Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Rúsdrekkasølan hevur ein sátt­mála við Miðlon, sum krevur eina eitt ára upp­ søgn. John Dahl, sum umsitur økið, sigur, at tey arbeiða við at finna eina loysn, nú stóru kappingarneytarnir hjá Bónus hava heitt á lands­ stýris­mannin um at taka neyð­ug stig til, at Rúsan flytir úr Miðlon. Stjórarnir í FK, PE Kolonial og INN halda, at Bónus fær ein fyrimun av at liggja hurð um hurð í sama bygningi, sum Rúsdrekkasøla Landsins. Johan Dahl heldur tað vera óheppi, at so er, og hann hyggur í løtuni upp á málið saman við sínum embætis­ fólkum. – Rúsan hevur eina eitt- ára uppsøgn í Miðlon, og tað er neyvan hugsandi, at landið fer at brúka pening at gjalda seg burtur úr hesum sáttmálanum. Hinvegin hevði tað verið ynskiligt, at Rús­drekkasølan varð savn­ að á einum stað, og ikki sum nú hevur útsølu í Miðlon, goymslu uppi á Hjalla og fløskuinnlating í granna­ bygninginum, sigur Johan Dahl. Hann vísir eisini á, at tað var ikki eftir egnum vali, at Rúsdrekasølan fluttu úr høl­ unum, har hon helt til. – Hetta var eitt krav frá Arbeiðseftirlitinum, at Rúsan skuldi úr hølunum, og tá var Miðlon einasta egnaða stað­ ið, har Rúsan kundi flyta inn. Men tað var ongantíð ætl­ anin, at Miðlon skuldi verða nøkur endalig loysn, sigur Johan Dahl. Landsstýrismaðurin sigur tí, at skal Rúsdrekkasølan flyta úr Miðlon, verður hetta gjørt eftir galdandi sátt­ mála. leo@sosialurin.fo Kannar møguleikan at flyta Rúsuna Rúsan Eftir at stjórarnir í FK, PE Kolonial og INN hava heitt á landsstýrismannin um at taka neyðug stig at flyta Rúsuna úr Miðlon, hevur Johan Dahl arbeitt við málinum Johan Dahl er samdur við stjórarnar í FK, PE og INN í, at tað er óheppi, at Rúsan liggur í sama bygningi sum ein matvøruhandil Leo Poulsen Tað kemur ikki upp á tal at leggja ferðaavgjald á ferða­ fólk, sum koma til Føroya við ferða­mannaskipum. Sambært Bill Justinussen var hetta ein loysn fyri at fíggja nýstovnaða Ferðaráð Før­oya, men landsstýris­mað­ urin kennir einki til loysnina, og sigur, at tað ongantíð hev­ ur verið upp á tal at ein slík inn­tøka skal fíggja Ferðaráð Føroya. – Ferðaráð Føroya er saman við restini av før­ oysku ferðavinnuni nú løgd undir Vinnumálaráðið, og tann játtanin, sum sum ferða­ vinnan hevði undir uttan­ ríkis­ráðnum er somu­leiðis flutt til Vinnumálaráðið. Og tað er hendan játtanin upp á smáar seks milliónir krónur, sum millum annað skal fíggja ný­stovnaða Ferðaráð Føroya, sigur Johan Dahl. leo@sosialurin.fo Leo Poulsen Ætlanin var, at fundurin skuldi vera fríggjadagin í farnu viku, men orsakað av veðrinum varð fund­ urin útsettur. Tá varð nevnt at halda fundin í dag, men Poul Hansen, sak­før­ari, sum umboðar par­trol­ar­arnar, og sum er sam­skipari hjá nevndini, sigur, at eingin fundur verður í dag heldur. – Vit satsa upp á at hava fundin mánadagin, men tað er langt frá vist, at so verður. Tað er rættiliga trupult at savna nevndina, tí hon er rættiliga stór og nevndar­limirnir eru rættiliga upptiknir, sigur Poul Hansen. leo@sosialurin.fo Hava ikki skipað seg enn Reiðarafelagið hevur ikki havt ætlaða fundin enn, har ein roynd skal gerast at skipa nevndina Poul Hansen ætlar at gera eina roynd av savna nevndina í Reiðarafelagnum mánadagin Ferðaráð Føroya fíggjast við játtan Spurningur hevur verið settur við, hvussu endurstovnaða Ferðaráðið skal fíggjast, nú einki avgjald verður lagt á ferðafólk við ferðamannaskipum, sum tað annars ljóðaði at tað skuldi Ferðaráð Føroya er flutt frá Uttanríkisráðnum til Vinnumálaraðið, og tað er játtanin til ferðavinnuna eisini