fríggjadagur 2. desember 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 2. desember 2011
11
VIKUSKIFTI
Fámará, og vit hava ætlanir um at gera
okkurt áhugavert saman.
Seinasta árið hevur Arnfinn á
Birtuni ferðast runt í landinum og
vitnað á møtum, men hann heldur seg
ikki til nakra ávísa samkomu.
Er eyðmjúkur
Hann heldur tað vera sera týdningar
mikið at duga at eyðmýkja seg.
– Tað er ein av mínum styrkjum í
dag, og tann, sum vil stuðla og hjálpa
øðrum, má taka tað úr egnum barmi,
sigur Arnfinn á Birtuni, sum kennir seg
væl komnan í øllum samkomum.
Tey, sum kendu mannin, vóru bilsin
av at síggja hann í sjónvarpinum val
kvøldið við borðið hjá Miðflokkinum,
men tað var ikki so løgið, at hann sat
har.
– Jenis av Rana hevur verið mær
ein góður stuðul, og aftur fyri helt eg
meg skula stuðla honum út frá mínum
lívsroyndum.
Arnfinn á Birtuni samskiftir nógv á
facebook, og eru tað fólk, sum kundu
hugsað sær at fingið nøkur góð orð, er
at skriva til abirtuni@facebook.com
ella fara inn á www.facebook.com/
ABirtuni.
Hann er í dag ein glaður maður,
og tunglyndið er hann sloppin av við.
Onkur tung løta er, men hon varir
stutt. Hann veit, at negativir tankar
ikki kunnu brúkast til nakað. Teir bara
gera ilt.
– Eg eri nokkso treiskur, og verði
beinanvegin glaður aftur.
Arnfinn í Birtuni dugir ikki at geva
nakað eintýðugt svar uppá, hvat hann
ger um fimm ár.
– Antin lesi eg, ella eg eri íverksetari,
men allir møguleikar standa opnir.
Beint nú sigi eg meg vera »på Herrens
mark«, sigur Arnfinn í Birtuni.
Arnfinn á Birtuni hevur ongantíð lagt
nakað serligt í rúsdrekka, men hann
hevur væl og virðiliga roynt onnur
rúsevni.
– Eg havi altíð leitað til tað alter
nativa, og í marihuanamentanini kendi
eg meg væl, og eg helt meg ongantíð
gera nakað galið við tí.
Hann er ikki bundin av rúsevnum
nú, men fyri tað er hann ikki anti. Hann
forsvarar rúsevnini kritiskt, sum hann
tekur til.
– Vit vita, at kríggið móti rúsevnum
er tapt. Brúktar eru fleiri hundrað
billiónir krónur í okkra peningi upp á
kríggið, og fleiri hundrað menniskjalív
eru farin, sigur Arnfinn á Birtuni.
Í sínari tíð brúkti hann rúsevni til at
ríka seg sjálvan.
Hansara áskoðan er, at betri hevði
verið at selt marihuana frítt, tí við
at hava tað ólógligt, verður gjógvin
millum misbrúkaran og samfelagið
størri. Brúkararnir verða kriminali
seraðir
– Eg kendi meg væl, tá ið eg brúkti
marihuana og helt meg ikki gera nakað
galið.
Hann heldur, at hvør samfelags
skipanin enn er, verða tað altíð nøkur,
sum detta nirðurímóti.
– Men eg veit, at frístaðurin
Christiania í Keypmannahavn hevur
loftað nógvum slíkum fólkum. Tað veit
eg, tí eg havi sjálvur arbeitt har, sigur
Arnfinn á Birtuni.
Marihuanakríggið er tapt
mynd: álvur haraldsen
– Eg eri fegin um, at eg sá ljosið, og eg royni at ávirka og hjálpa fólki,
sum eru fongd av niðurbrótandi tankum, sigur Arnfinn á Birtuni