fríggjadagur 2. desember 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Ein og hvør, sum brúkar
síni eygu at hyggja við,
dugur at síggja, at vit
ikki hava rætt til at fáa
blokk úr Danmørk.
Men ein spurningur,
sum lítið hevur verið
frammi, er um Danmørk
hevur rætt til at veita
okkum stuðul.
Vanliga verður ført
fram, at skipanin í Dan
mørk er so, at fólkatingið
hevur vald til at áleggja
skattir og at geva stjórn
ini heimild til at nýta
skattainntøkuna.
Tær
upphæddir,
sum eru játtaðar til Før
oya, eru samtyktar av
fólkatinginum.
Kann
tað so hugsast, at nakað
ólógligt er í hesum?
Eftir
reglunum
í
statsrættinum
kann
einki skeivt vera.
Men yvir statsrættin
um hava vit altjóðarætt
in. Eftir seinna heims
bardaga vórðu týsku
leiðararnir dømdir fyri
at hava forbrotið seg
móti
altjóðarættinum
við at fara í kríggj og
leggja upp í innanríkis
viðurskiftini hjá øðrum
tjóðum. Harvið breyt
Týskland altjóða sátt
málar, sum tað sjálvt
hevði góðkent, sjálvt um
samtytirnar vóru lóg
ligar eftir týskum rætti.
Fyri at ein avgerð, eitt
ríki tekur, skal vera lóglig,
krevst tí eisini, at hon
ikki er forboðin í altjóða
sáttmála, sum hetta ríki
hevur góðkent.
Í sambandinum við
Føroyar
er
vansurin
hjá Danmørk, at viður
skiftini millum Føroya
og Danmørk eru ásett
við einum sambands
sáttmála millum tvey
fullvalda ríki. Reglurnar
í hesum sáttmála eru
a l t jó ð a ræ tta r l iga r.
Verður ikki farið fram í
samskiftinum
millum
partarnar sambært hes
um sáttmála, so er talan
um brot á einum altjóða
sáttmála.
Er so nakað í sam
bandssáttmálanum, sum
forðar fyri at Danmørk
stuðlar Føroyum fíggjar
liga?
Ja, so er.
Í sáttmálanum verð
ur nevnliga ásett, at
báðir partar, hóast teir
eru saman um kríggj
og frið, hvør í sínum
lagi stýra sínum egnu
viðurskiftum
uttan
uppílegging frá hinum
partinum. Tað verður
beinleiðis forboðið at
annar parturin á nakran
hátt skal royna at ávirka
innanlands viðurskifti
hjá hinum.
Men tá annar part
urin so kemur við fíggjar
játtanum til hin partin,
er talan um uppílegging.
Her verður ein munandi
partur av fíggjarlógini
fíggjaður. Tað ger tað
lættari
at
stýra
hjá
teimum, sum taka móti
stuðlinum. Teir kunnu
geva almennar pengar
út uttan at taka teir
inn í skatti. Teir kunnu
eisini gera av, hvør ið
skal sleppa lagaliga í
skatti. Teir kunnu eitt
nú siga, at tey fátæku
skulu
gjalda
nógvan
skatt, meðan tey ríku
sleppa undan skattinum,
tí hann verður fíggjaður
av stuðlinum uttanifrá.
Hetta er uppílegging
í viðurskiftini hjá hinum
sátt m á l a pa r t i nu m ,
og tað er hetta, sum
sambandssáttmálin
forbjóðar.
Tað er tí, at danskur
stuðul til Føroya er ólóg
ligur, hvør einasta króna
av honum!
Er danski
stuðulin til
Føroya lógligur?
Zakarias Wang
Flatskattalættin hjá BADH-
samgonguni er tann mest
ókristiliga asosiala politiska
ætlanin, sum higartil hevur
sæð dagsins ljós.
Tað er jú aðalhugsjónin
hjá Fólkaflokkinum, at sam
felagsligur
framburður
kemur av at fjálga um rík
mannastættina og at eggja
til egoismu og sjálvsøkni. Tí
er tað eisini eitt aðalmál hjá
Fólkaflokkinum at sindra tað
samhaldsføstu hugsjónina,
sum er aðaleyðkenni fyri
norðurlendska
vælferðar
samfelagið.
Men hvussu tað eydnaðist
Fólkaflokkinum fáa tann
fyrrverandi
sosialliberala
Sambandsflokkin at venda
norðurlendsku
vælferðar
hugsjónini bakið – henda
hugsjónin sum t.d. Lisbeth
L. Petersen var ein lýsandi
talskvinna fyri - og fara upp
í høgraradikala harkaliðið
hjá Jørgen Niclasen, er mær
ein gáta.
Hinvegin
undrar
tað
meg onki, at Jenis av Rana
og allar hansara sosialu og
bíbilsku lótir eru til sølu fyri
einhvønn prís, bara fyri at
fáa eina slintru av maktini í
sín lut.
Myndin niðanfyri skal lesast
soleiðis:
• Á vatnrættu botnstrikuni,
frá vinstru til høgru,
síggjast inntøkubólkarnir.
Fyrst tey sum tjena upp til
60.000 um árið. So tey sum
tjena 60-100.000 kr, síðani
100-150.000 osv. Og longst
til høgru miljonerarnir,
tey sum tjena 900.000-
1.000.000 kr. osv.
• Ljósu
stabbarnir
vísa
hvussu nógvir persónligir
skattgjaldarar eru í teim
ymisku inntøkubólkunum.
T.d. at tað eru 4.157 persón
ar við eini skattskyldugari
inntøku
millum
150-
200.000 kr.. Og sum tað
sæst longst til høgru, at
tað eru 191 persónar, ið
tjena meir enn 1 mió.
• Myrku stabbarnir vísa
so, hvussu skattalættin
hjá
BADH-samgonguni
er býttur millum inn
tøkubólkarnar. T.d. sum
tað sæst av fjórða stabb
anum, at teir 4.157 per
sónarnar,
sum
hava
eina ársinntøku millum
150-200.000, fara at fáa í
miðal 63 kr. um mánaðin
í skattalætta – meðan tað
av næstsíðsta stabba sæst,
at teir 77 persónarnir, sum
hava skattskylduga inn
tøku millum 900.000 og
1 mió.kr., fara at fáa ein
skattalætta í miðal uppá
6.922 kr. um mánaðin.
Tey á ovastu rókum
fáa 100 ferðir størri
skattalætta enn tey
á niðastu rókum
Hyggja vit fyrst at inntøku
býtinum, so hava 76% av
øllum
skattgjaldarunum
eina ársinntøku niðan fyri
300.000 kr., meðan 13% hava
eina ársinntøku millum 300
og 400.000 kr., og so eru tað
11%, ið hava eina ársinntøku
oman fyri 400.000 kr. um
árið.
Í myndini sæst hvussu
flatskattalættin hjá BADH
er býttur millum ymisku
inntøkubólkarnar
í
sam
felagnum. Her gongur sjón
fyri søgn, at nógv tann
størsta fjøldin – heili 76%
av øllum skattgjaldarunum
–
fáa
onki
burtur
úr
flatskattalættanum.
Men jú longur upp man
kemur á inntøkustigan, jú
longur upp man kemur á
ovastu røkurnar - jú meira
fær man í skattalætta: T.d.
fáa teir 95 skattgjaldararnar,
sum hava eina ársinntøku
uppá 800-900.000 kr, í miðal
6.333 kr. um mánaðin í
skattalætta. Tað er 100 ferðir
so nógv sum tær 63 kr., ið teir
4.157 skattgjaldararnar fáa, ið
hava eina ársinntøku millum
150-200.000 kr.
Meira ókristiligt kann tað
ikki gerast.
Flatskatturin - eitt frontalálop
á norðurlendsku samhalds
føstu vælferðarhugsjónina
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður