Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 2. desember 2011 15 VIKUSKIFTI Vitjan… – nasadjørv krimisøga við science fiction drøgum Stórpolitikkurin ridlar, parlament verða øst upp, tí verur uttan úr heimi hótta mannaættina, og bert ein – ein serur havnarmaður, ið hevur búsett seg í Myki nesi – er førur fyri at greiða fløkjuna. Ferð, spenningur, ást og svik er vavt saman í fangandi søgu, sum lesarin hevur ilt við at sleppa. 19800 Framtíðin kallar – 50 tekstir um fólk og samfelag Bókin varpar ljós á okkara tíð og setir týðandi mál í perspektiv. Hon snýr seg m.a. um fíggjarkreppu, fólkaræði, tol­ semi, átrúnað, tilveru, tónleik, vinnulív, fjølmiðlar, mál og søgu. Er skrivað á løttum máli og prýdd við vøkrum lit­ myndum. Heitið sipar til, at í einari og hvørjari samtíð kallar framtíðin á broytingar. 24900 Tey sóu reytt – gomlu kommunistarnir uppaftur- grivnir Søgan um ytsta vinstravongin í kalda krígnum, sum vildi kollvelta før­ oyska samfelagið – onkur enntá við hermegi. Tað snúði seg um loynili­ gar undirgrundarfelagsskapir í Havn og mótmælisgongur í Mjørkadali til kommunistiskar lesiringar í Keyp­ mannahavn og reyðar summarlegur í Noregi og á Múla. 19800 Valið og valdið – háaktuell samfelagsgreining Mangan doyr kjakið um løgtingsvalið skjótt eftir, at úrslitið er greitt. Ætlanin við hesi bókini er at geva løgtingsval ­ inum 2011 eina breiða viðgerð og geva lesaranum innlit í teir tættir, sum myndaðu valstríðið og høvdu týdn­ ing fyri úrslitið. Í hesi bókini fara 17 viðmerkjarar og serfrøðingar aftur um val úrslitið og greina sjálvt valið. 19800 Málmaðurin 2 – Jógvan í Lon heldur fram at svara spurningum frá málsliga áhugaðum spyrjarum í Útvarpinum Bókin er skorin eftir sama leisti sum Málmaðurin 1. Áhugaverdir spurningar, áhugaverd svar og fínt grund arlag undir málsligum kjaki. Og hvat kann øsa okkum sum orð og orðingar? 17800 Gud – er hann deyður? – átta høvundar viðgera mót- stríðandi sjónarmið Er Gud til? Hevði Darwin rætt? Kann politikkur byggja á trúgv? Kann kristin­ dómurin vera skaðiligur? Bókin gevur lesaranum innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um átrúnað og lívsáskoðan – hesa ferð við føroyskum høvundum. Og hon vísir, at ósemjurnar um lívsins stóru spurningar eisini finnast í Føroyum. Bókin bygg ir á ráðstevnuna „Er Gud deyður?,“ sum var í Norðurlandahús­ inum á sumri í 2011. 19800 Vestmanna søga 1. og 2. bind – 1200 síður um lív og virki í Vestmanna farnu øldirnar Bøkurnar taka stóran sveip. Hvar vóru upprunaligu garðarnir, og hvussu vóru hagi, bjørg og bøur býtt. Vit fara fram ígjøgnum tíðina, tá ið Fitjahandilin var miðdepilin fyri alt økið, og hvussu lynt varð undir nýggja vinnulívinum. Stór deild er um tey hús og tey húski, ið vóru í Vestmanna í 1925. Greitt verður frá hvørjum húsi sær, so lætt er at rekja ættirnar uppaftur haðan. 29800 53500 BÆði BiNDiNi Úr illveðrinum og inn í onkra bók at kroka