Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Seinastu vikurnar hevur nógv umrøða verið í fjøl­ miðl­unum um at gikta­lækn­ in ætlar at gevast, tí um­ støðurnar at arbeiða undir ikki eru nøktandi. Heilsutrygd ætlaði ikki at fara út í nakra almenna skriving um hetta mál, men vit føla tað neyðugt, tí vit meta, at lesarin ikki verður rætt kunnaður, út frá tí sum higartil hevur verið ført fram. Heilsutrygd harmast al­ mikið um at giktalæknin gevst, tí tørvurin á hansara tænastum er stórur. Giktalæknin setti seg í 2010 í samband við Heilsu­ trygd fyri at fáa eina av­talu um privata praksis. Heilsu­ trygd sýndi vælvilja, og royndi alt vit kundu, at fáa viðurskiftini uppá pláss so skjótt sum gjørligt, so hann kundi byrja í sínum starvi. Áðrenn viðurskiftini vóru komin uppá pláss, avgjørdi giktalæknin at byrja í síni privatu praksis. Tá so verður gjørt, er vandi fyri, at tú ikki fært samsýning við aftur­ virk­andi kraft. Í august mánaði í ár sendi Heilsutrygd skriv til Serlæknafelag Føroya, har boðað var frá, at Heilsu­ trygd frá 1. september fór at stramma upp uppá manna­ gongdir í samband við av­ rokning av rokningum frá ser­læknum. Í lógini um Heilsutrygd er ásett í § 4, “at allir persónar sum lúka treytirnar í lóg­ ini, hava, eftir ávísing frá kommunulækna, rætt til ókeypis læknahjálp hjá ser­ lækna, ið er fevndur av sátt­ mála við Heilsutrygd”. Avrokningarhátturin er ásettur í § 37 í sáttmálanum mill­um Heilsutrygd og Ser­ læknafelag Føroya. Har er m.a. ásett at: “Den alment praktiserende læges hen­ vis­ning vedlægges”. Hetta merkir, at Heilsu­ trygd ikki er komið við nakrari broyting á hesum øki. Heilsutrygd vil fylgja galdandi lóg og sáttmála. Í sama skrivi frá august mánaði, kravdi Heilsutrygd eisini, at borgarin vátt­ar rokningina frá serlækn­an­ um. Hetta er ikki ásett í sátt­ mál­anum, men er t.d. vanlig mann­agongd, tá tú fert til kommunulækna. Hesa mannagongd brúk­ ar Heilsutrygd áðrenn rokn­ingar verða goldnar. Vit vilja vera vís í, at tær vørur og tænastur vit rinda fyri, veru­liga eru lætnar. Sama er gald­andi tá okkara starvsfólk hava keypt eitt­ hvørt. Tá skal starvs­fólkið váttað rokning­ina. Serlæknafelag Føroya sendi hin 8. september skriv til Heilsutrygd, har teir fyri so vítt ikki høvdu nakað ímóti hesi mannagongd. Tó helt felagið, at tíðarfreistin var ov stutt, og ynskti hana longda til 1. januar 2012. Heilsutrygd boðaði í skrivi 3. november Ser­ lækna­felagnum frá, at vit skiltu teirra støðu, og at vit longdu freistina, so sum Serlækna­felagið ynskti. Í hesum tíðarskeiði komu nakrar rokningar frá ser­lækn­um, uttan at ávís­ ing fylgdi við, og uttan at borg­arin hevði váttað rokn­ ingina. Hesar rokningar blivu sendar aftur til ser­ lækn­arnar, við kravi um at treyt­irnar um ávísing og vátt­an blivu upp­fyltar. Av tí at freistin bleiv longd til 1. januar 2012 bað Heilsutrygd serlæknarnar um at senda okkum rokn­ ing­arnar aftur, so vit fingu avgreitt tær. Heilsutrygd hevur fingið flestu rokningarnar aftur frá serlæknunum, og hevur avgreitt tær allar samlar til gjaldingar. At so giktalæknin gevst, tí at sáttmálaviðurskiftir o.a. ikki eru uppá pláss, hava vit trupult við at skilja. Heilsutrygd samstarvar við nógvar ymiskar fak­ bólk­ar. Hjá fleiri av hesum eru sáttmálarnir gamlir, og hjá øðrum var als ongin sáttmáli. Alt kann ikki ger­ ast eftir einum degi. Heilsu­ trygd er ein nýggjur stovn­ ur, sum byrjaði sítt virksemi í fjør. Vit valdu tí fyrst at brúka orku uppá at fáa gjørt sáttmálar, har ongin var frammanundan. Nú er so túrurin komin til ser­lækn­ arnar. Í løtuni eru vit í ferð við at fyrireika okkum til nýggjar sáttmálasamráðingar, og frá okkara síðu skuldu øll viður­ skifti tí verið so mikið uppá pláss, at serlæknarnir kunnu starvast fyri Heilsutrygd – eisini giktalæknin. Tað er ein Samráðingarnevnd undir Heilsumálaráðnum, sum samráðist við feløgini. Heilsu­trygd hevur umboð í Sam­ráðingarnevndini. Havast skal eisini í huga, at flestu serlæknar eru í full­tíðarstarvi í sjúkra­ hús­verk­inum. Tað teir gera í síni privatu praksis, er tí eitt hjástarv nakrar fáar tímar um vikuna, har rokning verður send til Heilsu­trygd. Tí undrar tað okkum almikið, at hesir fáu tímar um vikuna kunnu stytta bíðitíðina úr millum eitt og tvey ár niður í tveir mánaðir. Viðgerð av giktasjúkum Jan Danielsen, stjóri Heilsutrygd Nakrar rættleiðingar og viðmerkingar til skrivingina seinastu dagarnar Skrivstovuhøli ynskjast Sóknast verður eftir hóskandi skrivstovu-/ handilshølum í Havn til lítið virki. Hølini skulu liggja væl fyri og vera í góðum standi. Støddin kann vera frá 30 m2 og uppeftir. Hølini skulu vera í stovuhædd við vindeygum móti vegnum og egið wc og køk (tekøk). Møguliga kann keyp koma uppá tal. Tel. 50 20 22 · t-postur: kho@olivant.fo