fríggjadagur 2. desember 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 2. desember 2011
4
VIKUSKIFTI
Mixed martial arts
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Hann venur martial arts, kickboksing,
ju jutsu, svimur, rennur, súkklar og ger
fimleik fleiri ferðir um vikuna. 33-ára
gamli Fróði Hansen vil vera í so góðum
formi sum yvirhøvur gjørligt, tí er hann
ikki væl fyri kropsliga, so kann skjótt
enda galið, tá havnarmaðurin skal dyst
ast í búrinum.
Rocky gav íblástur
Fróði, sum býr í Keypmannahavn, hev
ur altíð havt stóran áhuga fyri ítrótti:
– Sum smádrongur gekk eg til stórt
sæð alt, sum eg kundi. Serliga fótbóltur,
badminton og tennis fór við nógvari
tíð. Men sum hjá so nógvum øðrum, so
fall eg frá, tá eg gjørdist tannáringur,
fortelur Fróði. Hann hevur búð í Dan
mark síðani 1992 og lesur í løtuni ítrótt
á øðrum ári á universitetinum í Keyp
mannahavn.
Hóast Fróði var vaksin, áðrenn hann
byrjaði at íðka kampítrótt, so hevur
áhugin fyri ítrótti innan hesa sjangruna
verið til staðar líka frá barnsbeini av:
– Sum smádrongur sá eg filmar við
Bruce Lee, Karate Kid og Rocky, og teir
hava allarhelst givið íblástur. Tað var
ikki møguligt at ganga til kampítrótt
av hesum slag í Føroyum, tá eg var
lítil, men eg var ótrúliga áhugaður í
kampítrótti longu tá, greiðir Fróði frá.
Tað var ikki fyrr enn hann var 26 ár,
at hann veruliga slapp sjálvur at royna
seg við kampítrótti:
– Tey tvey árini, meðan eg var í
danska herinum, royndi eg meg eitt
sindur við nevaleiki, men tað var ikki
fyrr enn í 2004, at eg byrjaði at venja
miðvíst. Tá fekk eg ein brasiliara at
venja meg í tí klubbanum, eg hoyrdi til,
sigur Fróði, sum beinaveg visti, at hetta
var ein ítróttur, ið honum dámdi:
– Brasilski venjarin dugdi ikki enskt,
so hann vísti ymisk lás og greb, og eg
dugdi tey stórt sæð beinaveg, so mixed
martial arts er allarhelst nakað, sum
bara liggur til mín, heldur Fróði.
Alt skal planleggjast
Av tí at ítrótturin fer við sera nógvari
tíð, er av alstórum týdningi, at hvør
vika og dagur verða løgd sera væl til
rættis:
– Eg vil siga, at ítrótturin fyllir sera
nógv, tí eg venji okkurt so at siga hvønn
dag. Áðrenn dystir eri eg í venjingar
hølinum eini 10-11 ferðir, og tá eg eisini
havi skúlan og ein son, so sigur tað seg
sjálvt, at eg ikki havi tíð til so nógv
annað, sigur Fróði, sum javnan luttekur
í stórum dystum:
– Teir heilt stóru dystirnar havi eg
eini fýra ferðir um árið, og tað er van
ligt innan hesa ítróttargreinina. Umleið
helvtin av teimum heilt stóru dystunum
eru uttanlands, og tað dámar mær
ótrúliga væl, tí tað er næstan sum eitt
ævintýr at sleppa út í heim at dystast.
Hæddarpunktið higartil var seinasta
ár, tá hann var í Prag og dystaðist eftir
at hava havt steðg frá kappingum í
hálvtannað ár:
– Til ta seinastu kappingina bleiv
eg knockoutaður, so tá eg skuldi í
búrið at berjast hálvtannað ár seinni
í Prag, skuldi eg veruliga yvirvinna
meg sjálvan, fortelur Fróði, sum stóð
seg avbera væl til dystin og vann í aðru
rundu.
Etur pitsa og køku
Tað skal nógv orka til, fyri at Fróði
skal vera so væl fyri sum yvirhøvur
gjørligt bæði kropsliga og sálarliga.
Tískil hevur kosturin ein stóra leiklut í
gerandisdegnum hjá Fróða. Hóast hetta
so heldur hann ikki, at hann etur so
nógv øðrvísi enn flest onnur fólk:
– Eg eti allan vanligan mat, men
hugsi um at eta ymsar matvørur, og
at tað skal vera nøkunlunda heilsugott.
Mær dámar væl at eta lættan mat, so
– Eg eri altíð eitt sindur bangin, tá eg eri komin inn í búrið, og dysturin
byrjar, tí tað er altíð kjansur fyri, at tað gongur galið. Tað sigur Fróði
Hansen, sum íðkar eina av heimsins harðastu ítróttargreinum
Fróði
berjist
í búri