Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta ber slett ikki til! Annika Olsen, lands­stýris­ kvinna í Almannamálum, vil nú hava nýggjar samráðingar í samgonguni um, hvussu stórar skerjingar skulu verða í almannaverkinum næsta ár. Tað hevur ligið í kortu­ num, at Almannaverkið skal spara næstan 200 milliónir hesi næstu fýra árini. Ein orsøk til hetta er, at tá ið fíggjarkarmarnir vórðu sam­tyktir í vár, er tað gloppið burt­ur ímillum, at einar 100 millión­ir skulu brúkast til at reka tey nýggju ellis- og røkt­ ar­heim­ini og sambýlini, sum eru í ger og tí er onki sett av til endamálið. Annika Olsen sigur, at sjálv­andi skulu tey ellis- og røktar­heim og sambýli, sum verða bygt, eisini takast í nýts­lu, tí at byggja tey fyri síða­ni at lata tey standa tóm, er ikki at gagnnýta skatt­ gjaldar­ans pengar serliga væl. - Men tað sigur seg sjálvt, at ein sparing í al­man­na­ verkinum upp á 200 millió­ nir er fullkomiliga veru­leika­ fjarð. Hóast vit avtaka alla forsorg, gevur tað ikki meiri enn góðar 150 millión­ir í sparing og øll trivn­að­ar­ tæn­astan kostar slakar 180 millió­nir. Tí vil Annika Olsen hava nýggjar samráðingar í samgonguni um, hvussu spar­ingar skulu býtast ímill­ um tey ymsu ráðini. - Samgongan er samd um, at almennu útreiðslurnar skulu ikki hækkast og tí mugu vit tosa saman um, hvar sparingar skulu setast í verk, tí at spara so nógv á al­man­na­økinum, er so veru­ leika­fjart, at tað góðtaki eg ikki, sigur Annika Olsen. - Eg havi eitt pínumark fyri sparingum og eg fari ikki at góðataka allar hasar spar­ingarnar, tí hetta er tann veikasti bólkurin í sam­felag­ num, staðfestir hon. Men hon sigur, at um­ framt sparingar, má sam­ gong­an eisini leggja seg í selarnar fyri at útvega sam­ felag­num fleiri inntøkur fyri at avmarka sparingarnar. - Men tað er onki at ivast í at sparingar fara at verða sett­ar í verk og at tað fer at raka onkustaðni. Uppgávan verð­ur so at leggja til rættis, so at sparingarnar raka sum minst, har talan er um ein veru­ligan tørv, men at tær í mesta mun raka tey, sum tola tað frægast, sigur Annika Ol­ sen. - Mín uppgáva verður at verja tey veikastu í sam­felag­ num, leggur hon afturat. Hon heldur, at samgongan skilir støðuna og er sinnað at tosa um málið. Umfatandi umleggingar Landsstýriskvinnan er av teirri sannføring, at tað ber ikki longur til at fara við slái­ maskinuni og skera eitt sind­ ur av her og har. - Tað verður neyðugt at gera umfaandi umleggingar og nýskipanir fyri at fáa játta­nina at røkka til. Sjálv væntar Annika Ol­ sen, at tann stóri bardagin um játtanina verður í 2013 og tey næstu árini, tí tá verð­ur tað, at tær stóru spar­ing­ar­ nar skulu finnast. - Men vit hava stórt hall, so tað er eyðsæð, at álvarslig stig skulu takast. - Trupulleikin verður ikki loyst­ur eftir einum ári, men tað skulu stórar umleggingar til, so tey, sum veruliga hava tørv á stuðuli, fáa ein veru­ lig­an stuðul, men at tey, sum klára seg við minni, skulu fáa min­ni. Og eitt, sum Annika Olsen æt­lar sær at leggja stóran dent á, er endurvenjing og fyri­byrgjkandi tiltøk so at fólk kunnu vera heima longri og ikki verða løgd inn á ellis- og røktarheim so tíðliga. Næsta ár skal Al­manna­ verk­ið spara 10 milliónir. Tað staðfestir Annika Ol­sen, landsstýriskvinna í almannamálum. Men hvar tær spar­ ing­ar­nar verða settar í verk, hevur hon ongar við­merk­ingar til, fyrrenn fíggjar­lógin verður løgd fram. Men ein ætlan, sum er slept, er æt­lan­in uma at læk­ka fyri­tíðar­pen­sjón­ ir­nar. Tað er ein sparing, sum varð umrøtt longu í vár og sum umsitingin síðani hev­ur arbeitt við. Eftir ætlanini skuldu fyri­tíðar­pen­sjón­ir­nar lækka ímillum 2,6% og 5,7% og tað skuldi geva lands­kassa­num ein spar­ ing upp á 10 milliónir. Eftir teirri ætlanini høvdu summir bólkar av fyri­tíðar­pensjónistum kom­ið í vanda fyri at enda í fátækradømi eftir tí marki, sum Hagstovan hev­ur roknað seg fram til. Men tann sparingin er slept og verður ikki sett í verk. - Tað er ein sparing, sum rakar so tey, sum hava lítið frammanundan, sera meint og tí er tann ætlan­in slept, sigur Anni­ ka Olsen. Hon tað slepst ikki und­an, at sparingarnar raka onkran. Men Annika Olsen sig­ ur, at tað, hon fer at miðja eftir, er, at raka tey allar­ veik­as­tu sum minst, so at sparingarnar raka tey, sum tola tað frægast. 10 milliónir sparast næsta ár Annika Olsen vil ikki góðtaka sparingarnar ALMANNAVERK Landsstýriskvinnan í almannamálum vil hava nýggja semju í samgonguni um sparingarnar í almannaverkinum Ein sparing í al­ manna­verki­num upp á 200 milliónir er full­ komi­liga veru­leika­fjarð. Mín uppgáva verður at verja tey veikastu í samfelagnum. Sparingar fara at verða settar í verk og at tað fer at raka onkustaðni Veruleikafjart Tað er fullkomiliga veruleikafjart, at krevja, at almannaverkið skal spara 200 milliónir hesi næstu árini og tí mugu vit tosa um, hvussu sparingarnar skulu býtast ímillum tey ymsu ráðini, heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum