fríggjadagur 2. desember 2011síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 2. desember 2011
16
VIKUSKIFTI
Bók
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nýggj bók, sum tekur støði í ráðstevnu
í Norðurlandahúsinum, viðger Gud
og kristindóm í átta ymiskum og
mótstríðandi innleggum.
Er Gud til? Hevði Darwin rætt?
Kann politikkur byggja á trúgv? Kann
kristindómurin vera skaðiligur?
Tað eru spurningarnir, sum verða
settir í bókini, og sum átta høvundar
svara.
– Hesir spurningar seta aftur og
aftur dagsskránna í altjóða kjakinum
um átrúnað, virðir og lívsáskoðan.
Men hóast kristindómurin er ein fast
grógvin partur av føroyskari ment
an, er tann kritiska og djúptøkna
viðgerðin av slíkum spurningum ikki
sjónlig í Føroyum, siga teir, sum hava
ritstjórnað bókina, Heini í Skorini og
Janus á Ryggi.
Tey, sum skriva í bókini eru hesi:
Er Gud til? Rói Patursson og Símun
Absalonsen.
Hevði Darwin rætt? Hans Andrias
Sølvará og Heðin Lamhauge. Kann
politikkur byggja á trúgv? Hanus
Kamban og Rúni Rasmussen. Kann
kristindómurin vera skaðiligur?
Ása Johannesen og Jákup Reinert
Hansen.
Nýggja bókaútgáva setir
spurningar um Gud, sum frøðingar,
rithøvundar og onnur royna
at svara og hugleiða um
Er Gud deyður?
Átrúnaður við skynsemi
Hanus Kamban
»Øll, sum stíga fram
í politikki og siga seg
umboða ella kenna
Guds vilja ella ætlan, í
roynd og veru umboða
eina minkaða, skerda
og kanska stundum
spilta ella avskeplaða Guds-hugmynd. Á
hin bógvin ber til at siga, at ateisturin, sum
sigur seg ikki trúgva upp á Gud, óbeinleiðis
letur upp fyri Guds-hugmyndarinnar
endaloysi og markloysi. Hann ella hon kann
tí stundum standa hesum hugtaki nærri enn
tann trúgvandi (...).
Religión er tó ikki bara trúgv ella
abstrakt hugsan, men partur av mentan
og sosialum lívi. Í hesum leikluti er hon
eftir mínum tykki ein róttøkin megi, ein
frumtørvur, og tað er líka so høpisleyst at
vilja avtaka hana sum at vilja avtaka tjóðina
ella kynslívið. Tað er tí skilabest at leggja
seg eftir at liva við hesum tørvi, við virðing,
við skynsemi, við hógv og við eftirliti.«
Misti barnatrúnna
Rói Patursson
»William Heinesen
skrivar um fyrstu
ferð, hann møtti
Christian Matras, sum
var komin til Havnar
at ganga í realskúla.
Christian segði seg
vera fríteinkjara. Tann missiónsávirkaði
William var heilt forfardur: »Er eingin Gud?
Men so kunnu menniskju gera alt tað illa,
tey vilja!« – Nei, svaraði tann 13 ára gamli
bygdardrongurin, »tí eitthvørt er til, ið
rópast fyri moral.«
Tað vóru óivað diskussiónir um rætt og
skeivt, um synd og helviti, sum gjørdu, at
mín barnatrúgv misti støðufestið.
Tað var serstakliga hugsanin, at tað
rætta og góða var tað, sum Gud vildi, og
tað skeiva og illa var tað, sum var í stríð við
Guds vilja. Og tann, sum gjørdi móti Guds
vilja, kom í helviti, og tann, ið fylgdi Guds
boðum, kom í himmalin. Eg helt, at hetta
var bæði óskiljandi, órættvíst og óhugnaliga
ljótt. Tað góða má t.d. vera, at vit hjálpa
øðrum, tí tey hava hjálp fyri neyðini – ikki tí,
at vit vænta at sleppa í himmalin afturfyri.
Og tað hevur enn minni moralska meining,
at vit eru góð ímóti øðrum, tí annars fara vit
til helvitis.«
Undirhald sum í Hollywood
Heðin Lamhauge
»Tey, sum seta
spurnartekin við
menningarlæru Darwins
ella biðja um prógv,
verða skýrd modernaðir
trúarvillingar og
býttlingar. Men
framtíðin fer at vísa, at darwinisman var
ein naturalistisk hypotesa við nógvum
veikleikum, ið tók sær einkarrætt innan
náttúruvísindi og onnur vísindaøkir. Og
royndirnar at útihýsa øllum vísindaligum
atfinningum, ikki minst í ES-lóggávu, fara at
gerast truplari og truplari (…).
ES-resolusjón 1580 frá 2007 heitir
inniliga á limalondini um at viðurkenna
darwinismuna sum einasta vísindaliga
ástøði í náttúrufrøði. Tað er undirhald a la
Hollywood, tá samtyktin leggur áherðslu á,
at stabiliteturin og framburðurin í Europa
kemur í stóran vanda, um darwinisman ikki
fær innivist hjá vísindunum.«
Halleluja-útgáva av gudloysi
Símun Absalonsen
»Seinnu árini hava vit
fingið eina nýmótans
halleluja-útgávu av
gudloysi ella ateismu,
sum sigur, at fólk,
ið trúgva á Gud, eru
annaðhvørt býtt,
óupplýst ella ónd. Men tað finnast fleiri
rationellar grundgevingar fyri, at Gud
finst, bæði í tí deyðu og livandi náttúruni.
Tí hvussu sannlíkt er tað, at alheimurin er
eitt úrslit av tilvild? Ella at lív kyknaði úr
ongum? (…).
Kunnu vit prógva Guds eksistens eins og
ein matematiskan frymil? Svarið er “nei”, av
tí at prógv er eitt sera kravmikið orð. Men
spurningurin kann orðast øðrvísi: Ber tað til
rationelt at grundgeva fyri Guds eksistensi?
Eru tað aðrar ábendingar um Gud enn
heilagar skriftir og religiøsar dogmur? Til
hetta vil eg avgjørt svara JA.«
Niðanfyri prenta vit smærri
brot av tí, sum fýra av
høvundunum skriva í bókini: