Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Í kvøld verður sáttmáli undir­ skriv­aður millum ÍF og Jákup Mikkelsen. Málverjin hevur síðani kapp­ingarlok umhugsað støðuna, og nú hevur hann gjørt upp við seg sjálvan, at hann skal spæla eitt ár aftrat. Ólavur Larsen, formaður í ÍF, vátt­ar, at semja er millum ÍF og Jákup Mikkelsen um at halda fram við samstarvinum í eitt ár aftrat: – Vit fara at skriva undir av­ taluna fríggjakvøldið, og vit eru sera fegnir um, at samstarvið við málverjan fer at halda fram, sigur ÍF formaðurin. Tá ið Flemming Christensen hevði skrivað undir sáttmálan, sum sigur, at hann skal vera venjari hjá ÍF í 2012, segði hann seg vóna, at Jákup Mikkelsen fór at verja ÍF málið næsta ár, og nú er tað greitt, at vónin hjá venjaranum verður til veruleika. Jákup Mikkelsen hevur í alt heyst drigið á bæði, um hann skal gevast ella halda fram at spæla. Nú hann hevur tikið støðu og ætlar sær at halda fram, sigur hann soleiðis: – Síðsta kappingarár var eg rættu­liga nógv darvaður av vødda­ skaða í búkinum og lærkrikanum. Hetta bar við sær, at eg hvørki fekk spurtað ella sparkað. Eg helt, at talan var um slit og elli, men nú havi eg tað nógv betri, og tað hevur givið mær mót at halda fram. Fyri einum ári síðani bar tað næstan ikki til at spæla innandura fótbólt. Nú er eingin trupulleiki tí viðvíkjandi, og tí er tað nógv lættari at taka avgerðina um at halda fram, sigur Jákup Mikkelsen. Bogi hjálpvarvenjari Hóskvøldið skrivaðu ÍF og Bogi Lervig undir avtalu, sum ber við sær, at Bogi verður hjálparvenjari hjá ÍF og Flemming Christensen. Bogi hevur seinastu árini verið hjálparvenjari í NSÍ. Hann hevur áður verið hjálparvenjari í ÍF, har hann spældi alla sína fótbóltstíð. ÍF formaðurin fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa Boga at hjálpa Flemming Christensen: – Bogi hevur royndirnar, hann er førur fyri at standa fyri venj­ing­ unum, um tað skuldi borið venjar­ anum frá, og hann veit alt um føroysku feløgini, liðini og spæl­ar­ arnar og felagið hjá okkum. Tá ið vit fáa nýggjan venjara, sum ikki enn er so væl inni í føroysku viður­ skiftunum, so kemur tað serliga væl við, at vit hava fingið Boga Lervig at hjálpa venjaranum, sigur Ólavur Larsen. Bogi og Karl og álopið Tað verður støðugt arbeitt við at styrkja um hópin hjá ÍF. Tá ið tað varð kunngjørt, at Flemming Christensen skal venja ÍF, varð tað nevnt, at møguleiki er fyri, at nýggir spælarar fara at koma til Fugla­firðar. Tað skilst, at flestu teirra, sum vóru við í 2011, fara at halda fram. Tað hevur ljóðað, at Bogi Løkin og Karl Løkin møguliga ikki fóru at halda fram í Fuglafirði, men ÍF formaðurin sigur seg hava góðar vónir um, at Løkin beiggjarnir eisini í 2012 fara at spæla við ÍF: – Vit hava tosað við teir báðar, og eg rokni við, at tað um heilt stutta tíð verður greitt, at teir báðir fara at halda fram í Fuglafirði. Eingin ivi skal vera um, at vit fegnir vilja hava teir at halda fram, sigur Ólavur Larsen. Flemming Christensen kemur til Føroya 23. januar. Hann hevur sent spælarunum venjingarætlan, sum teir skulu halda seg til, so teir ikki byrja heilt á berum, tá ið januar verður tríggjar vikur gamalur. ÍF og venjarin hava felags fatan av, at tað er neyðugt við styrki til framrættaða partin, hóast málsókni Clayton Soares hevur skrivað undir við ÍF. – Okkum tørvar ein álopsspælara aftrat. Um tað verður neyðugt við onkrum øðrum styrki fáa vit at síggja, tá ið spælararnir og Flemming Christensen og Bogi Ler­vig hava vant saman í nakrar vik­ur. Tað sær spennandi út, og vit fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í eyðmýkt, sig­ur Ólavur Larsen. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Fótbóltssambandið vil ógvuliga fegið vera vertur fyri EM undan­ kappingum hjá yngru lands­lið­ unum, men tað gongur illa at fáa tað skipað soleiðis, at kappingar­ nar verða lagdar at vera í Føroyum. Síðsta dømið um hetta var mikudagin í hesi vikuni, tá ið lutur varð kastaður um, hvussu U19 og U17 undankappingarnar skulu skip­ast næsta ár. Umboð fyri FSF vóru hjástødd, tá ið lutakastið var í UEFA høvuðs­ skrivstovuni í Nyoan í Sveis. Í U19 kappingini komu Føroyar í bólk 12 saman við Onglandi, Ukreina og Estlandi, og í U17 kappingini komu Føroyar í bólk 6 saman við Eysturríki, Sveis og Kypros. FSF umboðini bjóðaðu sær til at standa fyri báðum kappingunum, men tað eydnaðist ikki at fáa kappingarnar til Føroya. Í U19 kappingini vóru tað Estland og Føroyar, sum bjóðaðu seg fram at hýsa kappingini. Hini londini tóku undir við, at Estland skal standa fyri, og har­ við var tað greitt, at føroyska U19 landsliðið skal til Estlands, har kappingin verður í døgunum frá 26. september og til 1. oktober 2012. Tá skulu Føroyar spæla ímóti Onglandi, Ukreina og Estlandi. Í U17 kappingini vóru tað Før­ oyar og Eysturríki, sum bjóð­aðu seg fram. FSF heimasíðan veit at siga, at Sveis tók undir við, at kappingin varð í Føroyum, meðan Kypros tók undir við, at Eysturríki skal hýsa kappingini. Tí var neyð­ ugt við lutakasti, og tað lagaði seg soleiðis, at Eysturríki vann lutakastið. Harvið var tað greitt, at føroyska U17 landsliðið í døgunum 10. til 15. oktober 2012 skal luttaka í undankappingarbólki 6 í Eystur­ ríki, har mótstøðulondini verða Eysturríki, Kypros og Sveis. joannes@sosialurin.fo Mistu heimavøllin í lutakasti Yngru landsliðini U19 landsliðið skal spæla í EM undankapping í Estlandi, og U17 landsliðið skal spæla í EM undankapping í Eysturríki Jákup heldur fram í Fuglafirði Fótbóltur Bogi Lervig verður hjálparvenjari hjá Flemming Christensen, og alt bendir á, at Løkin beiggjarnir eisini í 2012 fara at spæla við ÍF Semja er millum ÍF og Jákup Mikkelsen um at halda fram við samstarvinum í eitt ár aftrat Mynd: Álvur Haraldsen