fríggjadagur 2. desember 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru í hesum døgum 25 ár liði8n
síðan viðgerðarheimið Helbrigdið
lat upp á Velbastað. 25 ár eru farin
aftur við og eini 1700 hava fingið
hjálp av teimum um 4000, sum hava
verið í viðgerð. Hetta eru tøl, sum
leiðarin á Heilbrigdið, Árni Rein,
legði á borðið í morgunsendingini í
útvarpinum hósmorgunin.
Eg eri ein av teimum 1700. Eg fór í
viðgerð á Heilbrigdið ein mánamorg
un fyri 20 árum síðani. Dagurin var
26. august 1991. Eg varð útskrivaður
aftur 13. september og tað hevur
ikki verið neyðugt at drukkið
síðani. Trý ár frammanundan í
januar 1988 var eg eitt lítið rend
inni á viðgerðarstovninum. Tá ið
eg vaknaði og fann fram til hvar
eg var staddur, ringdi eg beint
eftir einum taxa, mín løta var
ikki komin enn. Tað fór kalt niður
eftir rygginum næstu árini, bara
eg hoyrdi Velbastað verða nevnt í
útvarpinum, so stór var skommin,
at eg skuldi vera endaður har.
Í hesum 17 døgunum eg var í
viðgerð aðru ferð vóru 22 onnur.
Av hesum 22 eru átta deyð av
alkoholismu. At teimum 14 sum
vóru inni , tann fyrsta dagin tá ið
eg kom ristandi á Heilbrigdið tann
26. august eru seks deyð í dag og
legg merki til, av alkoholismu.
Av teimum, sum eru á lívi eru tey
flestu edrú, onkur eftir eina viðgerð
og onnur eftir fleiri og onkur eftir
18 viðgerðir á Heilbrigdi og aðrar
staðir. Av teimum sum enn drekka,
liva øll eitt djúpt óeydnusamt lív í
størstu sálarligu armóð.
Hetta eru turru tølini úr tveim
um mánaðum úr søguni hjá Heil
brigdi.
Hálva viðgerðin
Tað eru nógvir alkoholikarar og
rúsevnismisnýtarar,
sum
hava
fingið hjálp á Heilbrigdi, ongin ivi
um tað. Og viðgerðin er bara hálv,
tí fyri hvønn einasta alkoholikara
eru fleiri avvarðandi, sum eru eins
illa fyri kensluliga og hesi fáa onga
hjálp. Tað hava verið gjørdar onkrar
smávegis royndir at hjálpa teimum
avvarðandi í hesi 25 árini, men
høvuðsfokus hevur altíð verið á
alkoholikarar og tí ber til at siga, at
tann fíggjarliga orkan samfelagið
brúkar upp á at temja misnýtslu
ikki kemur til sín rætt, ella ikki er
nóg effektiv.
Og tað er ikki ilt at ímynda
sær, at lekingarprosentini høvdu
verið hægri hjá alkoholikaranum,
um familjan eisini fekk tilboð um
hjálp. Fleiri dømi eru um familjur,
sum upploysast tí at alkoholikarin
verður edrúur og familjan ikki
fær hjálp til at koma víðari.
Alkoholikarin flytir seg og familjan
stendur í stað.
Vit tosa slett ikki um stórar upp
hæddir. Tað er munandi bíligari at
veita familjuni hjálp, enn at hava
ein alkoholikara í viðgerð og ein
samlað viðgerð av báðum pørtum
vildi givið heilt onnur úrslit fyri
samfelagið.
Tilboðið um hjálp til familjurnar
nýtist ikki neyðvendigvís at vera
eftir at ein alkoholikari er farin
í viðgerð. Um familjan fær hjálp,
kann hetta eisini føra við sær at ein
alkoholikari fer í viðgerð ella má úr
familjuni. Børn hava ikki uppiborið
at vaksa upp í einum alkoholiskum
heimi.
Luksusumstøður
Alkoholikarar og rúsevnismisnýt
arar í Føroyum hava sera góðar
umstøður samanborið við onnur
lond. Í Føroyum rindar samfelagið
fyri teirra viðgerð og arbeiðspláss
hava í dag ein orðaðan rúsdrekka
politikk, og ein alkoholikari fær
veruliga møguleikan at gera nakað
við trupulleikan. Eitt nú í Dan
mark skulu fólk sjálvi rinda fyri
viðgerðina og vit tosa um nógvar
tíggjutalstúsund krónur. Tað er ikki
óvanligt í Danmark at taka lán til
eina viðgerð.
Almennu Føroyar høvdu fingið
munandi meira burtur úr teimum
pengum, sum longu verða játtaðir,
um tey avvarðandi eisini vóru tikin
við og í álvara
Rímiligt er, at vinningurin av tí
rúsdrekka, sum selt verður í Før
oyum rindar fyri viðgerð av teim
um 10 prosentunum av fólki, sum
drekka og sum fyrr ella seinni
menna sjúkuna alkoholismu. Tað
er framvegis orðaskifti um talan
er um eina sjúku, hóast heilsu
stovnurin hjá ST, WHO hevur
flokkað alkoholismu sum sjúku.
Og hinvegin eru øll samd um, at
um alkoholisma er sjúka ella ikki,
tá førir hon nógva sjúku við sær.
Eldsálir
Eg havi stóra virðing fyri arbeið
inum á Heilbrigdi og eisini tað ar
beiðið sum verður gjørt av Blákross.
Tey arbeiða undir trongum fíggj
arligum umstøðum og gera eitt
megnar arbeiði. Eg havi eisini stóra
virðing fyri teimum eldsálum, sum
hava gjørt hetta møguligt.
Á Heilbrigi sleppa vit ikki uttan
um Inga Mohr,sála, sum sloppin
undan klónum alkoholismunnar,
ikki undir nøkrum umstøðum vildi
bøla á hesi bjarging fyri seg sjálvan,
men vildi hava hana út til onnur. Og
at avhaldsfólk sum Nanna Skaale
og Jákup Lindenskov tóku lógvatak
saman við honum og stovnsettu
Heilbrigdið, er einki minni enn
eitt bragd og eitt rørandi dømi um
næstakærleika. Vit eru í takksemis
skuld til hesar pionerar.
Tá ið eg kom inn á Helbrigdið
tann 26. august 1991 var tað skomm
at vera alkoholikari. Tað var stór
skomm at snakka um alkoholismu
um hon væl at merkja ikki viðvíkti
øðrum. Samfelagið bað alkohol
ikarar taka seg saman, hóast tað
var tað einasta hann ikki kundi.
Meðan ongin endi var á samkenslu
frá samfelagsins síðu móti fólki,
sum royktu, ótu ella arbeiddu seg í
sjúkrasongina ella í hel, fall einans
almindilig forakt alkoholikaranum
í lut.
Í dag er øðrvísi. Nú er ikki skomm
at viðganga at ein er alkoholikari,
at ein er maktarleysur mótvegis
alkoholi. Í dag er ikki skomm at
fara á Velbastað ella í Lynggøtu har
Blákrossheimið liggur. Í dag taka
arbeiðspláss alkoholismuna fyri
fult og samfelagið er við at góðtaka,
at tú eisini kann líða av alkoholismu,
sum av øllum møguligum øðrum
sjúkum. Tað er ikki skomm at
snakka um alkoholismu í dag, eisini
um hon viðvíkur tær sjálvum.
Nú vantar bara, at samfelagið
eisini fer at síggja tørvin hjá teimum
avvarðandi og tað verður neppa
ein trupulleiki, nú Miðflokkurin
endiliga aftur varar av hesum máls
øki innan heilsumál.
Og meðan eldsálir enn arbeiða
fyri alkoholikarum í Føroyum,
krossa vit fingrar og bíða eftir,
at avvarðandi eisini sleppa upp í
part og vit ynskja okkum sjálvum
tillukku við Heilbrigdi.
Tíðargrein
Eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard