mánadagur 5. desember 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TEL 34 59 00
WWW.SMYRILLINE.FO
FONN FLOG, TEL 47 63 63 · FAROE TRAVEL, TEL 34 26 00 · 62ºN, TEL 34 00 00
1 ferðandi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 1.145,-
Aftur og fram í couchettu og uttan bil
1 ferðandi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 1.605,-
Aftur og fram í deildum 4-koyggjukamari og uttan bil
1 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 2.785,-
Aftur og fram í deildum 4-koyggjukamari
2 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 5.290,-
Aftur og fram í 2-koyggjukamari
2 vaksin + 2 børn v/bili. . . . . . . . . . . . .kr. 6.290,-
Aftur og fram í 4-koyggjukamari
Hugsa ikki um viðførið –
við Norrönu er pláss fyri øllum
HEIM Á JÓLUM
HEIM
17. DESEMBER
– NIÐURAFTUR
5. JANUAR
BÍLEGG
Á NETINUM
Áki Bertholdsen
– Vit eru undir trýsti og vit
mugu fáa javnvág í inntøkur
og útreiðslur næsta ár.
Tað er greiði boðskapurin
hjá Hákun Djurhuus, stjóra í
SEV.
Ein avleiðing av tí er, at SEV
vil sleppa at hækka prísin á
streymi munandi næsta ár.
Sjálvur vil Hákun Djur–
huus hvørki vátta ella av–
sanna tíðindini.
Hann sigur, at kommun
urnar skulu viðgera málið og
so kemur tað til viðgerðar á
aðalfundinum og tí vil hann
einki siga um spurningin
enn.
Men SEV hevur havt
kunnandi fundir við komm
unurnar og frá keldum í
kommununum
hava
vit
fingið at vita, at SEV ætlar
at hækka prísin á streymi
25 oyru fyri hvønn kilowatt-
tíma.
Men harafturat kemur so
mvg, so prísurin, sum brúk
arin skal rinda meiri fyri
streymin næsta ár, verður
31,25 oyru.
Í løtuni kostar streymurin
1,70 krónur fyri hvønn kilo
watt tíma.
Sostatt verður talan um,
at á nýggjárinum hækkar
prísurin á streymi 18,4% og
fer upp um tvær krónur fyri
kilowattið.
Áðrenn SEV sleppur at
hækka prísin, skal loyvi fáast
frá elveitingareftirlitinum og
Hákun Djurhuus sigur, at tey
SEV og Elveitingareftirlitið
samskifta í løtuni um fíggj
arætlanina.
Men á fundi við kommun
urnar hevur SEV greitt frá,
at tey vænta at fáa loyvi til
príshækkingina.
100 milliónir í halli
Orsøkin til, at tað er neyðugt
at hækka prísin, at rætt og
slætt, at tað er ikki saman
hangur ímillum inntøkur og
útreiðslur hjá SEV.
– Í 2010 hevði SEV eitt
hall upp á 57 milliónir og í ár
verður tað eitt sindur minni,
helst nakrar go 40 milliónir í
halli.
Tað merkir, at SEV hevur
havt eitt hall upp á einar 100
milliónir hesi bæði síðstu
árini.
Men yvirhøvur hava vit
havt nøkur vánalig ár á rað.
– Tað sigur seg sjálvt, at
hendan støðan kann ikki
halda fram leingi afturat og
vit mugu fáa javnvág í rakst
urin næsta ár, sigur Hákun
Djurhuus.
Hann staðfestir, at SEV
hevur stórar lántøkur og
lánveitararnir krevja, at SEV
fær samanhang í raksturin.
Verður prísurin á streymi
hækkaður
soleiðis,
sum
SEV ætlar, fer at tað geva el
felagnum eina eyka inntøku
upp á einar 60-70 milliónir.
Orsøki til vánaligu gongd
ina er, at oljan er blivin so
dýr.
– Útlitini fyri oljuprísinum
eru ikki góð, tí tey, sum
fáast við at meta um slíkt,
vænta, at prísurin á olju fer
í øllum førum ikki at lækka
nevnivert næstu tíðina, sigur
Hákun Djurhuus.
Hann leggur afturat, at
gongur ikki, sum ætlað, hjá
SEV, er støðan ein heilt onnur
og so má SEV taka støðu eftir
tí.
– Men støðan er eisini
tann, at nógv av okkara
virksemi er sáttmálabundið.
Men kemur ongin broyting
í og peningastovnarnir ikki
vilja fíggja okkum, mugu
vit eisini halda upp at við
útbyggingum, sigur stjórin.
aki@sosialurin.fo
SEV hækkar prísin á
streymi 18,4% næst ár
PRÍSHÆKKING Øll føroysk húski skulu nú fyrireika seg til,
at prísurin at streymi ger eitt rættiligt lop upp eftir
Stór príshækking
SEV vil aftur nú sleppa at hækka prísin á streymi fyri
at fáa hallið burtur og gngur, sum SEV ætlar, verður
talan um eina stóra príshækking hesuferð