fríggjadagur 2. desember 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Føðingar
Tann 25. november fingu Tóra og Kára ein lítlan beiggja.
Hann vigaði 4230 gr og var 54 cm langur.
Foreldruni eita Tina og Teitur Johannesen og búgva í
Hoyvík
17. november fingu Eydna Ljósheim og Johnleiv
Thomsen, Klaksvík, ein son. Hann vigaði 3370 gr og var
53 cm langur.
24. november fingu Valborg & Tommy Brockie, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 51,5 cm long og vigaði 3975
gr.
Eitt ár er nú farið, eg veit ikki hvar,
druknað í tárum og longsli eftir tær.
So svárt at uppliva, tú tikin vart brátt
frá blómandi lívi um deyðans gátt.
Mín elskaði sonur, vælsignaða hjarta,
aftur tendrast nú stjørnan hin bjarta,
sum hvørt ár merkti tín føðingardag,
vit pyntaðu, hugnaðu, vóru so glað.
So leingi vit liva, tað verður tín dagur,
minnast tín uppvøkstur, fróur og glaður.
Søgurnar nógvar við kærleika minnast,
Ei betri sonur og beiggi kann finnast.
So mangar vinir frá barnsbeini eigur,
í judo vanst bæði æru og heiður.
Tú meistaraheitið øll árini fekk,
alt, alt ov skjótt hendan tíðin gekk.
At skifta blæur, alt fall tær so lætt,
tú hjúklaði um tín elskaða skatt.
Ja, stórur tín kærleiki til okkum var,
og mangan døgurðan heim tú bar.
Í grind, skjóta harur, fletta og veiða
mentanararvur so góður at eiga.
Til skips altíð fúsur, tú setti tær mál,
gekst upp í alt við lívi og sál.
Tú elskaði lívið og stór var tín styrki,
tú spardi teg ei í dagligum yrki.
Men hóast vit gera okkara besta,
henda kann tó, at vónirnar bresta.
Størstur av øllum kærleikin er,
hann mong í ævinleikan ber.
Mamma skilir, men er ei í iva,
tú vildi heldur elska og liva.
Harrans vegir vit ei kunnu skilja,
ofta so fjarir frá okkara vilja.
Um lagnan er hørð ella blíð,
so avgerð hon okkara tið.
Til troyst og ugga Rose nú er,
tað besta tú átti í hesari verð.
Guðs gáva hon er eins og tú,
og minnir øll á at vit liva nú.
Mamma ynskir tær alt tað besta,
og hóast hjartað mangan vil bresta,
veit eg, hvør dagur, ið eftir er her,
nærri og nærri mót ljósinum ber.
Tíðin hon rennur og árini fara,
okkurt er eftir hjá okkum at læra.
Takk fyri alt mín elskaði skattur,
vit gleða okkum at møta tær aftur.
Mamma
Til minnis um okkara elskaða
Bjørn Bjarnason Andreassen
f . 01.12.89 - d. 13.10.1010
100 ára føðingardagur
Leygardagin 3. desember
verður Rosa Højgaard á
Skála 100 ár. Dagurin verð
ur hildin í leguhúsinum í
Nesvík frá kl. 16 til 20. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 19. desember
verður Jógvan Justinussen
(Legga), Streymnes, 80 ár.
Dagurin verður hildin fyri
innboðin í Róðrarneystinun
í Árnafirði 17. desember kl.
18.00. Tey innbodnu, ið ikki
kunna møta, verða vinaliga
biðin um at siga frá innan
10. desember á tlf. 422358
ella 722358.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 3. des. hava Jón
vá & Eli Hansen, Saltangará,
gullbrúdleyp. Dagurin verð
ur hildin í Sjókafeini í Runa
vík frá kl. 16., har øll eru
hjarta-liga vælkomin.
Gullbrúdleyp
3. desember hava Bergfríð
og Søren Danielsen, Kunoy,
gullbrúdleyp. Dagurin verð
ur hildin í bygdarhúsinum í
Haraldsundi frá kl 17-22. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Bergfríð og Søren Danielsen
Kunoy
Brúdleyp
Leygardagin 28. januar 2012
giftast Asta Eysturdal Magn
ussen av Argjum og Kári
Nielsen úr Skopun. Vígslan
verð-ur í Vesturkirkjuni kl.
15. Veitsla verður í HB hús
inum kl. 19. Tey, ið vilja gleða
brúðarparið við at koma,
verða biðin um at siga frá
innan 2. januar á tlf. 517982
Asta, 211630 Kári ella á tpost
astaogkari@hotmail.com
TØKK
Jólasøla í Tilhaldinum
Frá 1. desember til og við 8. desember er ein flott og kreativ
jólasøla í kjallaranum í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Opið
er kl. 14.00 - 16.00