Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Kemur við nøkrum út­sagn­ um, sum ikki eru eftirfarandi og tað boðar ikki frá góðum. Maðurin sigur fyri vist, at fólk tíma ikki at arbeiða eyka, tí upp til 70 prosent fara í skatti og tað er jú lygn. Tey einastu tú hevur hoyrt brokka seg um hesa lygnuna um 70 prosent í skatti er onkur stjóri, sum er súrur um at rinda 50 prosent av sín­ari millióna løn í skatti, tað eru ikki tey sum ganga arbeiðs­leys og tey sum ikki hava fulla arbeiðsviku Fyri tað fyrsta vita øll, eisini fíggjarmálaráðharrin, at lógin sigur max 50 prosent í skatti + 3,4 prosent í ymiskar grunnar, tað vil siga, at um tú hevur arbeitt og fingið milliónir av krónum í løn ,so rindar tú ongantíð meira enn 50 prosent í skatti um ári. Og fyri at koma uppá 50 prosent marki, skalt tú hava eina løn uppá umleið 500.000 krónur. Ein persónur á Tvøroyri, sum hevur hægsta komm­ unu­skatta­prosenti í land­in­ um, rindar uttan nakrar frá­ dráttir, 38,9 prosent í skatti av 250.000 krónum og 41,8 prosent av 300.000 krónum, tað vil siga, at “ullarskatturin” hjá Fólkaflokkinum og sum hinir samgongu fylgis­neyt­ ar­nir hava tikið undir við ongan lætta gevur. Fyri tað næsta, hvør er øll tey, sum fíggjarmálaráðharrin sigur fyri vist, ikki tíma at ar­ beiða eyka, tí tey skulu rinda hesi 70 prosentini í skatti, tað hevði verði áhugavert at fingið at vita? Sigur tú eina lygn nóg ofta, so trúgva fólk at tað er sannheit. Fíggjarmálaráðharrin, formaður í Fólkaflokkinum Finnleif Guttesen Suðuroy Ungir menn í røttu vinnu hava goldið hús og heim og bil, áðrenn teir eru 30. Og teir kunnu halda áfram við øktari ferð við flat-tax, sum letur teimum kr. 8000 meira um mðr. ella 100.000 kr. kontant í hondini hvørt ár. Hetta er peningur, sum áður er goldin til vælferðarsamfelagið. Yvirlitið yvir stjóralønir herfyri vísti, at hesir forvinna frá 4 til 18 árslønir á kr. 300.000 um árið ella millum 1,2 og 5,4 mill. kr. Við 1 mill. kr. er gávan frá flat-tax 8000 kr. um mðr., so   gávurnar vera frá 8. - 40.000 kr. um mðr. ella frá 100 - 500.000 kr. um árið. Hetta er eisini áður brúkt til at fíggja vælferðarsamfelagið við. Læknavikarar fáa uml. 70.000 kr. um vikuna, so teirra flat-tax gáva má blíva til­svarandi stór. Og soleiðis kundi eg blivið við, men mottoið vil verða tað sama: Tann, ið hevur, honum skal verða givið. Løgmaður og lands­stýris­ menninir fáa millum 4 -og 5. 000 kr./mðr. í flat-tax gávu. Argumentatiónin um flat- tax fyri at varðveita fólkið í landinum vísir seg at vera høgrapropaganda av fúlasta slag fyri at breiðka gjónna millum samfelagsstættirnar - og onki annað. Tí hvør av teim­um higartil nevndu hev­ ur fingið ov lítið - sum er - og vildi rýmt uttan flat-fax gáv­ una? Ikki ein tann ein-asta ein. Men lat okkum so hyggja at vanliga føroyinginum - teimum 70 %-inum. Vanligi føroyingurin for­vinnur eitt stað millum 20.000 kr. og 30.000 kr/mðr. For­vinnur hann 20.000 kr./ mðr. verður hansara flat-tax gáva kr. 117,-/mðr.- við 25.000 kr./mðr er gávan 667 kr./mðr og við 30.000 kr. verður gávan 1317 kr./mðr. Tey 30%, ið via flat-tax skipanina oysa mill. inn í egnar lummar úr væl­ferð­ ar­skipanini, fara við øktari keypiorku at økja prísin á heimsins frammanundan dýrastu vørum. Samstundis sum avleiðingin av teim færru mill. í landskassanum viðføra, at vælferðartænasturnar bæði gerast verri og dýrari, sum tíðin líður, og tá fara flat - tax gávurnar uppá 117 kr., 667 kr. ella 1317 kr. at muna eins nógv og ein skræddari í tí Ónda stað. Og yuppiarnir á ovastu rókum - saman við pápasa dreingjum - eru longu farnir at rópa og huja eftir teimum á niðastu rókum: Arbeit macht frei - arbeit macht frei, ella eisini arbeiði meira tykkara dovnu hundar, so skulu tit eisini fáa flat-tax at smakka. Gera tit ikki tað, so er tað tykkara egna skuld, um tit svølta ella mugu fara frá húsi og heimi, ella í onnur lond sum í '50-unum og í '90-unum. 1500 ganga arbeiðsleys, so at tosa, at fólkið skal gera meira, er tokutala fyri at fjala veruleikan, meðan yvir­ klassakollveltingin verður framd. Og hvat er so at gera? Ella hvat kann hin kúgaða og fíggjarliga hart kroysta fjøldin so gera? Hon kann sjálvandi góð­ taka, at hon enn einaferð hevur tapt slagið - boyggja seg og fara undir okið. Hon kann eisini velja at standa saman øksl við øksl og krevja broytingar, ið lata henni munandi størri part av samfelagskøkuni saman við lægri vørukostna. Ella hon kann pakka sam­ an og fara í onnur lond. Í hes­um sambandinum eiga fakfeløgini at hjálpa til við upplýsingum, soleiðis at tey, ið fara, hava funnið arbeiði og bústað, áðrenn farið verður. Vónandi lenda okkara kæru landsmenn tá í londum har størsta virðing er fyri arbeiðandi fjøldini, og   har stættamunurin er lítil og minkar heldur enn at vaksa sum hjá okkum. Tíðin er annars komin til at vit síggja og handla og ikki einans finna okkum í diktatum. Tí eitt er vist: Hin einoygdi hevur ongantíð nakrastaðni vilja fjøldini væl. Í ríki teirra blindu er hin ein­oygdi kongur og/ella fíggjar­málaráðharri Dagfinnur Danbjørg Tá sagt verður, at Bólt­ felagið B36 bleiv stovnað í Undirhúsinum, er tað heilt burturvið. Und­ir­ húsið hevur húsa­numm­ ar Undir Bryggjubakka 5. Bóltfelagið B36 var stovnað í kjallarinum hjá handlinum hjá Hansinu Johannesen, sum var Undir Bryggjubakka 10. Har hevði hon smásølu í erva, við klæðum og seymi­greiðum og heima­ sølu við m. a. kjólum. Tað er har "Reyði Krossur" heldur til í dag. Í kjallarunum, Undir Bryggjubakka 9, helt radiohandilin SHJ helt til í sínari tíð. Mynd er í bókini   "Havnamyndir" - fyrr og nú - hjá Birgari Jo­hannessen, mynd av Vágsbotni. Tað var soleiðis, at onkur við tilknýti mill­ um stovnararnar hjá B36 arbeiddi hjá Han­ sinu, og hevði hann út­vegað teimum høli í kjall­aranum til stovn­ ing­arfundin. Sámal Kragesten (1918-2005) minnist væl fundin. Hann bleiv hildin ein gerandisdag, tí menn komu heim av fundinum í arbeiðsklæðum. At tað hevur verið 28. mars er sannlíkt, tí hesin dagurin í 1936 var ein leygardag, sum tá var vanligur ar­ beiðsdagur. Sámal var tann næst­ seinastu av stovnarun­ um, tann seinasti var Lill Michelsen. Jóhan Mortensen, hev­ur eina banda­sam­ røðu við Sámal, sum lýsir hesu viðurskifti, sum bleiv tikið upp í 1986. At enda kann við­ merkj­ast, at formaður felagsins í heili 27 ár (1947-74), Arnhold Han- sen segði, at felagið æt frá stovninardegi av, Bóltfelagið B36 ella bara B36 og ikki nakað sum helst annað, sum hevur verið at sæð á prenti, t. d. fótbóltsfelagið B36, Bólt­felagið 1936, B36 Tórshavn osv. Varðveitið tí tað snøgga heiti felagið hev­ ur, nevniliga Bóltfelagið B36. Rættleiðing til Føroya­ meistar­ar­ nar úr B36 um stovn­ an­ina Annfinn Danielsen