fríggjadagur 2. desember 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 2. desember 2011
14
VIKUSKIFTI
Greining
Stefan í Skorini
Fótbóltur er eitt spæl, har 22 menn
renna eftir einum bólti, men tað endar
altíð við, at týskarar vinna.
Nakað soleiðis segði enski landsliðs
leikarin Gary Lineker um sigursvandu
týskararnar, sum oftast lógu omaná,
hóast spælið kanska ikki altíð var so
gott.
Í Føroyum kunnu vit hóskandi siga,
at politikkur er eitt spæl, har 33 fólk
royna at sleppa á ting, men tað endar
altíð við, at Fólkaflokkurin situr við
borðendan í Tinganesi. At vinna valið
ella valdið. Tað er stóri spurningurin, nú
aldurnar hava lagt seg eftir valstríðið,
og atkvøðurnar eru taldar.
Fólkaflokkurin og valdið
Fólkaflokkurin er tann flokkurin,
sum dugir best í tí politiska leikinum.
Hann er tann flokkurin, sum oftast
hevur sitið við valdinum seinastu 36
árini. Síðan løgtingsvalið í 1974 hevur
Fólkaflokkurin sitið í samgongu í sløk
30 ár.
Politikkur snýr seg um ávirkan og
at umseta atkvøður til politiskt vald.
Hetta dugir Fólkaflokkurin. Og tí situr
flokkurin næstan altíð við borðið úti
í Tinganesi, tá týðandi avgerðir verða
tiknar. Síðan 1996 hevur Fólkaflokkurin
sitið í samgongu næstan uttan íhald og
hevur tí havt stóra ávirkan á politisku
kósina hesi árini.
Fólkaflokkurin hevur funnið útav,
at tað er betri at sita til borðs enn at
standa á matarlepanum. Tí hevur flokk
urin lært seg at samstarva við allar
flokkar á tingi uttan mun til høgra og
vinstra, loysing og samband ella tey
etisku virðini. Tað er snøgt sagt torført
at sleppa í samgongu uttan Fólka
flokkin.
Onkur heldur, at hetta er rein
opportunisma. Onnur siga, at hetta er
skilagóð pragmatisma, sum tryggjar
flokkinum vald og ávirkan.
Hoydal í myrkrinum
Síðan 1998 hevur Tjóðveldi havt fýra
lutfalsliga góð valúrslit og hevur fingið
átta tinglimir hvørja ferð.
Hesuferð misti flokkurin tó nógv og
gjørdist bert triðstørstur við seks ting
limum. Hóast Tjóðveldi hevur havt
nøkur sera góð løgtingsval, hevur tað
gingið sera striltið at telva seg í sam
gongu seinastu árini.
Tað kom til ilnar millum Tjóðveldi
og Fólkaflokkin í seinnu fullveldissam
gonguni, og tað endaði við vali í úrtíð
í 2004. Eftir hetta kundu hesir báðir
flokkarnir ikki samstarva aftur.
Síðani royndi Tjóðveldi at samstarva
við Javnaðarflokkin, men hetta endaði
eisini við, at illstøða tók seg upp millum
høvuðkambarnir í flokkunum, Høgna
Hoydal og Jóannes Eidesgaard, í einum
sera margháttligum máli um eina skriv
stovu og eitt lás.
Veruliga orsøkin var politisk, men
samstarvið slitnaði, og Tjóðveldi end
aði aftur í andstøðumyrkrinum. Og
myrkaspælið sær út til at halda fram
eftir hetta valið.
Ellefsen á síðulinjuni
Pauli Ellefsen var ein sera væl umtóktur
politikari í Føroyum. Hann sat á tingi
fyri Sambandsflokkin frá 1974 til 1990 og
varð valdur á fólkating fleiri ferðir. Men
Pauli Ellefsen sat eisini mest í andstøðu.
Hesi árini sat Sambandsflokkurin bara
í samgongu frá 1981 til 1985 og aftur
frá 1989 til 1990. Annars sat hann úti
í andstøðumyrkrinum. Eftir sekstan ár
í politikki hevði Pauli Ellefsen sitið í
samgongu í fimm ár.
Orsøkin til hetta var, at Pauli
Ellefsen undan valinum í 1974 fór
at skriva sera hvassar greinar ímóti
Javnaðarflokkinum. Hetta merkti, at
Atli Dam, sáli, fór at leita eftir øðrum
samstarvsfeløgum, hóast Sambands
flokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu
sitið í samgongu saman fleiri ferðir,
eftir at heimastýrislógin kom í gildi.
Pauli Ellefsen fanst so hvassliga
at Atla Dam, at hesir báðir vóru sum
tvær reyðar kýr næstu fimtan árini, og
sambandið millum Javnaðarflokkin og
Sambandsflokkin slitnaði. Flokkarnir
fóru ikki í samgongu aftur, fyrr enn
hesir báðir menninir vóru farnir úr
politikki. Pauli Ellefsen var væl um
tóktur, men hann dugdi betur at fáa
nógvar atkvøður enn at smíða politiskar
alliansur.
Auken og vantandi valdið
Í Danmark hava vit eisini dømi um
politikarar, sum dugdu væl at fáa nógvar
atkvøður, men sum ikki dugdu at fáa
politiskar vinir í Fólkatinginum.
Svend Auken var formaður í danska
Javnaðarflokkinum frá 1987 til 1992.
Hann førdi Javnaðarflokkin til stórsigur
á valinum í 1990, men hann fekk einki
vald. Orsøkin var, at hann ikki hevði
nakran at samstarva við politiskt.
Tað var komið vátt í reiðrið millum
Svend Auken og Niels Helveg Petersen,
sum tá var formaður í Radikala Vinstra.
Uttan Radikala Vinstra kundi Svend
Auken bert sita á síðulinjuni og hyggja.
Hann dugdi ikki at fáa aðrar flokkar at
koma uppí sín part.
Hetta var eisini orsøkin til, at Poul
Nyrup Rasmussen framdi sonevnda
kongamorðið í 1992 og koppaði Svend
Auken. Poul Nyrup gjørdi so tað, sum
Svend Auken ikki dugdi. Hann tók
forsætismálaráðið aftur frá teimum
borgarligu.
Jørgen Niclasen
– tapari ella vinnari?
Jørgen Niclasen, formaður í Fólka
flokkinum, hevði eitt sera vánaligt
persónligt val hesuferð. Hann fekk bert
382 atkvøður, sum var eitt misálit frá
veljarunum hjá Fólkaflokkinum. Ein
formaður eigur at fáa størri undirtøku
á einum løgtingsvali.
Hetta førdi eisini til, at Óli Breck
mann og onnur royndu at fremja eitt
sniðálop á Jørgen Niclasen. Annika
Olsen skuldi føra knívin og fremja
kongamorðið, sum leingi hevði verið í
umbúna, men tað miseydnaðist.
Jørgen Niclasen dugir tað politiska
spælið sum fáur. Hann hevur eisini
sitið við Gamaliels føtur og lært frá
meistaranum í føroyskum politikki,
Anfinni Kallsberg. Nú vápnaleikur er
av og stríðsrópini tagnað, situr Jørgen
Niclasen á tí tyngsta politiska postinum
úti í hornakontórinum í Albert Hall
og skoðar yvir Havnina og Nólsoyar
fjørð.
Hóast Jørgen Niclasen tapti valið,
vann hann valdið – bæði í landsstýr
inum og í flokkinum.
Hvat er politikkur?
Politikkur er sostatt eitt spæl, har tað
ræður um at fáa atgongd til valdið.
Politikarar, ið ikki duga at knýta tey
røttu sambondini, fáa ikki valdið.
Hesuferð hevur Fólkaflokkurin bæði
havt eitt gott val og er sum ikki einaferð
komin í samgongu. Tá hetta valskeiðið
er av, hevur flokkurin væntandi sitið í
samgongu í næstan nítjan ár út í eitt.
Hinir flokkarnir duga ikki at smíða
samgongur uttanum Fólkaflokkin.
Politiskt vald er ikki eitt óítøkiligt
fyribrigdi, sum sveimar úti í rúmdini.
Valdið liggur altíð hjá onkrum. Um tú
ikki hevur tað sjálvur, so hevur onkur
annar tað.
Politiska valdið er eisini avmarkað.
Øll kunnu tí ikki hava tað samstundis.
Um onkur hevur tað, merkir tað
samstundis, at onkur annar situr við
ongum. Um onkur hevur stórt politiskt
vald, merkir tað eisini, at onkur annar
hevur lítið. Tí ræður um at taka tað
politiska valdið heldur enn at bíða,
inntil onkur letur tað upp í hendurnar
á tær.
Summir politikarar eru væl umtóktir, men sleppa ongantíð framat
valdinum. Aðrir sleppa altíð framat valdinum, uttan mun til um
valúrslitið er gott ella ringt. Løgtingsvalið er júst farið afturum
bak, og sum ikki einaferð stendur Fólkaflokkurin eftir sum stóri
vinnarin. Bókin »Valið og Valdið« viðgerð løgtingsvalið úr fleiri ymsum
sjónarhornum og spyr, hví úrlistið gjørdist, sum tað gjørdist
At vinna valið
ella valdið
Valið og valdið
Bókin »Valið og valdið« viðger, hvussu
løgtingsvalið í 2011 háttaði seg.
Seytjan høvundar við
gera valið úr ymsum
sjónarhornum og
taka ymist áhugaverd
mál upp. Hví tapti
høvuðsstaðurin?
Hví tykist fullveldis
stríðið at vera av?
Hví hevði fiskivinnan
stóran týdning fyri
úrslitið?
Og hví eru vallyftini
ofta gloymd eftir
valkvøldið?
Ritstjórar eru
Høgni Reistrup og
Stefan í Skorini.
VALIÐ OG VALDIÐ