fríggjadagur 2. desember 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
TØKK
Nógv kjak hevur seinastu
tíðina verið um skattalættan
í samgonguskjalinum. Bløð
ini hava millum annað sett
tabellir upp, sum vísa,
hvussu nógv teir ymisku
lønarbólkarnir
kunnu
rokna við at fáa í lætta.
Longu her vendir myndin
skeivt, tí tað avgerandi er
ikki, hvussu nógv vit fáa í
lætta, men heldur hvussu
nógv vit skulu gjalda.
Tá vit tosa um skatta
lættar, so samanbera vit
nýggja
skattastigan
við
tann gamla. Hetta merkir,
at hóast summi fáa meira
skattalætta enn onnur, so
er ikki vist, at nakað er galið
við nýggja skattastiganum.
Tað kann líka so væl vera, at
feilur var í gamla stiganum,
og tað haldi eg sjálvur, at
tað var.
Eg kann til stuttleika
nevna, at sambært Hag
stovuni, eru einir 80 før
oyingar, sum rinda minni
enn null krónur í skatti
(altso
negativan
skatt).
Hesi fáa pengar útgoldnar
úr landskassanum, tí teirra
inntøka er so lítil, at barna
frádrátturin er størri enn
skattarokningin.
Er
tað
órættvíst, at hesi fólkini fáa
minni skattalætta enn tey,
sum rinda nógvan skatt?
Flatskatturin
er ikki flatur
Skattalættin í samgongu-
skjalinum verður nevndur
flatskattur, men hetta navn
ið er misvísandi, tí talan er
ikki um flatan skatt.
Sjálvur haldi eg ikki at
tað er nakað galið í tí, at
fólk sum hava høgar inn
tøkur rinda meira til sam
felagið, enn tey við lægri
inntøkum. Men tá tað er
sagt, so haldi eg eisini, at
skatturin í Føroyum treingir
til at gerast flatari, enn hann
hevur verið.
Eg vísti í eini blaðgrein í
vár á eitt dømi, har ein per
sónur fær 50.000 krónur
í lønarhækking, men tá
skattur og gjøld eru farin av,
og frípláss í barnaansingini
eru horvin orsaka av lønar
vøkstrinum, so hevur hann
nógv minni eftir, enn hann
hevði áðrenn lønarhækk
ingina. Tá er nakað galið við
skipanini. Eingin tímir at
gjalda fyri at arbeiða.
Dimmalætting fór
avstað við greinini
Tá hendan nevnda greinin
hevði staðið í bløðunum,
blivu tey á redaktiónini
á Dimmalætting so glað
fyri hana, at tey yvirtóku
greinina og gjørdu hana til
sína egnu. Dagin eftir stóð
á sjálvari forsíðuni, at tað
loysir seg ikki at arbeiða,
og inni í blaðnum stóð um
hetta løgna samfelagið, har
fólk høvdu minni eftir, tá tey
arbeiddu meira. Og næsta
dagin hevði sami boðskapur
fingið pláss í sjálvari odda
greinini. Yvirskriftin var:
”Eigur at loysa seg at ar
beiða”. Oddagreinin endaði
við hesum orðunum: ”At ein
lønarhækking uppá 50.000
krónur ger, at summi missa
17.000 krónur, er heilt burtur
við”.
Nú verður endiliga nakað
gjørt við henda trupulleikan,
men nú skrivar Dimmalætt
ing síðu upp og síðu niður
um, hvussu ræðuligt tað er,
at høgu lønirnar fáa meira í
skattalætta enn tær lægru
lønirnar. Jú men, var tað ikki
júst tað, sum blaðið mælti til
í vár? Hvussu hevði Dimma-
lætting annars ímyndað sær,
at tað skattliga skuldi fara
at loysa seg at fáa lønar
hækking?
Skatturin verður
framvegis
progressivur
Um vit hyggja eftir inntøku
bólkunum, og ístaðin fyri at
hyggja eftir skattalættanum,
heldur hyggja eftir skatta
rokningini, so sær úrslitið
soleiðis út (aftaná skatta
lættan).
Sí talvu.
Hetta
yvirlitið
vísir,
at skattaprosentið eisini
aftaná skattalættan fer at
hækka so hvørt sum lønin
veksur. Hóast inntøkan hjá
tí sum vinnur 1,08 mió. krón
ur er 9 ferðir so stór sum
inntøkan hjá tí sum vinnur
120.000 krónur, so verður
skattarokningin heilar 21
ferðir so stór.
Eg skal ikki siga, at hetta
er tað avgjørt besta úrslitið,
vit kunnu lenda á. Talan er
um eina politiska semju, og
tá fært tú ongantíð alt títt
ígjøgnum. Men eg havi eina
vón um, at vit við hesum
sleppa undan teirri støðuni,
at fólk mugu gjalda fyri sína
lønarhækking, og samtíðis
fara tær hægstu inntøkur
nar framvegis at rinda lut
falsliga meira til samfelagið,
enn tær lægru inntøkurnar.
Skattalættin
má fíggjast
Nakað heilt annað er, at
ein og hvør skattalætti má
fíggjast. Tí er neyðugt at
finna nýggjar inntøkur ella
sparingar á fíggjarlógini,
sum svara til skattalættan.
Og eydnast tað at fáa blokk
stuðulin tiðnaðan, so skulu
teir pengarnir ikki brúkast
til at fíggja ein skattalætta.
Pengarnir fyri skattalættan
skulu finnast í Føroyum.
Flatskattur sum ikki er flatur
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
(Tølini fyri inntøku og skatt eru tikin úr Dimmalætting.
Prosentrokningarnar eru mínar egnu)
Kjak