fríggjadagur 2. desember 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 2. desember 2011
10
VIKUSKIFTI
Samrøða
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Valkvøldið sat ein ókendur maður
í politikki við borðið hjá Miðflokk
inum.
Tey, sum kendu mannin, vistu, at
hann ikki altíð hevur livað eftir bókini
og hevur verið nokkso langt úti.
Maðurin eitur Arnfinn á Birtuni, er
36 ára gamal og ættaður úr Vágum.
– Tað var á vári í fjør, at eg fann
loysnina á mínum trupulleikum. Harvið
er ikki sagt, at eg havi fingið svar upp
á allar spurningar, sigur Arnfinn á
Birtuni.
Í 2005 fekk hann dóm í Føroya rætti,
og eftir tað skramblaði alt lív hansara
saman.
– Eg royndi at lurta eftir klókum
fólkum, og eg las sálarfrøði, men tað
hjálpti ikki. Longu tá var eg greiður yvir,
at eg noyddist at koma til andaligheit
við Jesus sum høvuðspersóni. Tað hendi
so í apríl í fjør.
Ætlaði at siga verðini farvæl
Fyri nøkrum árum síðan sá Arnfinn á
Birtuni svart upp á lívið. Hann ætlaði
sær at flýggja til Nepal og ongantíð
koma aftur. Hann var illur við sam
felagið, sum hann helt eisini hevði
svikið seg.
– Men eg kom ongantíð longri enn
til Keypmannahavnar og fór at leita
eftir øllum sløgum av andaligum lívi.
Ein dag datt Arnfinn á Birtuni yvir
heimasíðuna Kedes.fo og fór inn á eitt
tjattmøti á heimasíðuni.
– Har slapp eg fram við mínum
tankum, og eg fekk váttað tað, sum eg
gekk og hugsaði um.
Torført at koma aftur
Nakað eftir valdi hann at flyta aftur
til Føroya, og tað var ikki lætt, tí hann
var farin frá øllum og kom heim aftur
við ongum. Hann hevði mist hús og
heim, hevði mist álitið á øllum fólkum
og hevði brent allar brýr. Tó hevði hann
alla tíðina gott samband við børn síni.
Arnfinn á Birtuni, sum hevur fingið
sær eftirnavnið í móðurættini, dugir
ikki at siga rættiliga, hví hann kom so
illa fyri.
Keðiligt tankamynstur
– Eg haldi, at eg eri illgrunasamur og
mistrúgvin av natúr. Tankamynstrið hjá
mær var, at eg ikki hevði álit á nøkr
um fólkum. Eg helt frælsi vera at gera
mínar egnu reglur. Tað var eitt niður
brótandi tankamynstur.
Tað hevur hann alt lagt aftur um
seg, og Arnfinn á Birtuni sigur seg
hava funnið rætta mátan at liva út frá
tí andaliga.
Hann setur tó ikki sítt álit á nakra
religión, tí eftir hansara hugsan er
religión mannaskaptar reglur.
– Eg eri fegin um, at eg sá ljosið, og
eg royni at ávirka og hjálpa fólki, sum
eru fongd av niðurbrótandi tankum, og
har er Jesus ein góður stuðul.
Var púra svakur
Men fortíðina hevur hann ikki
gloymt.
– Eg var so ørur, at eg gekk við
tankum um m.a at spreingja Havnina
í luftina til dømid. So niðurbrotin var
eg í mínum tonkum. Og tí dugi eg eisini
væl at seta meg í støðuna hjá teimum,
sum velja at taka lívið av sær.
Eftir at hann í fjør kom upp á aðrar
tankar, dugdi hann at síggja, at tað bar
ikki til at ganga fyri einki.
Tí valdi hann at fara á Tekniska
skúlan í Havn at lesa framleiðslutøkni.
Hetta er ein tvey ára akademisk út
búgving.
– Hendan útbugvingin vísti seg
at vera júst tann rætta fyri meg, og í
mars fari eg suður til Johan Dalsgaard í
Hjá Arnfinni á Birtuni er tað farin tíð at vera misbrúkari og illur
inn á samfelagið. Nú vitnar hann á møtum kring landið og bjóðar
sær til at hjálpa fólki, sum eru fongd av niðurbrótandi tankum
Havi funnið
rætta mátan
fyri meg at
liva lívið