Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 2. desember 2011 6 VIKUSKIFTI Skinn er ársins hitt TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Skinn í øllum hugsandi líki hóskar seg ógvuliga væl til veturin. Skinn klæði kunnu nýtast bæði til gerandisbrúk og til jólafrokostar og tey fínaru høvini. Her eru nøkur boð uppá hvussu tú kanst nýta skinn mótan Jakkar Tann klassiski skinnjakkin er altíð eitt trygt val. Ivast tú í stílinum, so leita tær til klassiska skinnjakkan. Turriklæði Skinn turriklæði kann nýtast aftur við øllum. Og so selja nógvir mótahandlar bílig turrikløð úr skinni um hesa tíðina. Tip: Minst til at hugsa um djórini, tá ið tú keypir tær skinn klæði. Falskt skinn er avgjørt eins vakurt og veruligt skinn. Men dámar tær betri veruligt skinn, so er tað eitt gott hugskot at hugsa um, hvaðani skinnið stavar. Tað er ikki feitt at keypa skinn frá veitarum, sum als ikki hugsa um djóra vælferð! Beinvarmarar So eru teir tiltiknu beinvarmarnir aftur á marknaðinum – hesaferð sum skinn! Teir eru rættiliga ógvusligir, men rigga kortini væl til leggings og ein stuttan jakka. Vestar Ársins mótarák innan skinn eru vestar - í øllum litum og sniðum. Vestarnir eru at síggja nærum allastaðni og kunnu keypast fyri ein bíligan penga. Teir rigga ógvuliga væl at seta uttan á ein stuttan jakka. Haraftrat rigga summir vestar væl afturvið einum toppi og buksum ella niðurdeili. Oyravarmarar Eitt sera praktiskt hugskot til teir dagarnar, tá ið hestahalin kemur í brúk.