fríggjadagur 2. desember 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í Avstralia verður skipa
fyri gongutúrum og
listaframsýningum. Í
Kanada verður skipað
fyri
ítróttardegi.
Í
Uganda verður skipað
fyri
útvarpssending
um, og í Bruxelles verð
ur stór ráðstevna. Hesi
tiltøk hava til felags at
varpa ljós á viðurskift
ini hjá teimum, sum
bera brek.
Eisini í Føroyum, í
Løkshøll, seta vit al
tjóða handikapdagin
í fokus. Á fyrsta sinni
hátíðarhalda
vit
altjóða handikapdag
in, sum ST hevur lýst
at verða 3. desember á
hvørjum ári.
Í
Løkshøll
verða
fleiri áhugaverdir per
sónar at lýða á. M. a.
Lisbeth Zornig And
ersen, ið júst hevur
givið út bókina Zornig
og sum er kendur
ummælari og komm
entator
í
donskum
miðlum, og Tóra við
Keldu. Lisbeth fer at
greiða frá síni tíð sum
stjóri á Specialisterne,
har flestu starvsfólkini
hava autismu, og Tóra
fer at greiða frá sín
um royndum, bæði í
gerandislívi og sum
svimjari.
Annika Olsen, lands
stýriskvinna setur dag
in. Jón Brian Hvidtfeldt
verður orðstýrari og
teknmálstulkar tulka
allar framløgurnar.
Borðreitt verður eis
ini við tónleiki, frukt
og kaffi. Tiltakið er
ókeypis.
Siglandi
mentanararvurin
–
tey
varðveitingarverdu
skipini – hava trupul kor í
Føroyum. Vit hava átt fleiri
skipasløg, sum nú eru horvin
úr Føroyum, og tørvur hevur
tí verið á at kanna, hvat kann
gerast, fyri at vit ikki missa
henda týdningarmikla part
av mentanararvi okkara av
hondum. Sum fiskivinnutjóð
umboða skipini eisini ein
týðandi part av vinnusøgu
okkara.
Í heyst hevur ein nevnd
arbeitt við at orða eitt álit
við uppskoti til eina skipan,
sum kann veita stuðul til tey
skip, ið verða mett at hava
mentanarsøguligan týdning
fyri Føroyar. Umboð fyri fel
agið Føroysk Træseglskip
og einstaklingar, ið fáast við
varðveitingarverd skip, hava
saman við umboðum frá
Søvnum Landsins og Ment
amálaráðnum skrivað álitið,
ið varð handað landsstýris
manninum á tíðindafundi í
Mentamálaráðnum.
Í álitinum verður mælt
til:
– at ein skipan, sum kann
stuðla varðveiting av sigl
ingarførum skipum, ið hava
mentanarsøguligan týdning
fyri Føroyar, verður grundað
í eini løgtingslóg um ment
anarsøgulig skip
– at landsstýrismaðurin
í mentamálum við heimild í
nevndu lóg ger kunngerð um
umsiting av eini verndar- og
stuðulsskipan fyri mentan
arsøgulig skip
– at stuðulsskipanin
verður sundurgreinað í eina
skipan, har søkjast kann um
stuðul til umvælingarverk
ætlanir, og eina skipan, har
søkjast kann um stuðul til
ávísar rakstrarútreiðslur
– Tit, ið hava varðveiting
arverdu skipini um hendi,
eiga stóra takk fyri, at tit
vilja brúka ein stóran part av
tykkara frítíð til at hava hesi
skipini siglandi. Skipini er
eitt prýði fyri Føroyar og til
gleði fyri okkum øll – og ikki
minst til gagns fyri okkara
unga ættarlið, sum fær høvi
at síggja og uppliva vøkru
skipini. Uttan sjálvbodnu
kreftirnar, vóru hesi ment
anarsøguligu skip helst ikki
í Føroyum, segði Bjørn Kalsø,
landsstýrimaður í menta
málum, millum annað á tíð
indafundinum.
Hesi mannaðu nevndina,
ið hevur skrivað álitið um
verndar- og stuðulsskipan
fyri mentanarsøgulig skip:
Guðmundur
K.
Jacobsen
(Johanna)
Jógvan Ravnsfjall (Nólsoyar
Páll)
Tummas í Garði (Amadeus)
Kári í Garði (Dúgvan)
Hans Eli Hansen (Dragin)
Jens Marius Poulsen
(Westward Ho)
Armgarð Weihe,
Mentamálaráðið
Andras Mortensen,
formaður í nevndini, Søvn
Landsins
Álitið er at finna á heima
síðuni hjá Mentamálaráðnum
undir »Mentan – Útgávur -
Álit.«
Varðveita gomul skip
Enn ein bók frá Elifi Samuelsen
Altjóða
handi
kap
dagur
Jólahugni í
Mettustovu
fornminni Álit um eina verndar- og stuðulsskipan
fyri mentanarsøgulig skip varð í dag handað lands
stýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø
Bókaútgáva Gestur hjá veruleikanum er tann triðja bókin hjá Pär Lagerkvist,
sum forlagið HEMLIÐ gevur út í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen
Eirikur Lindenskov
Barabbas kom út á vári í
2008 og Bøðilin kom um
heystið sama árið.
Gestur hjá veruleikanum
er sjálvsævisøguliga frá
søgnin hjá Pär Lagerkvist.
Hon er um tann lítla
dreingin Anders og upp
vøkstur hansara við eini
jarnbreytarstøð í tí svenska
smábýnum um aldarskiftið
1900. Anders sær umheimin
sum ígjøgnum eitt vindeyga
og livir heilt í sínum egna
veruleika, og hann hugsar
nógv um tað, sum hendir
uttan um hann. Bókin lýsir
ta spennandi ferðina á
skinnaravagninum við páp
anum, sum arbeiðir á jarn
breytastøðini, út at vitja
abban og ommuna, sum
búgva á einum bóndagarði
úti á landinum.
Ein týðandi táttur í bók
ini er bønarsteinurin í skóg
inum. Hagar fer Anders, tá
ið gráviðrað er, vindur og
regn. Veður og vindur ger
tann rætta karmin um
huglag hansara. Og hóast
hann biður til tann sama
gud, sum tey har heima,
so er tað higar út hann má
fara við sínum brennandi
bønum um, at hann skal
ikki doyggja. Óttin fyri
deyðanum er trúgvi fylgis
sveinur hansara.
Men Gestur hjá veru
leikanum
nemur
eisini
við
nakrar
av
teimum
eksistensiellu
spurn
ingunum, sum Pär Lag
erkvist
ofta
dróst
við,
samanrenningin við ræðsl
una fyri at doyggja og
hvussu gudstrúgvin í upp
vøkstrinum er tann fasta
grundin, tá ið ein er í ferð
við at koma sær upp millum
tey vaksnu.
Bókin, sum kom útí
gjár, er 124 bls. og kostar
180 kr. Bókin fæst til keyps
í øllum bókabúðum og á
heimasíðini hjá Forlagnum
HEMLIÐ – www.hemlid.fo
Fyri fyrstu ferð fór
talið av brúkarum hjá
Portalinum upp um
100.000 í eina viku – og
tað var í síðstu viku.
At
hava
meira
enn tvífalt so nógvar
unikkar brúkarar sum
fólkatalið er í landinum
er sera nógv.
Bera vit saman við
sama tal í fjør, so liggur
tað
ímillum
60
og
70.000 um vikuna, og
fara vit aftur til 2007,
so var talið 40.000 um
vikuna.
Portalurin fleiri enn
100.000 brúkarar
Kvinnufelagið
í
Havn
skipar fyri jólahugna fyri
limirnar í Mettustovu tann
mánakvøldið 5. desember
klokkan 20.
Kvinnurnar siga, at tær
bjóða gløgg, eplaskivur, kaffi
og smákøkur.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum,
og Andras Mortensen, landsfornfrøðingur,
sum hevur verið formaður í nevndini