleiðis,
at felagið sjálvt er ført fyri at
syrgja fyri tilgongd av góðum
spælarum til besta liðið.
Í flestu førum er tað á lið
num í 1. deild, at spælararnir
eftir ungdómsárini stríðast
fyri at vinna sær pláss á besta
liðnum. Í farna kappingarári
endaði næstbesta Víkinga liðið
á sjeynda plássi í 1. deild. Liðið
vann 9 dystir, spældi 4 javnar
og tapti 14 dystir. Úrtøkan var
31 stig við málmuninum 48-58.
Merkisvert var tað, at 1.
deildarliðið hjá Víkingi fyri tað
mesta var mannað við ungum
spælarum úr Leirvík og Gøtu.
Tað er væl hugsandi, at onkrir
av hesum næsta kappingarár
vera við í kappingini um pláss
ini á besta liðnum.
Næstbesta liðið hjá Víkingi
eigur heimavøll í Leirvík, og har
verður tað næsta kappingarár
47 ára gamli Kim Petersen, sum
fer at hava ábyrgdina.
joannes@sosialurin.fo
John venjari í AB
Kim venjari
í Víkingi
John N. Thomsen nýggjur venjari á Argjum
Mynd: www.ab.fo
Føroyingarnir
fara úr Vali
Fótbóltur Í løtuni sær tað út til, at tað í mesta lagi verður ein
føroyskur spælari eftir í íslendska høvuðsstaðarfelagnum, har
tað síðsta kappingarár vóru tríggir føroyskir landsliðsspælarar
Stig Roar fer til hús