fríggjadagur 2. desember 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 2. desember 2011
8
VIKUSKIFTI
MOVEMBER
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hósmorgunin, tá kalendaraljósið varð
tendrað við morgunmatarborðið og fólk
flest fegnaðust um, at jólamánaðurin
umsíðir var veruleiki, var smílið hjá
fleiri kvinnum uppaftur størri, enn tað
vanliga er, tá jólini byrja. Irreterandi
larmurin frá rakimaskinuni hevur
helst eisini verið hugnaligari, enn jóla
tónarnir í útvarpinum. Og ársins fyrsti
jólakossur var møguliga bæði inniligari
og longri enn í fjør. 1. desember merkti
ikki einans, at jólini av sonnum vóru
byrjað. 1. desember var eisini endin á
Movember!
Allan novembermánað hava mann
fólk í øllum aldri, latið yvirskeggið
vaksið. Hetta til frama fyri einum
vælgerandi endamáli – hóast kvinn
urnar, teir eru saman, í mongum føri
hava gramt seg og ynskt tað langt
vekk.
Í flestu førum er hetta veruleiki
í dag. Yvirskeggið, sum í november
hvørki hevur verið bygdasligt ella
nakað, sum hipterhøvdini hava patent
uppá, er í flestu førum vekk. Og tó. Teir
eru fleiri, sum eru vornir so glaðir fyri
sítt yvirskegg, at Movember bara var
byrjanin til eitt nýtt look. Og man ikki
onkur kvinna er glað fyri broytingina,
tá alt kemur til alt?
Movember
Movemberrørslan byrjaði annars í
Avstralia í 2003. Hugskotið var, at
í november lótu øll mannfólk yvir
skeggið vaksa, fyri at varpa ljós á og
savna pening til stuðul og gransking
í heilsutrupulleikum hjá monnum. Í
ár varð peningurin savnaður inn til
gransking í prostatakrabba, upplýsing
og fyribyrging.
Mong lond í heiminum hava egna
movemberrørslu við skipaðari inn
savning. So er ikki í Føroyum, men fyri
at arbeiðið, ið liggur í at lata yvirskeggið
vaksa, ikki skal fara fyri skeyti, tók Jón
Hestoy stig til eitt átak at savna inn
pening – at savna yvirskeggini í eina
bók.
Yvirskegg í bók
Í Rit og Rák í SMS mikudagin tók Per á
Hædd frá Fotostudio myndir av øllum,
ið komu inn at lata seg avmynda.
Myndirnar, sum tiknar vóru, vóru frá
nøsini og niður um høkuna. Øll tey
avmyndaðu yvirskeggini verða út
givin í bók, ið verður í handlunum 9.
desember. Bókin telur 161 síður og 161
yvirskegg, og alt arbeiðið í samband
við myndatøkur, umbróting, prenting
og sølu av bókini verður gjørt ókeypis,
so øll inntøka fer óskerd til Krabba
meinsfelagið.
Á hesum síðum hava vit eisini
savnað fleiri yvirskegg, men vit hava
bæði navn og andlit á mannfólkunum
við, sum allir erpnir hava latið skeggið
vaksið og her sýna tað fram.
Yvirskegg, bust ella snorbremsu. Áðrenn Movember vóru
tað einans bygdaslig mannfólk og sonevndir hipsters,
sum høvdu hetta. Farna mánaðin hevur yvirskeggið
tó verið nýtt til at varpa á heilsutrupulleikar hjá
monnum. Nú Movember er av og nógv skegg eru fallin,
hava vit savnað nøkur av teimum snøggastu
Rættir
menn hava
yvirskegg
Nakað soleiðis koma myndirnar í
bókini við yvirskeggunum at síggja
út. Eins og hesar eru tær tiknar frá
nøsini og niður um høkuni. Hesi
bæði yvirskeggini eiga Sveinur Dam
(omanfyri) og Jón Clementsen