fríggjadagur 2. desember 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 2. desember 2011
7
VIKUSKIFTI
Hví valdi tú at lesa í júst Liverpool?
Tað vóru fleiri ting, ið spældu inn, men í høvðus
heitum var tað fótbóltsliðið. Um eg skuldi lesa, so
skuldi eg av landinum og ein dystur millum AGF og
Randers ljóðar ikki líka spennandi sum Liverpool
móti eitt nú Manchester United. Systur mín hevur
eisini lisið her og tað gjørdi fyrireikingar arbeiðið
væl lættari og henni dámdi eisini væl her.
Tú fylgir væl við í ítrótti, hevur
tað altíð havt tín áhuga?
Altíð! Eg vaks upp í Borgartúni saman við fleiri javn
aldrum og fótbóltur hevur altíð staðið frammaliga
hjá flestum okkara. Rokni ikki við, at nakar har ella í
Argja Skúla er bilsin av, at eg í dag arbeiði við ítrótti.
Enskir útvarparar eru tiltiknir dugnaligir, og
tú kemur sjálvur frá útvarpsfamilju. Hevur tað
altíð verið eitt ynski sjálvur at varpa út fótbólt?
Ja, eg havi síðani eg kann minnast runnið aftaná gamla
tá hann hevur útvarpað og tá evnini ikki vóru til at
blíva nakað sjálvur, so var útvarpingin ein sjálvfylgja.
Pápi gavst at útvarpa mitt í 90’inum og síðani tá rann
eg aftaná Jógvani og Suna Merkistein hvørja ferð tað
var landsdystur á Svangaskarði. Tað passaði ikki altíð
saman við tímatalvuna í Argja Skúla, men eg hevði so
skilagóðar og fittar lærarar at tað plagdi at ganga,
ella vóru teir bara glaðir fyri at sleppa av við meg!
Tú liggur tætt upp at pápa tínum
í útvarping, er tað av tilvild?
Nei, tað er nokk ikki av tilvild. Eg plagdi at
útvarpa fiktivar dystir í kamarinum hjá mær og
tað var við gamla og Jógvani sum fyrimynd.
Hvat føroyskt saknar tú mest í Onglandi?
Tað er væl familjan og vinir og kenningar. Í Føroyum
er altíð okkurt á skránni frá føðingardøgum
til veitslur, men tað er eisini deiligt at koma
heim til tey um summarið og vetur.
Hvat er tín lívrættur?
Grindalikkja. Gamli plagar at koma ótrúliga væl
frá tí og eg kann eta tað sum kips. Foreldrini
plaga at koma væl frá tí tá tey stríðast í køkinum,
so tað er oftani góður matur at fáa. Verri er
tá eg skal finna upp á okkurt sjálvur!
Er tú veiðimaður (haru, fugl, fisk o.a.)?
Nú fer onkur sikkurt at flenna, men nei. Eg kann illa
kalla meg veiðimann, men mær dámar nú væl at fiska
tá eg nú eina ferð fái møguelikan – eisin á vøllinum.
Hvussu heldur tú teg í form?
Í Føroyum royni eg at spæla so nógvan fótbólt
sum eg kann og kann enntá finna upp á at
fara í Yndi ella Svimjihøllina, men synd at siga
at eg nakrantíð havi verið orduliga í form.
Fylgir tú væl við tí,
sum hendir heima í Føroyum?
Í hesum døgum er ikki ringt at fylgja við gongdini heima,
so eg royni at hava eygu og oyru opin fyri tí sum hendir.
Ein maður er ákærdur fyri at hava dripið
Pidda Hansen, hvussu nógv fyllir tað hjá tær?
Eg eri skelkaður av hendingini og teir føroyingarnar
eg kenni her niðri tosa nógv um tað. Tað er
eisini fleiri ferðir komið upp at venda, tá bretar
spyrja um Føroyar og viðurskiftini hjá okkum.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Eg tori næstan ikki at siga tað, men seinasta bókin eg
havi lisið uttanfyri skúlan var ein um Manchester United
venjaran Sir Alex Ferguson. Tað var í samband við at
hann hevði verið venjarin hjá teimum í 25 ár, so eg helt
eg mátti lesa eitt sindur uppá. Hon liggur við síðuna
av bókini hjá Liverpool málverjanum, Pepe Reina, og
bókini hjá Guns N’ Roses guittarleikaranum, Slash.
Nógv verður tosað um at fáa útbúnar
føroyingar heim aftur. Hvussu verður við tær?
Tað hevði sjálvnadi verið ein dreymur at sloppið
at roynt seg á BBC ella eitt nú Sky Sports, men
kappingini um slík størv er knallhørð í Bretlandi, so
tað er væl hugsandi at leiðin gongur aftur til Føroyar.
savnsmynd
Tey søgdu um ein bilseljara, at
hann tók alt, sum kundi skrúvast
leyst, úr nýggju bilunum, áðrenn
hann seldi bilarnar. Síðani seldi
hann millum annað trygdar
belti, girstong og eykahjól sum
eykaútgerð. Sjálvandi er eyka
dekk eykaútgerð.
Bissniss er bissniss, og nøkur
eru meira besnissað í bissnissi
enn onnur.
Blunkljós er eisini eykaútgerð
til bilar í Føroyum. Eykaútgerð,
sum nógv velja frá. Verri enn so
allir bilar í Føroyum hava blunk
ljós. Ella vita tey, sum koyra, ikki,
hvussu tey fáast at blunka, tá tey
eiga at blunka.
Veit ikki, um nakar ella nøkur
hevur kannað, um kvinnur
blunka oftari enn menn, tí menn
duga ikki at multitaska, bæði at
snara róðrinum og flyta stongina
til blunkljósini í senn. Ikki er
spurt um hetta í manntalinum.
Uttan at róðrið verður snarað,
snarar bilurin ikki. Hann snarar
uttan at hann blunkar. So annað,
ikki bæði, hjá monnum. Teir
koyra uttan at blunka uttan at
rodna.
Serliga rundkoyringarnar,
sum nú eisini eru á bygd og í
útjaðaranum, krevja meira enn
multitasking light.
Men hetta, at bilar ikki
blunka, ger ferðsluna meira
spennandi, tá tey, sum koyra,
skulu gita, hvønn veg, bilurin
frammanfyri nú fer, handan
vegin ella breiða vegin. Bussar á
ongari leið blunka tó altíð.
Haldi ikki, ferðslulógin krevur,
at blunkljós verða brúkt. Tey eru
bara vegleiðandi. Ikki ber til at
døma dólskar sjaførar fyri ikki at
blunka.
Tað er ikki revsivert at blunka
til vinstru og snara til høgru. Tað
fær onga avleiðing, júst sum í
politikki.
Signalera eitt, ger tað øvugta,
snara 180 stig í bæði borð.
Blunkljós eru annars vorðin
meira framkomin. Tey sløkkja
sjálvi, sum oftast. Viðhvørt er
neyðugt næstan at koyra út av
vegnum ella upp á gongubreytina
fyri at fáa tey at sløkna.
Fyrr snaraði bilførarin rútin
niður og stakk armin út fyri at
vísa, hvønn veg, hann ætlaði sær,
tann breiða ella tann smala.
Tað gera tey, sum súkkla,
framvegis. Ella gjørdu. Tað er
ringt at stýra við einari hond, tí
eru 16 hendur í landsstýrinum.
Aðalráðini eru líka nógv sum
flokkarnir í samgonguni. So
hevði Framsókn ikki bakkað og
left the building, vóru aðalráðini
framvegis níggju. Aðalráðini
kosta so lítið at reka, at har er
einki at spara kortini. Tey hava
flatan rakstur.
Og arbeiðsloysið skal minka,
sigur samgongan, sum sjálvandi
gongu á odda sym fyrimynd og
bjargar arbeiðsplássum, sum
skuldu leggjast niður, men tað
var so fyri tann 29.oktober.
Aftur til bilarnar. Fleiri bilar
verða seldir nú, men kortini
minkar fólkatalið. Føroyingar liva
ikki leingi uttan bil í heimsins
dýrasta landi.
Uttan at blunka keypa tey
bil, so tey ikki noyðast at ganga
til handils at keypa heimsins
dýrastu mjólk.
Mjólkin er sjálvandi so dýr, tí
hon er líka skaðilig sum brenni
vín, sum er so devulsdýrt, tí tað
er so skaðiligt.
Sá herfyri hesa undurfullu
samrøðu í danskari satirusending.
Tær eru ikki sum okkara, tær eru
stuttligar.
Tvey fólk uttan skattalætta
standa og roykja og túnatosa
uttan fyri Borgerservice.
Hann við hana: »Torben er
holdt op med at drikke.«
Hon: »Nååh, hvorfor dog
det?«
»Han siger, at øl løser ikke
nogen problemer.«
»Jo, men det gør mælk heller
ikke.«
»Det har du ret i.«
Meira enn reyvalumma
heimspeki og gerandislogikkur.
Menn duga (heldur) ikki at
multitaska.
Tað er einki krav at blunka.
Tí velja nógv, sum keypa bil,
orsaka, nógvir, sum keypa bil,
perurnar til blunkljósini frá, tá
teir fara oman eftir ynskilistanum
við eykaútgerð og seta krossin.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Tróndur Arge
lagt til rættis: Leo Poulsen
Plagdi at útvarpa
fiktivar dystir í
kamarinum
Tróndur Arge fekk sítt gjøgnumbrot sum fótbólts
útvarpari á Rás2 fyri fáum árum síðani, men
gjørdist beinanvegin ein kend rødd á rásini. Ein
turr grindalikkja er gloypibiti, og so dámar
honum væl at fiska – eisini á fótbóltsvøllinum
Uttan at blunka