fríggjadagur 2. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Hendan týðing er ein stytt
útgáva frá kronikk úr Week
endavisen 21. oktober 2011,
við heitinum “Der er gode
grunde til at hæve skatten”.
Yvirskriftin
á
greinini
skal als ikki misskiljast, tí
hvørki eg ella E ynskja at
hækka skattin í Føroyum.
Heldur hinvegin eru vit
samd í at marginalskatturin
er ov høgur. Men harfyri
haldi eg, at sjónarmiðini
sum verða førd fram her, eru
sera viðkomandi og tanka
vekjandi og kunnu vera við
til at geva áleikandi kjakinum
her heima um flatskatt meira
fjølbroytni og dýpd.
Rithøvundarnir
eru:
Laust Schouenborg, Ph.D
og
starvast
við
London
School of Economics og Ole
Schouenborg, ið er lektari á
University College Capital.
Fyritøkur
hyggja
eftir
einari røð av viðurskiftum,
tá tey skulu gera íløgur: Er
arbeiðsmegin vælútbúgvin
og væl fyri, fyrikemur mut
ur og kriminalitetur, er polit
iskur tryggleiki og kann man
rokna við einum góðum infra
kervi? Danmark scorar høgt
innan øll hesi viðurskifti,
og hetta er orsøkin til at tað
hevur eydnast Danmark at
fáa fyritøkur at støðast og
harvið skapa vøkstur.
Skattatrýstið hevði ein
centralan leiklut í danska
valstríðnum. Liberal Alliance
koyrdi uppá 40% inntøku
skatt og tey Konservativu
argumenteraðu
fyri,
at
lægri skattur skapar hægri
vøkstur, fleiri arbeiðspláss
og til síðst fleiri pengar til
okkara
samlaðu
vælferð.
Vinstra síðan ynskti ávísar
skattahækkanir og vísti á, at
breiðastu herðarnar mugu
bera mest, serliga í kreppu
tíðum.
Nýggja danska centrum-
vinstra stjórnin ætlar at halda
fast við at hækka avgjøldini,
men lovar at lækka skattin
á arbeiði markant í einum
framtíðar
skattareformi.
Her spyrja høvundarnir, um
hetta er rætta leiðin, ella um
tað hinvegin gevur meining
at hækka skattirnar - ikki
beint nú, men í longdini.
Teir spyrja: Skapar eitt lágt
skattatrýst fleiri arbeiðspláss
og vøkstur? Hendir tað, sum
fleiri økonomar og politikarir
vilja vera við, at lágur skatt
ur tiltrekkir útlendskar fyri
tøkur og motiverar danskar
fyritøkur
at
gera
fleiri
íløgur og løntakarar at gera
ein “eyka innsats” sum tað
kallast?
Teir eru samdir í, at “alt
annað líka” - kann lægri skatt
ur vera eitt incitament, sum
teoretiskt kann skapa hetta
positiva
vakstrarscenario.
Men hetta er ein sera einfald
mynd av tí sum vit meira
breitt
kunnu
kalla
tað
danska vælferðar-modellið
og av teimum faktorum, sum
higartil hava gjørt Danmark
til eitt ríkt samfelag og sum
høvundarnir meina eisini
framyvir eru við til at skapa
framtíðar vøkstur.
Tað sum man eigur at
hyggja at, er hvat er tað
sum motiverar fyritøkur og
kompetenta arbeiðsmegi at
støðast og virka í Danmark.
Fleiri kanningar hava víst, at
umframt skattatrýstið hyggja
fyritøkurnar eftir einari røð
av øðrum viðurskiftum: Er
arbeiðsmegin vælútbúgvin
og hevur hon góða heilsu
(og er harvið stabil), polit
iskur stabilitetur, lítið mut
ur, lágur kriminalitetur, gott
infrakervið osfr. Á øllum
hesum økjum er Danmark
heilt væl fyri og tað er júst
orsøkin til at tað hevur
eydnast at vera so kapp
ingarført. Danmark kappast
ikki uppá skatt, men uppá
samfelag.
Og høvundarnir spyrja:
Hvørjar eru so fortreytirnar
fyri, at vit framyvir megna
at halda fast við hetta
attraktiva búskaparliga um
hvørvi? - Tað er júst almenn
ar og skattafíggjaðar íløgur
í okkara samfelag og menn
iskjaliga tilfeingi. Gransking
og útbúgving, dagstovnar
við høgari góðsku umframt
okkara felags heilsuskipan.
Og her hevur tað týdning
at taka fram, tær neiligu
avleiðingarnar
av
einum
lágum skattatrýsti, sum vit
kenna frá útlondum: Størri
ójavni, sum kann leiða til
kriminalitet, intolerancu og
vónloysi. Spilt menniskjaligt
tilfeingi, tá øll ikki fáa ein
góðan uppvøkstur, skúla
gongd og víðari útbúgving.
Og til seinast, færri íløgur í
infrakervið og gransking. Við
øðrum orðum: Stórur ójavni
førir ikki til vøkstur.
Høvundarnir vísa á, at hesi
sterku eyðkenni við danska
búskaparliga
modellinum
hevur víst seg at vera eitt av
teimum mest kappingarføru
í heiminum seinastu 50-
70 árini og hendan skipan
hevur megnað at givið flestu
borgarum bæði vælstand og
vælferð. Teir staðfesta tí, at
skattirnir eiga at vera verandi
á sama støði, ella kanska
enntá vaksa eitt sindur, um
man ynskir at halda fast í
hesum kappingarfyrimuni í
framtíðini.
Argumentini fyri, at tað
kann vera ein meining í at
hækka skattirnar nakað í
longdini er ein nýggj læra,
sum spakuliga er við at festa
røtur. Tað snýr seg um, at vit
í framtíðini eiga at broyta
búskapin burtur frá enda
leysum materiellum vøkstri
og øktum forbrúki. Síðstu
10 árini hevur debattin víst,
at fleiri og fleiri eru ivasom
í um lukkan er at hava fleiri
flatskermar og tríggjar uttan
landsferðir. Vit eru vorðin
meir og meir tilvitaði um, at
okkara felags jørð kann ikki
rúma støðugum íbúgvara
vøkstri og hartil hoyrandi
framleiðslu
og
forbrúki.
Globalt er okkara politiskt-
búskaparliga samfelagsskip
an ikki burðardygg.
Ein háttur at loysa hend
an trupulleika, er at tálma
privatu nýtsluni við hækk
aðum skattum. Høvundarnir
eru væl greiðir yvir at hetta
ljóðar ræðuligt fyri mong.
Men hetta gevur bert mein
ing um tað almenna væl
at merkja dugir at brúka
hækkaðu skattainntøkurnar
til íløgur í burðardyggar og
grønar loysnir í infrakervið,
kollektiva ferðslu - elektrisk
tokbananet ístaðin fyri bil
brýr osfr.
Høvundarnir
eru
væl
greiðir yvir, at teirra sjónar
mið
neyvan
fær
Dansk
Arbejdsgiverforening
og
fíggjarkervið at klappa av
frøi. Men tað er eitt fakt
um, at vøksturin í okkara
núverandi samfelag nærk
ast endastøðini í mentanar
søguni. Og við at skilja og
handla út frá hesi sannroynd
kann Danmark aftur gerast
eitt undangonguland.
Teir enda við at siga, at
skattur er vorðin eitt “fy-ord”
í politiska orðaskiftinum,
bæði uttanlands og í Dan
mark. Hetta halda teir er
spell, tí skattur er eitt úttrykk
fyri, at vit hava valt at geva
okkara íkast til tað samfelag
vit eru ein partur av og sum
vit persónliga vilja satsa uppá
at finna haldførar kollektivar
loysnir til teir trupulleikar,
vit standa framman fyri.
Vónandi - siga høvund
arnir at enda - fer Fólkatingið
at finna aftur á beint í tí
avsporaða skatta-kjakinum
og byrja uppá framtíðina í
góðari tíð. Hon kemur kort
ini!
Skapar eitt lágt
skattatrýst vøkstur?
Gunnvør Balle
Góðskumetingin av bønum
verður framløgd.
Petur Nielsen, útsk. form.
Innangarðs
útskifting við
Norðskála
Næsti útskiftingarfundur verður
fríggjadagin 9. desember 2011 kl. 9.30
á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38
Postboks 2048, 165 Argir, tel 34 24 00
us@us.fo · www.us.fo
Kunngerð
John Johannessen
Bankarán ella rán
Rænir tú bankan, verður tú settur í geglið. Rænir bankin
teg, fær stjórin bonus. Soleiðis er karráð kapitalisma.