fríggjadagur 2. desember 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, heitir nú bein
leiðis á fakfeløgini um at
fara í hernað ímóti ómaks
gjøldunum, sum bankarnir
taka fyri at kalla, sum teir
gera fyri viðskiftafólkini.
Tað gjørdi hann í Løgting
inum mikudagin, tá ið drúgvt,
og tiltíðir eisini hvast, orða
skifti var um ætlanirnar hjá
samgonguni um at seta eina
flatskattaskipan í verk og
at skatta alt inngjald í eftir
lønargrunnar.
Í hesum sambandi varð
eisini nomið við ómaksgjøld.
Løgmaður
vísti
á,
at
Tryggingarfeløgini taka 11%
í umsitingargjaldi at fyri at
umsita pensjónsinngjøldini.
Men tað tykist ikki sum
um at nakar hevur trupul
leikar av tí.
Ført hevur verið fram, at
verða eftirlønir skattaðar við
inngjald, noyðast pensjóns
feløgini at seta ómaksgjøldini
upp fyri at fáa tað sama.
Løgmaður spurdi, hví tað
skal verða ein trupulleiki hjá
politisku skipanini.
Hann spurdi um tað ikki
heldur var ein politisk upp
gáva at tryggja at umstøður
nar verða lagaðar so, at tað
elvir til kapping, so at umsit
ingargjøldini fara niður.
Kaj Leo Holm Johannesen
umrøddi eisini til ómaks
gjøldini hjá bankunum og
hann legði ikki fingrarnar
ímillum, tá ið hann skeyt eitt
sindur eftir fakfeløgunum.
– Eg vóni, at fakfeløgini
fara í hernað at mótmæla
»hesum vanvittigu gjøld
unum«, sum hann málbar
seg.
Hann staðfesti, at ómaks
gjøldini hjá bankunum er
ein eyka byrða hjá fólki at
bera. Løgmaður helt eisini,
at onkur átti eisini at farið
á »barrikadurnar«, táið inn
tøkugrundarlagið hjá lands
kassanum varð skert 336
milliónir og her sipaði hann
til avgerðina um at lækka
donsku ríkisveitingina.
Flatskatturin
er ikki flatur
Annars staðfesti løgmaður,
at flatskatturin ikki flatur,
tí tey, sum hava stórar inn
tøkur, rinda hægri skatt í
prosentum enn tey, sum for
vinna minni.
Annars staðfesti hann
eisini, at nýggja skattaskip
anin hjá samgonguni, kostar
landskassanum
266
mió
krónur.
Men tað skal vinnast inn
aftur við at skatta pensjónir
við inngjald í eftirlønar
feløg.
Løgmaður legði dent á,
at skipanin við flatskatti og
skipanin at skatta pensjónir
við inngjald, skulu fylgjast.
Men so metir samgongan
eisini, at verður skatturin
lækkaður, fer tað at føra til
økta nýtslu og økt virksemi
annars, og tað fer at geva
landskassanum eina inntøku
upp á 40 milliónir, so skatta
lættin er fíggjaður til fulnar.
– Vit meta, at skattalættin
fer at skapa størri virksemi
og harvið størri búskapar
vøkstur og fer hann eisini at
skapa størri grundarlag fyri
øktari vælferð.
– Vit avtaka onki vælferð
arsamfelag, tí tað er í trygg
astu hondum, staðfestir løg
maður.
Hann legði afturat, at
samgongan ætlaði als ikki at
økja um stættarmunin í sam
felagnum.
Bæði hann, og aðrir ting
limir úr samgonguni, vístu
eisini á, at landsskatturin
er eitt av teimum heilt fáu
gjøldunum, sum ikki er flatt.
– Allar kommunur í Før
oyum hava flatskatt. Har
afturat eru bæði samhalds
fasti, barsilsgjaldið og ALS
fløt gjøld.
Samgongutinglimir vístu
eisini á, at tað snýr seg eisini
um at gera eina skattaskipan
í Føroyum, sum ger, at væl
løntir føroyingar ikki rýma.
– Tað er ikki dagur, at
væl løntir føroyingar ikki
rýma úr Føroyum undan
skatti til Noregs, segði Bill
Justinussen.
Spurningurin er so, nær
skipanin við flatskatti og
skipanin at skatta pensjónir
við inngjald, kemur í gildi.
Rodmundur Nielsen, ting
maður helt fast um, at skip
anirnar koma báðar í gildi á
nýggjárinum.
Løgmaður var ikki so av
gjørdur. Hann segði at ongin
avgerð verður tikin, sum
ikki byggir á heilt neyvar út
rokningar og tey fara at taka
sær ta tíð, ið krevst.
Fóðra hundin
við halanum
Ikki óvæntað er samgongan
púra ósamd í hesum.
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi,
staðfestir, at skal skattalættin
til tey ríku fíggjast við at
skatta pensjónir við inngjald,
verður tað sostatt løntakarin,
sum skal rinda alt gildi.
– Hetta er sum at fóðra
hundin við sínum egna hala.
Ella rættari: Hetta er sum
at fóðra nakrar fáar hundar
við halunum hjá øllum, legði
hann afturat.
Sirið Stenberg úr Tjóð
veldi legði dent á, at ein flat
skattaskipan fer ikki bara at
elva til sosialt órættvísi ímill
um fólk.
– Tað fer eisini at skapa
sosialt
órættvísi
ímillum
ymisk øki í landinum.
Hon sipar til, at tær
hægstu inntøkurnar eru í
miðstaðarøkinum
og
tað
verður sostatt har, nógv tann
størsti skattalættin fellur.
Hinvegin er inntøkan lægst
kring landið, so ein stórur
partur av teimum, sum búgva
úti um landið, fáa onki burt
ur úr skattalættanum.
Hon vísti eisini á, at hóast
eftirlønirnar verða skattaðir
við inngjald, verður inntøkan
hjá landskassanum ikki so
stór, sum samgongan førir
fram.
– Verður skattur tikin av
eftirlønin við inngjald, fara
kommunurnar sjálvandi at
krevja sín part av skattinum,
sigur Sirið Stenberg.
Rigmor Dam úr Javnaðar
flokkinum helt, at tað er
margháttligt at hoyra sam
gonguna siga, at tey, sum
hava lágar inntøkur, rinda so
lítið í skatti, at har ber ikki til
at geva skattalætta.
Aksel V. Johannesen, sum
eisini er úr Javnaðarflokk
inum góðtekur ikki páhaldið
hjá løgmanni um, at ætlanin
er ikki at økja um stættar
munin.
Hann heldur, at tað má
kallast at gera gjónna ímill
um rík og fátøk breiðari, tá
ið ein innøka upp á 150.000
krónur um árið fær ein
skattalætta upp á 42 krónur
um mánaðin og ein inntøka
upp á 1,2 millión um árið, fær
ein skattalætta upp á 6.856
krónur um mánaðin.
aki@sosialurin.fo
Ómaksgjøldini hjá
bankunum eru púra ør
ÓMAKSGJØLD Løgmaður vónar,
at fakfeløgini fara í hernað ímóti
ómaksgjøldunum hjá bankunum
SKATTUR OG PENSJÓNIR
Fleiri áhoyrarar vóru í Løgtinginum mikudagin, tá ið Løgtingið skifti
orð um flatskatt og pensjónir. Nógv vóru fakfelagsfólk og tey hoyrdu
løgmann heita á tey um at fara í hernað ímóti bankunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eg vóni, at fakfeløgini fara í
hernað at mótmæla hesum
vanvittigu gjøldunum
– Hetta er ein spurningur,
vit hava viðgjørt fleiri
ferðir og hetta er ein spurn
ingur, vit fara at viðgera
enn meiri við í komandi
tíðum.
Sonja
Jógvansdóttir,
samskipari í Samtaki, held
ur, at nú er Bank Nordik
farin út um mark við teim
um ómaksgjøldum, bankin
kunngjørdi fyrr í vikuni og
har nógv gjøld eru hækkað
munandi.
Í greinini omanfyri heit
ir sjálvur Løgmaður á fak
fekløgini um at fara í hern
að ímóti bankunum og tað
er akkurát, hvat fakfeløgini
ætla sær.
– Upp undir løgtings
valið skrivaðu vit til allar
politisku flokkarnar um
ymisk viðurskifti og tá heitt
vit eisini á politikararnar
um at seta bankunum
treytir fyri at bankarnir
ikki heilt ótarnaðir kunnu
áseta
ómaksgjøld,
sum
teimum lystir.
– Vit halda, at politiska
valdið eigur at styrkja
Kappingareftirlitið og prís
eftirlitið, so at tað ber til at
hava eftirlit við bankunum,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
– Men vit halda eisini,
at politikararnir eiga at
seta bankunum beinleið
is treytir fyri, hvussu teir
kunnu fara við viðskifta
fólkunum.
– Samskiparin í Samtaki
vísir á, at politikarar hava
lóggivið hvønn einasta før
oying inn í bankan í sam
bandi við lønargjaldingar.
– Tí er tað heldur onki
forgjørt, at politiska valdið
áleggur bankunum treytir
fyri, hvussu teir kunnu fara
við fólki, sum eru beinleiðis
lóggivin inn í teir.
Hon heldur, at Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
í fíggjarmálum, kann ikki
takast í álvara, tá ið hann í
løgtinginum í gjár gav fólki
tey ráð, at eru tey ónøgd
við ein banka, kunnu tey
bara skifta.
– Allir bankarnir eru
akkurát líka, tí tað er
ongin kapping, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
aki@sosialurin.fo
Fakfeløg reisa seg
ímóti bankunum